lið burtur úr, so má tað vera H71. Teir høvdu eitt gott kappingarár í fjør, og halda teir fast um tað, samstundis sum teir verða styrktir við íslendskum spælara, so kunnu teir náa langt fram. Neistin ikki [...] heldur ikki, at orsøkin til tað var, at VÍF var so fram úr gott. Støðið í kappingini í fjør var undir tað vanliga støðið. Sjálvt um teir vunnu FM-heitið trygt, so var VÍF einki superlið, tað vóru hini liðini [...] hava verið so illa fyri fíggjarliga, at orkan hevur ikki verið til annað, enn at fáa felagið at koyra. Og tað er stórt spell, tí skal ungdómurin ikki velja aðrar ítróttargreinar fram um, so er neyðugt
Tað er so mangt, sum ein kundi nevnt í sambandi við Skopunar kirkju, men eg veit at arbeitt verður við at geva út bókling um kirkjuna, so eg vil heldur hugleiða um bygdina og fólkið. Seinast, vit hildu [...] tosa saman um farnar tíðir. Síðani at spáka sær ein túr oman á kajuna, hyggja eftir bátunum og gleðast um, at okkurt nýtt farið er komið til bygdina síðani seinast. Tað sum vit nú eru sera spent um, er sjálvandi [...] Høvdarhaga, kenna og hoyra náttúruna, fuglasongin og síggja seyðin, sum gongur um. Jú, eg kundi hildið fram at skrivað um, hvussu gott tað er, og hvussu nógv vit hava takka okkara skapara fyri, men tíðin
bert klárað at givið liðnum mótstøðu. Í fjør vóru tekin um, at hitt Havnaliðið, Kyndil, var á veg fram, og heldur framgongdin hjá unga liðnum fram, verða tær drúgvar í oddastríðnum hesaferð. Varð eg noyddur [...] Neistin hevur so stórar traditiónir, at tað ber ikki til at síggja burtur frá tí liðnum. Tær eru altíð góðar og eru altíð í oddinum. Í fjør var StÍF við har frammi, men ilt er at spáa um tað liðið, tí [...] Palli Joensen. Gøtukvinnur royndust væl í kappingini í fjør, og hóast tær ikki komu fram millum heiðursmerkjavinnararnar, so vóru tær langt burturi frá botninum, og tær ætla at leggja enn meiri fyri í ár.
ítrótt, um umstøðurnar eru á einari leið. Serliga hevur fótbólturin gingið undan, hóast ein menning longur fram á leiðini valla letur seg gera, verða umstøðurnar ikki eina ferð fyri allar gjørdar so góðar [...] tá teir fara at úttala seg um tøl í fíggjarlógini, sum teir einki vita um. Nógvan pening til tað almenna Tað kostar sjálvandi ikki einki at byggja Tórsvøll, men tað ber so sanniliga heldur ikki til at [...] skal kosta samfelagnum so øgiliga nógv, og at hesin vøllur forðar fyri so nógvari aðrar menning. Høvdu teir dugað síni ting, áðrenn teir bóðu um orðið í løgtinginum, hevði tað mesta ongantíð verið sagt, sum
dagliga hoyrist um fólk, sum gera av at flyta, og hús eru til sølu í hvørjum blaði. Føroyskir politikkarir eiga at taka støðu til, um liviligt skal vera uttan fyri Havnina og meginøkið annars. Tá so trupult er [...] hugsaðu ikki um fólksins kor. Talan var tjóðskaparprát uttan breyð, men fólkið livir ikki av tjóðskapi eina. Tí tóku fólk seg saman at stovna javnaðarfeløg. Flokkurin tók seg serliga fram á stórplássum [...] sínar borgarligu samgongufelagar at niðurbróta grundprinsippið um fólkapensiónina skuldi landsstyrismaðurin heldur komið við møguleikum um at hækka hana ella samhaldsføstu. Eingi sosial framstig ella nøkur
