ganga fyri einki. Men tað er í Suðuroy, at arbeiðsloysið er nógv mest minkað, tí nú er tað tvey prosent, og tað er nógv minni enn helvtin av tí, tað hevur verið. Fyri ikki so langt síðani var arbeiðsloysið [...] Føroyum, tí tað er enn í Suðuroy, at arbeiðsloysið er størst, tí tað er tvær ferðir so stórt sum flest alla aðrastaðni. Arbeiðsloysið í Suðuroy er tvey prosent, men í Norðoyggjum og Eysturoy er tað bara 0,7 [...] prosent, í Norðstreymoy er tað eitt prosent, í Vágum er tað 1,1 prosent, í Sandoynni er tað øki 1,3 prosent og í Suðurstreymoy er tað 1,4 prosent. Tey, sum harðast rakt av arbeiðsloysið er annars kvinnurnar
Sum 25 ára gamal fór hann yvir til Kanada at finna sær arbeiði, og hóast 75 ár nú eru liðin, hevur hann ongantíð vitjað í Føroyum aftur. "Burtur" í fleiri ár Kristian Sofus er abbabeiggi Dia Ellindson, [...] ættarfólkunum verið har yviri og vitjað hann. Yvir at heilsa føð- ingardagsbarninum Nú føðingardagurin verður mikudagin, eru nøkur fólk í familjuni farin yvir at vitja Kristian Sofus og heilsa honum á 100 [...] Mikudagin komandi fyllir æðuvíkingurin, Kristian Sofus Davidsen, 100 ár. Hann er føddur, 6. november 1902. Kristian Sofus er sonur fyrstu niðursetufólkini í Æðuvík, Jóannes Davidsen, ættaður av Gørðum á
Keiko, mugu arbeiða sjey dagar um vikuna uttan mun til veður og vind. Orðatakið sigur: »Tað finst ikki ringt veður, men bert ring klæðir«. Men mark er fyri, hvussu langt tað røkkur. Fyrstu ferð Keiko møtti [...] leysur næsta summar. So er spurningurin »Willy or won´t he?« Hvussu bleiv Keiko kendur? Søgan um Keiko byrjaði, tá ið Warner Brothers skrivaðu eitt handrit til ein film, ið var um lívssøguna hjá einum stórhvali [...] Keiko. Høvuðsstuðulin í hesum varð og er ríkmaðurin Craig McCaw, ið vil gera alt fyri at tað skal eydnast at gera nýggja ævintýrið um "Free Willy" til veruleika. Nú hin peningaligi parturin var komin upp
tilsamans umleið 39.000 fólk, teirra millum Anna og Tummas Jacobsen. Men talan er ikki um ein størri bý, tí fólkið býr spjatt yvir stóra dalin. - At koma til Bhutan var sum at koma inn í ein heim, ið tú einans [...] munur, samanborið við londini í vesturheiminum, er úrvalið í handlunum. - Úrvalið er lítið, mest dósamatur og grønmeti. Og kølidiskar eru eingir. Her í Paro er ein sokallaður kjøthandil, ið millum annað selur [...] viðskeri er at fáa, leggur hon afturat. Flúgvandi mekanikarar Av teimum yvir 200 fólkunum, ið starvast hjá Drukair, eru einans tveir vesturlendingar, Tummas og ein maður úr New Zealandi, ið er leiðari fyri
níggju børn. Tað einasta av teimum, vit vita meira um, er Svend Olesen, pápi Óla Svend, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Edvard Hjalt skrivar í Sands søgu um ein norskan sjómann Svend Svendsen [...] ungdóminum og eitt prýði er hann enn, har hann gongur millum okkum. Hansara lyndi er so, at mangir unglingar áttu at lært av Svendsen, at er ein glaður í huga, gongur tað gott í verðini, um mótstøðan av og á [...] situationer. Tá Tusk kom til Oslo Tað var nokk so nógv skrivað um ferðina. Teir báðir sendu bløðunum gjølligar frásagnir um, hvussu túrurin gekk. Tað er tó avmarkað, hvussu nógv ið rúmast í hesi grein. Men tá
