Tað var um 07-tíðina í morgun, at boðað var frá eldi í einum sethúsum ovast í Niels Finsensgøtu í Havn.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum við fullari útrykning, sum merkir bæði sløkkiliðsbilar, sjúkrabilar umframt politibilar.
Eitt skifti var óttast fyri, at fólk vóru í húsunum, men so skjótt nóg trygt var, kannaðu roykkavarar øll húsini og kundu staðfesta, at einki fólk var inni.
Politiið sóknaðist eftir eigaranum av húsunum, og klokkan gott átta hevði politiið fingið fatur á honum, men hann hevði ikki verið við hús og kundi tí ikki siga nakað nærri um orsøkina til eldin.
Húsini eru rættiliga illa farin, og serliga eystara síðan er merkt av eldsbrunanum. Nógvur roykskaði var eisini.
Tað gekst væl at fáa rassaft við eldinum, og um áttatíðina var tamarhald á støðuni.
Kriminalfólk á staðnum í morgun kundu einki siga um orsøkina til eldin.
At tryggja, at fólk ikki eru í vanda, hevur fyrstu raðfesting, síðani at tryggja húsunum. Tað ber einki til at siga um orsøkina enn, tí fyrst má alt kólna, áðrenn vit kunnu gera okkara kanningar, segði ein av kriminalpolitistunum á staðnum í morgun.
Vakti fólk
Ein av sløkkiliðsmonnunum á staðnum segði tó fyrrapartin, at eldurin týðiliga er byrjaður í einum av kjallararúmunum.
Eitt búfólk var inni í rúminum, har eldurin byrjaði, og hon fekk vakt hini í húsunum. Eldurin gjørdist ógvusligur, og fór út gjøgnum vindeygað í kjallararúminum, upp við eystursíðuni og inn aftur gjøgnum vindeygað í hæddini omanfyri, sigur sløkkiliðsmaðurin.
Út á fyrrapartin var framvegis bæði politi og sløkkiliðsfólk á staðnum, og eisini umboð fyri tryggingarfelagið var til staðar og gjørdi sínar dokumentatiónir.
Húsini eru sum nevnt illa farin, bæði innan og uttan, serliga eystursíðan.
Eigarin var annars júst farin undir at klæða húsini av nýggjum, og norðari endin hevði í hvussu er fult góðkend vindeygu til rýmingarveg.
Sum oman fyri nevnt ber ikki til við vissu at staðfesta, hvar arnistaðið (eldurin byrjaði), fyrr enn seinni í dag.










