Ein góður vinur fyllir sjeyti

Leygardagin 29. desember fyllir Heini Heinesen í Havn 70 ár.
Heini er føddur í Porkeri 29. desember í 1942. Sum heilt ungur fór hann til skips. Hann giftist við Ingibjørg Petersen úr Kaldbak 11. mai í 1963, og búðu tey í Porkeri frá 1963 til januar 1968, tá tey fluttu til Havnar at búgva.
Í Havn fór Heini í læru sum timburmaður hjá Peturi í Gong byggimeistara. Eftir at hann varð útlærdur, arbeiddi hann saman við svágri sínum Páll Petersen og Vermund Joensen, sum var giftur við systir Ingibjørg.
Seinast í sjeytiárinum byrjaði Heini fyri seg sjálvan sum sjálvstøðugur byggimeistari. Mong sethús hevur hann smíðað hesi árini, og nógvar ábøtur hevur hann gjørt. Sonur og abbasonur eins og fleiri aðrir mans hava fingið útbúgving í virki hansara hesi árini.
Heini hevur verið og er ógvuliga virkin innan brøðrasamkomuna. Hann er ein trúfastur møtigangari, og hansara andaliga heim er Ebenezer. Heini hevur í mong ár saman við øðrum góðum monnum verið ein av undangongumonnunum at halda Zarepta-bygningarnar í Vatnsoyrum viðlíka.
Tá umbyggingin av Ebenezer fór fram í 2006, var Heini eisini ein av undangongumonnunum í tí stóra arbeiðinum. Heini er altíð klárur at hjálpa har sum á stendur, og mangur hevur notið gott av hansara hjálpsemi. Eisini er Heini eitt náttúrumenniskja, sum gleðist um at koma út í náttúruna. Hann hevur verið fastur fjallmaður inni á Sundi í mong ár. Honum dámar væl at skjóta harur um heystið, og hann hevur skotið harur í Saksun í meira enn 20 ár. Eisini dámar honum væl at fara á flot. Hann ger nógvar túrar út í fjørðin, bæði at fiska og at taka náta. Eisini hevur hann gjørt nógvar góðar túrar á Norðhavinum.
Heini eigur húsini í Porkeri, har hann vaks upp. Hann hevur sett tey í stand, og Ingibjørg og Heini og dáma væl at vitja aftur í bygdini. Heini hevur eisini eitt gerði inni á Sundi, har hann hevur veðragjólingar gangandi. Hettar gongur hann sera nógv uppí.
Ingibjørg og Heini eiga fýra børn: Heibrith, Idu, Hans Jacob og Berit. Barnabørnini eru 9 í tali og í langommu- og abbabørnini eru seks. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Svendborg.
Vit ynskja Heina hjartaliga til lukku við degnum og Harrans ríku signing í komandi døgum við ynski um mong góð ár framyvir.
-----
Vinir