1942. Sum heilt ungur fór hann til skips. Hann giftist við Ingibjørg Petersen úr Kaldbak 11. mai í 1963, og búðu tey í Porkeri frá 1963 til januar 1968, tá tey fluttu til Havnar at búgva. Í Havn fór Heini [...] abbabørnini eru seks. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Svendborg. Vit ynskja Heina hjartaliga til lukku við degnum og Harrans ríku signing í komandi døgum við ynski um mong góð ár framyvir. ----- Vinir
Stórá og flennir. Fyri at gera dreymin um at arbeiða við filmslist til veruleika fór Sakaris Stórá til Noregs í 2007 at útbúgva seg til leikstjóra. Hetta gjørdi hann á Nordland Kunst- og Filmskole. Dámar [...] at fara til frumframsýningarnar av sínum egnu filmum. - Eg veit ikki hví, men eg kann ikki torga hesar her frumframsýningarnar. Var tað ikki tað, at tað so at siga var krav, at mann møtir til sínar egnu [...] byrjan til enda, sigur Sakaris Stórá. Og unga leikstjóranum dámar eisini best at vera við í allari tilgongdini, og vanliga hevur hann sokallaðar upptøkuroyndir, har hann finnur røttu fólkini til teir ymsu
Amina, búsettist í heimbygdini, meðan hinar í 1948 fluttu til Klaksvíkar saman við foreldrunum: Lina, Selma, Asta og Signa. Amina og Signa, sum giftist í Hvannasundi, eru fluttar foldum frá. Lina, Selma og [...] framvegis vera torført hjá hesum raska manninum at binda frið. Hann putlast altíð við okkurt. Hegnið til handverk hevur verið gott. Julian arbeiddi í nógv ár hjá Josephsen, og tað er merkisvert, at hann hevur [...] dagur, at ikki onkur í yngra ættarliðnum hyggur inn á gólvið. Takk fyri gott grannalag og hjartaliga til lukku á stóra degnum ynskja vit øll. ................ c
hevði góðar gávur og hendur og lærdi til handverkara eftir meistaralæruni – ein frágingin læruháttur, sum hevði mangar dygdir. Síðani fór Herman til Horsens at lesa til verkfrøðing. (Og av tilvild kom eg [...] mentað heim. Tey vóru í bókaklubbanum “Fremad”. Nógvar góðar bøkur (eisini Blæksprutten og Svikmøllen til jólar) – og sum eg eisini slapp at læna og lesa (bókasavnið í bygdini kom ikki fyrrenn fyrst í 50unum) [...] í eini skiftitíð: frá tí at tampurin hevði gyllini dagar sum hentasta undirvísingaramboð lærarans til hjartkipt smábørn – og tíðina eftir - táið lærararnir helst onga eykaundirvísing fingu um aðrar betri
Meistarar 3 ár á rað og fóru uttanlands - til Noregs - at spæla fótbólt, sum ikki var vanligt tá á døgum. Fótbóltur hevur fylt nógv í lívi hansara. Hann er nærum til hvønn dyst hjá B36, tá teir spæla í Gundadali [...] mistak. Karl Johan sat í nevndini hjá B36 frá 1946 til 1951. Undir krígnum var Karl Johan stórur smádrongur og minnist hann alt kríggið frá byrjan til enda. Mangar eru søgurnar, hann hevur at siga frá [...] beint frammanfyri eygunum á teimum. Karl Johan valdi sær handverksleiðina sum livibreyð. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, og fór seinni á maskinmeistara skúla. Hann sigldi í nøkur ár við
19. apríl 1856 mátti Pram úr læruni, tí Jóhannes skuldi til Keypmannahavn, og tann 25. apríl fór hann til Danmarkar við Hector. Johannes giftist í 1857 í Danmark við ta bert 17 ára gomlu Rasminu Carolinu [...] 1927-50. Hann giftist við systkinabarninum Hildur Anna, dóttir Bernardius. Hans Charles f. 1868. Giftist við Susannu Elisabeth Dimon f. 1866 á Tvøroyri. Fransiska Maria Dagmar f. 1870. Giftist við Jacob á [...] vitað til sín í dag, hevði hann kunnað glett seg um sínar nógvu eftirkomarar, sum eisini hava sett síni merki á føroyska samfelagið á mongum økjum. Bærint festi 12.12. 1815, og hann giftist 27.8 1817
var stjóri í Bakkafrost frá byrjan og fram til 1990, og síðani nevndarformaður til 2007. Hann helt tó fram í nevndini til 2010, men var í valnevndini fram til hann doyði. Seinasti fundur har var bert fáar [...] børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; soleiðis var tá. Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum [...] ástøðiligar førleikar fyri vinnuvirki. Vaksnamannaárini. Í juli 1957 kom hann heimaftur til Føroya, og fór at hjálpa til í turkihúsinum, har tey turkaðu fisk. Tá Babba var 18 ár í 1957 var broyting í vinnuligu
í hon hevur bundið og seyma til børn, ommubørn, langommubørn og aftur til børn hjá vinum hjá hennara egnu børnum, osv. Síðan pabba andaðist hevur hon roynt at haft okkurt til hendurnar, so at siga hvønn [...] javnaldranir. Hon gongur til eldrafimleik á Hamragarði, hon kemur í kirkju og nógv í missionshúsið, sjómanskvinnuringin og roynir at koma norð um fjørð við pensionistinum og til missiónsk tiltøk, og at [...] hartil hoyrir. Svigarbørnini tey rigga til og taka uppvaski, tað er eisini ein vigtigur partur av tí heila. Við hesum fáu orðum, fari je, at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og nógv góð ár framyvir
børu. Húsmóðirin Jórun Arge varð til moldar borin fyri góðum ári síðani. Tað gingu bara nakrir fáir dagar frá tí, illkynjað sjúka var staðfest hjá Jórun í fjør heyst, til hennara dagar vóru taldir. Jóhan [...] teknikari í útvarpinum eitt skifti og síðani hjálpti hann til saman við øðrum. Tikin úr leikum í mongum kynstrum. Vit vóru saman í mangari ferð, eitt nú til olympiskar leikir í Munchen í 1972. Í 70'unum kallaði [...] Argir, hagar Jórun eisini hevði ættarbond. Anna, elsta dóttir niðursetumannin Andrass á Argjum, giftist Poul Isaksen í Geil í Havn. Anna var systir Niels L. Arge, sum fyrstur fekk sær hetta eftirnavn.
eftir ársskiftið í 1973 fór til Keypmannahavnar. Burtursæð frá einum ári í 1977-78 búleikaðist hon í danska høvuðsstaðnum fram til í september 1987, tá ið hon flutti aftur til Toftir, har hon framvegis býr [...] Sanna til køksleiðara. Hon hevur ikki arbeitt nakað serligt við matgerð, men henni dámar væl og tað liggur væl fyri at matgera, um tað so er at kóka og steikja ella at baka eitt nú kransakøkur til so mong [...] høvi. Undir útbúgvingini til køksleiðara var hon í starvslæru í køkinum á einari av føðiklinikkunum, sum tá vóru í Keypmannahavn. Tá var tað, at hugurin kveiktist at læra til jarðamóður. Sanna fór undir