samtykt, so skuldi ikki gingið so nógv tíð til lisensmálið kom fyri. Tað hevur annars verið ætlanin alla tíðina, at 1. lisensrundan við Føroyar skuldi bjóðast út tíðliga í 1998. Spurningurin er so um marknatrætan [...] óheppið, at markið ikki er ásett, áðrenn øki skulu bjóðast út, so verður ein 1. útbjóðing ikki nervað av hesum ávum. -Vit hava gjørt eitt so stórt fyrireikandi arbeiði, og oljufeløgini hava í sínum lag brúkt [...] ikki er umfevnd av marknatrætuni. -Verður tað so, at bretar ikki vilja ganga við til eina ella aðra miðlinjuloysn, sum eisini føroyingar kunnu góðtaka, so fara vit í gongd við at bjóða tey mest áhugaverdu
Løgreglan ger nú nærri kanningar fyri at finna fram til, hvat veruliga er farið fram og kanna um nóg góð prógv eru til at fútin kann meta at grundarlag er undir at reisa ákæru. Hereftir eru hesir møguleikar: [...] støðu til, um maðurin er sekur. Soleiðis sum málið nú liggur fyri vita vit og eiga vit bert at vita, at løgreglan heldur seg hava grund til at skuldseta mannin og rætturin meinar tað sama. Men um henda s [...] skuldseting heldur í longdini, tað vita vit einki um, og so leingi rætturin ikki hevur dømt mannin sekan, skal hann roknast sum ósekur. Men í tíðindunum á middegi týsdagin 14. oktober dømdi Útvarp Føroya
sýndur fram alment og avrættaður al-ment. Hetta verður annars nýtt í sera nógvum londum. Deyðarevsing verður ofta nýtt til at burturbeina po-litiska mótstøðu ella at fyribyrgja brotsverkum. Treyðugt so vísur [...] sum steining til deyða, eiga steinarnir ikki at verða so stórir, at við-komandi doyr av einum ella tveimum steinsløgum; Teir eiga heldur ikki at vera so smáir, at teir ikki kunnu metast verða steinar.? Ein [...] seg við at sank-tionera onnur lond, um hetta kann raka fíggjarliga. Hesin hugburður má og eigur at verða sleptur. Jørðin skal jú eitast verða fyri øll. Karm-arnir um mannarættindi hevur ST sett, latum virka
fær ikki so lítið frá kirkjuráðnum. Hann fær veitingar fyri tilsamans umleið 75.000 krónur um árið, og Christoffer Jensen útgreinar hesar úteiðslur, skrivstovuhjálp, tilfar til skrivstovuhald og so gávur [...] ger viðmerkingar til greinina í blaðnum vikuna frammanundan, tá sóknarpresturi kærdi seg um, at kirkjuráðið er so pírið við hann. Hvat ósemjan í veruleikan bygir á, fæst ikki at vita. Í seinastu viku segði [...] gávur og bøkur. - Tað var ikki tað, eg nevndi. Eg gramdi meg bara um skrivstovuútgerðina, tólini, sigur Niels Pauli Danielsen. Hann sigur, at hann hevur sjálvur verið noyddur at keypa og gjalda telefax, innlegging
serliga tá fólk í handlum mugu góðtaka, at tað verður hildið eyga við teimum, so kunnu tinglimir eisini liva við tí. - Um so var, so høvdu fólk valt politikarar inn á ting, fyri tað realpolitiska arbeiðið, [...] gjørdist framsøgumaður í fíggjarmálum. - Eg var fegin um at fáa so stóra ávirkan, og slapp at siga og gera, sum eg helt verða skilabest, sigur Finnbogi Arge, um fyrstu ferðina hann kom inn á ting. Hann hevði [...] kundu gera sum vit vildu, men um annar samráðingarleiðari skuldi veljast, so fór hann at siga samráðingarumfarið frá sær. - Tí valdi tingmanningin at lata Edmund Joensen halda fram. Tað var størsti feilurin