Gísli í Moskva

Sum útsendur blaðmaður er mangt og hvat, sum kann koma fyri, tá ferðast verður uttanlands.

Sjáldan – um nakrantíð – var vásið somikið nógv, sum tað var í Moskva, tá føroyska fótbóltslandsliðið spældi útidyst har í mars mánaði í 2001. Millum annað við hesum høvunda í leiklutinum sum ítróttaskrivari fyri Sosialin.

Eitt tað fyrsta, sum Allan Simonsen gjørdi, tá hann tók við sum landsliðsvenjari var at áseta reglur um, at fjølmiðlar ikki búðu á sama hotellið sum spælararnir. Hetta fyri at sleppa undan óneyðugari órógv. Men í Moskva bar hetta ikki til, tí sum partur av russisku chikanuni, var hotel-bókingin hjá landsliðnum avlýst, uttan at FSF var vitandi um hetta.

Tí endaðu bæði landsliðið og fjølmiðlar á risastóra Hotel Rossiya, sum í sjálvum sær var eitt risa bygningsverk, tó at kømurini og hentleikarnir á hotellinum ikki reiðiliga stóðu mát við tað, sum ferðandi úr Vesturheiminum vanliga vænta sær.

Mutur og chikanering var partur av gerandisdegnum á hotellinum, og tað mátti Allan Simonsen eisini ásanna tann eina morgunin, tá hann og spælararnir høvdu fingið sær morgunmat.

Allan var seinasti maður frá borðinum, men tá hann skuldi avstað, varð hann tikin av tveimum vaktarmonnum. Hesir søgdu, at nú høvdu Allan og hansara menn etið fleiri maltíðir í tveir dagar, og enn hevði eingin sæð teir goldið fyri nakað. Og so kundi tað annars gera tað sama, at Allan royndi at greiða frá, at sjálvandi skuldi FSF rinda fyri seg, tá farið varð avstað.

Rossiya – sum ikki er til meira – var ein øgiligur kolossur, og tað tók sína góðu løtu, um gangast skuldi millum ymsu sektiónirnar á hotellinum. Tí bar illa til hjá illa sperda landsliðsvenjaranum at leita sær hjálp, men lukkutíð komu útsendu blað- og myndamaðurin hjá Sosialinum júst tá framvið.

Allan takkaði hjartans fegin “ja”, tá vit spurdu, um vit skuldu fáa fatur á Jens Erik Magnussen, sum var ferðaleiðari á ferðini. Nakrar minuttir seinnu høvdu nakrir amerikanskir dollarar skift hendur, og so slapp Allan við hvøkkinum.

Tað var sjáldan, at Allan fekst á tal við miðlarnar – uttan so, at hetta var beinleiðis tengt at dystum hjá landsliðnum. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at venjarin eisini kundi hjálpa, tá á stóð.

Dagin eftir, meðan dysturin varð spældur, kom ferðalagið hjá fjølmiðlunum nevnliga í rasshaft. Brádliga vildi bussførari okkara ikki kennast við, at avtalaði prísurin fyri hansara tænastur var $15 um tíman. Nú segði hann, at tað “fifty” og ikki “fiteen”, og legði afturat, at hann vildi hava løn fyri tað, sum var koyrt higartil, um hann skuldi koyra okkum aftur á hotellið. Eitt ynski, sum sjálvandi ikki varð eftirlíkað.

So har stóðu vit. Mitt í Moskva uttan at hava ánilsi fyri, hvussu vit nú skuldu koma aftur á hotellið.

Men nú var landsliðsvenjarin har í tøkum tíma. Í sonevnda mixed-zone, har miðlarnir fáa orð á spælar eftir ein landsdyst, fingu vit eisini fatur einum FSF-umboði. Vit greiddu honum frá støðuni, og boðini vóru ikki meira enn komin til venjaran, áðrenn Simonsen gav boð um at opna hurðarnar í bussinum, soleiðis at ferðalagið við fjølmiðlunum eisini slapp við.

Og sum ein lítil krúlla til ta søguna kann viðmerkjast, at tað nyttaði lítið hjá bussføraranum, tá hann sama kvøldið fór til FSF-topparnar at kæra sína neyð um vantandi gjaldið fyri sínar tímar.