reyv og til høvd. Og øll ganga rivin og skrødd.... Og gjøgnum fannirnar eins og ein høna fer gamla flagsandi sum eitt ótt. - Á halga Gudsmóðir, hon rópar av neyð. - Kommunistarnir taka meg skjótt! Og hvirlurnar [...] reiðar! Tømið alt gall og gor! Og skjótið várt heilaga Russland í sor! Várt gamla várt bondska várt reyvsíða land! Og eingin guð Hurrá! 3 Synir vár í orð og verki stríddust fyri barn og vív; undir reyða hersins [...] systrini neyð sína kærir: Fyrst koma teir grammir og gálva, og so koma aðrir... á, systir, eg eri so køld í nátt - Og ? djums ? har datt hon, tað gelti hátt, og nakkin tók! Aja, aja! Kom so, avstað! Vindurin
Frederiksberg og Klæmint A. Olsen, tá teir brutu ígjøgnum, men kom annars fínt frá uppgávuni. Óli Johannesen: 5 Stóð móti øllum, sum NSÍ sendi móti honum. Lá langt frammi á vøllinum og stýrdi verjuni og rangs [...] kilometrar eftir sær. Aron Sørensen: 2(Út 46.min) Fyllur nógv og er ikki mjúkur at strúka, tá hann kemur buldrandi fram eftir vøllinum. Hevði tó ikki stóran lut í álopsspælinum og mátti fara av vøllinum við [...] um tú hyggur eftir stigatalvuni, tí tað eru fá stig, ið skilja liðini. Hyggur tú hinvegin eftir stigatalvuni í 2007, so var NSÍ FM vinnari, meðan TB endaði nummar fýra í næstbestu deildini – 26 stig aftanfyri
serligar royndir, og í framrættaða spælinum lá væl fyri hjá heimaliðnum, sum tó hevði trupulleikar at finna vegin til meskarnar. Eyðsýndi Ndende setti hol á longu í 9. minutti eftir eitt tvey samanspæl [...] løtuna eftir hvíldina var tað eitt sindur betri hjá okkum. Men so tóku teir yvir aftur, og tá ið teir høvdu økt um leiðsluna, so var einki at gera, hóast teir kanska slakkaðu eitt sindur av, og vit fingu [...] sigur, at nú er 07Vestur næstaftast, og at tað eru seks stig fram til B36, sum er fyrsta liðið at fáa aftur í omanfyri strikuna. Í TB leguni var lagið gott. Eftir sigurin í gjár er dagsskráin nú at blanda
pottarnar og onnur smáting við. Væl hevði gingist, men komin til Kvívíksklyvjar var ein smøl gøta at fara eftir, men nú ber annar leypurin við ein stein í klettinum, og alt raplar oman av gøtuni og bums – í havið [...] út. Og tað er vist, teir ótu við góðum huga, svangir og kaldir, sum teir vóru. Umsíður var farið út til skipið, tað lá eystanfyri Eystnes, øll fløgg og segl vóru uppi. Við akkerinum ók skipið eftir botninum [...] inn á eina rók, hált var og sinagras. Varliga klintraði eg, fekk føturnar undir pottin, og so við og við eydnaðist mær at draga hann út aftur við beinunum. Alt gekst væl, og hetta mátti gerast, hóast
minuttir og 58 sekund, so samlaða tíðin hjá henni gjørdist fimm tímar, átta minuttir og 38 sekund, ið altso rakk til eitt áttanda pláss. Tilsamans var hon góðar 21 minuttir eftir vinnaran og smáar 17 minuttir [...] kilometra langan tein. Súsanna, sum fyrst og fremst vildi vita, hvussu hon lá í mun til tær bestu í heiminum, gjørdist tilsamans nummar átta av Pro-íðkarunum hjá kvinnum, og tað vísti seg, at tað var í svimjingini [...] brúkti 29 minuttir og 58 sekund um at svimja teinin, og tá hon kom uppúr, hevði hon fjórðbestu tíðina. Men tær, sum skuldu vísa seg at enda framman fyri hana, brúktu millum hálvan og ein minutt stytri tíð
