September: Sleppa ikki at brúka bestu rávøruna

- Vit kunnu keypa tunfisk, sum er pakkaður í Afrika og selja hann her. Vit kunnu eta junkfood og alt møguligt annað, sum er skaðiligt, men ikki fantastisku føroysku rávøruna, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum

Nokk er nokk. Hetta er so strævið, at vit eru komin har til, at vit tíma hetta ikki meira. Okkara dugnaligu ungu kokkar eru komnir hartil, at teir tíma hetta ikki meiri.

Tað sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum í sambandi við málið um tarvkálvarnar, sum Hotel Føroyar eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni mátti koyra á Sandvíkarhjalla.

Hotellið hevði keypt neytafjórðingarnar frá einum bónda í Føroyum, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan gav boð um, at kjøtið skuldi burturbeinast, tí kálvarnir vóru ikki slaktaðir a einum góðkendum slaturvirki – einki slíkt slaturvirki til kálvar er í Føroyum.

Johannes Jensen greiðir frá, at Hotel Føroyar, sum eisini rekur matstovuna Áarstovu í Havn, er eitt løggilt virki, sum bara má keypa løggildar matvørur. Men tó eru undantøk, tá tað snýr seg um føroyskan mat, so sum turt kjøt, ræst kjøt og so framvegis, og fram til 2015 hava tey loyvi til at keypa skerpikjøt.

– Vit hava eina mentan í Føroyum, har vit hagreiða egnan mat í kjallarum, sum eisini kann seljast beinleiðis til brúkaran í durasølu. Seyður, sum skal seljast í handlum ella matstovum, skal slaktast í góðkendum sláturhúsi, sigur Johannes Jensen.

Men tað ber ikki til, tá talan er um tarvkálv, tí einki sláturhús í Føroyum er góðkent at fletta kálv. Tí ber tað hvørki til at selja ella keypa tarvkálvakjøt í Føroyum til eina matstovu.

– Skulu vit hava tarvkálvakjøt, so mugu vit keypa tað úr Danmark. Ta reinu og frísku føroysku vøruna sleppa vit ikki at brúka, hóast vit hava fakfólk – kokkar – sum kunnu taka sær av vøruni, beint sum hon er slaktað, sigur Johannes Jensen.


Missa pippið

Johannes Jensen vísir á, at tað er ikki bara galið við lógunum.

– Vit kunnu ikki skylda upp á lógirnar, tað eru fólk, sum umsita lógirnar og sum hava gjørt viðmerkingarnar til lógirnar í sínari tíð, tað er har, tað er galið, sigur Johannes Jensen.

– Men nokk er nokk. Vit kunnu keypa tunfisk, sum er pakkaður í Afrika og selja hann her. Vit kunnu eta junkfood og alt møguligt annað, sum er skaðiligt, men ikki fantastisku føroysku rávøruna, sigur Johannes Jensen, sum heldur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í alt ov stóran mun er ein forboðsstova.

Hann vísir á, at í Hotel Føroyum samstakinum starvast 24 kokkar og kokkanæmingar, og at teir eru um at missa pippið av, at einki skal bera til við tí fantastiska føroyska matvørutilfeingi, sum er her rundan um okkum.

– Vit gera eitt stórt arbeiði fyri at menna hesa mentan okkara. Vit keypa eitt nú øll jarðberini av Sundi, og vit keypa alla framleiðsluna í Vakstrarhúsinum hjá ALS í Sandavági. Vit hava fingið góðkent framleiðslu soleiðis, at vit kunn keypa 2.000 góðkendar lambsbøgir og 1.500 tjógv, sum vit kunnu servera á okkara matstovum. Tí er tað so møtimikið, at vit alla tíðina skulu merkja mótstøðu frá Heilsfrøðiligu Starvsstovuni heldur enn at vit kunnu tosa saman og finna loysnir. Tí sjálvandi ber til at finna loysnir, sigur Johannes Jensen.

Hann hevði ynskt sær, at tað bar til at tosa við heilsumyndugleikarnar, so loysn kundi fingist á hesum trupulleika, sum føroyskar matstovur hava. Ikki bara tá tað snýr seg um kálvakjøt.

– Tað er tað sama við fantastisku skeljadjórunum, sum vit hava her. Men tað sleppa vit heldur ikki. Vit skulu keypa útlendsk skeljadjór heldur enn tey góðu føroysku skeljadjórini, sum kundu gjørt Koks til heimsins bestu matstovu, sigur ein ikki sørt argur Johannes Jensen.


***


Pólendingur doyði

Tað eydnaðist Brimli at bjarga teimum 10 fólkunum umborð á pólska seglbátinum, Rzeszowiak, sum kom í havsneyð í illveðri í føroyskum sjóøki.

Tað ljóðaði beinanvegin, at ein av manningini lá í óviti, og tað vísti seg síðani, at maðurin var deyður.

Bjargingin fór fram við sonevnda MOB-bátinum (Man Over Board), og fólkini vórðu flutt umborð á Brimil. Teir báðir skaddu persónarnir fingnir umborð á tyrluna og fluttir á flogvølli og síðani við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið.

Seglbáturin varð sleipaður til lands. 



Færri flogskiparar

Minni virksemi og tað at Airbus-flogfarið tekur fleiri fólk og ger færri túrar hava havt við sær, at Atlantsflog hevur sagt sjey flogskiparum upp. Tríggir fóru úr starvi 1. semtember, tá ið tríggir aftrat fingu uppsøgn.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað altíð er minni flúgving um veturin, men tað skuldi tað hent, at meira flúgving verður næsta summar, verða boð aftur eftir fleiri flogskiparum. 


Dagstovnar ræðast hundar

Í summar varð ein lítil hundur í Vestmanna álopin og bitin av einum stórum hundi av slagnum rottweilari. Hundurin varð so illa bitin, at hann doyði stutt eftir. Fólk ræðast teir stóru rottweilar-hundarnar, tí teir ganga onkuntíð leysir, og dagstovnarnir Gjáarlon og Látipípan hava klagað til kommununa. Starvsfólkini siga, at tey ikki longur tora út við børnunum av ótta fyri at møta teimum stóru hundunum. Kommunan arbeiðir við málinum.


Eivør tekur einki fyri givið

Hóast Eivør Pálsdóttir er ein av okkara fremstu tónleikarum, sum hevur konserti bæði heima og burturi, tekur hon einki fyri givið.

- Eg upplivdi einaferð, at bara ein persónur kom á konsert hjá mær, og hann bleiv blakaður út, tí hann var ov fullur. Í dag syngi eg í stórum konsertsalum kring heimin, og tað seti eg stóran prís uppá, sigur hon. 



***


- Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari er ein dreymur, mann skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl.

Høgni Lisberg, tónleikari



- Eftirspurningurin eftir fígging er lítil, og samlaðu útlánini eru minkað í tráð við, at húsarhald og vinnufyritøkur gjalda niður skuld heldur enn gera íløgur.

Búskaparráðið í heystfrágreiðingini