letur ongan iva verða um, at talan er um sjónvarpsarbeiði. Zacharias Hammer er sjónvarpsmaður við ævintýrhugi, hann var skúlalærari, men hugurin til tøkni og upptøkur tóku yvir. Nú er hann ein av trumfunum [...] plaga at fáa fólk at nikka viðurkennandi. Hann ger sjónvarp um fólk og náttúru, um lív á bygd, í býi og á sjónum. Vanliga er han einsamallur um sínar sendingar, men hann sigur seg njóta gott av hjálpini [...] upptøkur. - Eg er ikki serliga djarvur, men ynskið um at fáa akkurát ta røttu myndina hevur ofta fingið meg at leggja nógv fyri. Og tá tú hongur í eini línu er bara eitt at gera, og tað er at líta á línuna
Avgjørt farið aftur Nú ein tíð er liðin, síðani Andrias er komin aftur úr Avstralia, heldur hann avgjørt, at hetta er nakað fyri ungdóm úr Føroyum. -Um eg slapp at velja, so hevði eg avgjørt farið við aftur [...] aftur. Ein lærur nógv, og tað er sera spennandi. Hóast man er langt burtur, og tað kann rulla illa, og at man leingist heim viðhvørt, so vildi eg ikki verið hetta fyri uttan. Hetta fari eg ongantíð at gloyma [...] sinum um sína tíð umborð á danska vaktarskipinum Væddaranum á Galathea 3 rannsóknarferðini. Hetta sigur hann, tí at lærarin ein heilt vanligan tíma í Vestmanna skúla í fjør, hevði avgjørt, at nú skuldi
skuldina; nóg mikið er at vera keddur um". Nú´ið og ævinleikin Møllehave vísir á, at fyri hann hevur trúgvin høvuðstýdningin í nú´inum, meðan æviga dimensiónin eftir deyðan ikki er eins viðkomandi. - Eg [...] rósa er øðrvísi enn ein tornarunnur, sólskin er øðrvísi enn torusláttur, ljós er øðrvísi enn myrkur o.s.fr. - Súmbolski týdningurin í hesum er, at t.d hevur ljósið vunnið á myrkrinum, og tá ljósið sleppur [...] leingi niður í avgrundina, er tað avgrundin, sum hyggur upp móti tær". Boðskapurin í hesum er, at um eitt menniskja fokuserar ov nógv uppá lívsins hóttanir og trupulleikar, er skjótt at missa tamarhaldið
samfelagi, sum er nógv øðrvísi enn okkara. Singapore er eitt samfelag, sum er ein samanseting av nógvum ymiskum fólkasløgum. Mamma hennara er av blandaðum indonesiskum-kinesiskum uppruna. Hetta er Michelle [...] av hesum. Nógv er øðrvísi enn hjá okkum. Hetta er eitt sera skipað samfelag. Tað er til dømis ikki loyvt at nýta tyggigummi orsakað av dálkingini eftir, at tað er spýtt út aftur! Tað er eisini reint alla [...] Tað ber ikki til at fáa íbúð, uttan ein er giftur ella er 35 ár. Her kann skoytast uppí, at Singapore er bert helvtin av Føroyum til støddar, men fólkatalið er sum í Danmark. Sjálv býr Michelle heima hjá
við at nútímansgera føroyska arbeiðsmarknaðin er, at sitandi fakfelagsleiðarar royna at halda fast um verandi støðu fyri at varðveita sína valdsstøðu. -Hetta er ein process, vit skulu ígjøgnum. Tað sær út [...] aðinum koma ásamt um ein arbeiðsrætt og eina sonevnda høvuðsavtalu. Eitt aðalmál í høvuðsavtalum er, at fakfeløgini missa rættindini til at fara í verkfall, tá eitt sáttmálaskeið er lokið. Á føroyska [...] høvuðsavtalur. Føroya Lærarafelag er kortini eitt felag, ið hevur eina høvuðsavtalu. Arbeiðsrætturin er ætlaður til at viðgera og loysa sáttmálatrætur, meðan sáttmálaskeiðið er. Arbeiðsrættur og høvuðsavtala