Hetta seinasta árið er arbeiðsloysið í Føroyum munandi minkað, og sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur arbeiðsloysið aldrin verið so lágt sum tað er nú.
Les meiri um tað HER
Og Hagstovan staðfestir samstundis, at tað er í øllum landinum, at arbeiðsloysið er minkað hetta seinasta árið. Men tey, sum hava allar mest at gera av øllum, eru mannfólk í Eysturoy, tí tað eru bara eitt hálvt prosent av monnum í Eysturoy, sum ganga fyri einki.
Men tað er í Suðuroy, at arbeiðsloysið er nógv mest minkað, tí nú er tað tvey prosent, og tað er nógv minni enn helvtin av tí, tað hevur verið. Fyri ikki so langt síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy nevniliga yvir fimm prosent, og fyri einum ári síðani var tað 4,5 prosent.
Munurin á støðuni í Suðuroy, og hinum pørtunum í landinum, er sostatt ikki so stórur longur, kemur hon framvegis haltandi aftan á restini av Føroyum, tí tað er enn í Suðuroy, at arbeiðsloysið er størst, tí tað er tvær ferðir so stórt sum flest alla aðrastaðni.
Arbeiðsloysið í Suðuroy er tvey prosent, men í Norðoyggjum og Eysturoy er tað bara 0,7 prosent, í Norðstreymoy er tað eitt prosent, í Vágum er tað 1,1 prosent, í Sandoynni er tað øki 1,3 prosent og í Suðurstreymoy er tað 1,4 prosent.
Tey, sum harðast rakt av arbeiðsloysið er annars kvinnurnar í Suðuroy, tí hjá teimum er arbeiðsloysið 2,6 prosent.