norðurlendskum súkklarum í París – 1600 í tali – sum mál. Men sjálvur túrurin í ár gekk upp á stás. Onkrir tekniskir skaðar vóru á føroyska liðnum, og soleiðis er hvørt ár, eins og onkrir súkklarar duttu, men [...] hevði liðið súkklað hundrað kilometrar í Føroyum - úr Klaksvík og til Havnar umvegis Fuglafjørð, Saltangará og við Margáir. Úr Danmark og til París var ársins túrur 1325 kilometrar, so samanlagt var teinurin [...] miðbýin í París leygardagin, meðan fløggini hingu í hálvari stong á øllum stongum, eftir hervuligu hendingina í Nice hósdagin – á sjálvum franska tjóðardegnum. Myndir av einum lastbili, sum trumlar gjøgnum
er honum ikki ókunnug, og er, um ein kann siga tað so, væl og ofta gingin av honum. At fara frá húsum eftir kirkjugøtuni, tá klokkan kallar til gudstænastu, er bara ein góður og gamal vani hjá 84 ára gamla [...] siglt úti í verðini og verði heimamaður. Men fyri hann er sunnudagurin nakað heilt serstakt, óansæð hvar í verðini, hann hevur verið. Hjá honum er tað – og sum tað skilst omanfyri – at sunnudagur er dagurin [...] um tað lá fyri, sigur hann. EIN FASTUR VANI Kunoyar kirkja var vígd í 1867 og rundar sostatt tey 155 árini seinni í ár. Eitt annað serstakt við kirkjuni er, at fyri 111 árum síðani – altso í 1911 – var
minuttir aftrat, og stóri pinnur hevði verið meiri enn tvær ferðir runt, tá ið Víkingur skoraði sigursmálið. Tað skoraði landsliðsspælarin og liðformaðurin í kvøld Sølvi Vatnhamar eftir samanspæl við Martin [...] Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Géza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (Jákup Andrias Thomsen, 81.) – Arnbjørn Svensson [...] hugburð. ÍF miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard legði heimaliðið framum í 12. minutti eftir at stríðsmaðurin á miðvøllinum og liðformaðurin Karl Løkin hevði lagt innfyri við deyðbólti. ÍF leiðslan helt, til
hansara kendi væl Ólav Clementsen, og teir bæði tosaðu og skrivaðu um slekt og eisini um søgur og gamlar frásagnir. Seinni kom Johannes sjálvur eisini at kenna Ólav Clementsen, og í 1990-unum høvdu teir báðir [...] fólk, slekt og tilburðir bæði í Dali og í Dímun og sum kvekti áhugan hjá Johannesi at skipa hesa vitan í eina samanhangandi frásøgn. - Pápi hugsaði, at skjótt fór ongin at vita nakað um hetta, og hann vildi [...] onkursvegna hanga tær saman og skapa eina heildarmynd, sigur Johannes Johannesen. Í dag kemur so bókin Hús og húski í Dali - ættarbond og brot úr Dímunarsøgu , sum á leikandi lættan og sera undirhaldandi hátt
Jóhonnu í 1957, og eftir nýggjár 1958 fór Eyðun við Beinir, har Eiler var skipari. Januar mánað vóru undir Føroyum á ísfisk. Februar og mars undir Íslandi vestur úr Snæfellsjøkli. Har var kalt og illverðursligt [...] at skemta sær og hugna um um borð. Einaferð ein maður hevði róðurtørn, fer Eiler á brúnna og hevur eitt magnet í skjúrtuermuni. Hann stillar seg nærhendis kumpassini og hon snarar seg eftir magnitini. Maðurin [...] eina túrinum, sigldu teir seg fram á Skálanes, sum lá við maskinskaða. Teir sleipaðu hana á Klaksvík Beinir og Brestir, sum eftir tátíðar meti vóru stórir og flottir bátar, tóku 160 tons. Eyðun valdi at fara