TB - 07 Vestur 2-0 (1-0)
07 Vestur málverjin ásannar, at arbeiðsavrikið var ikki nóg gott, tá ið vágaliðið legði rygg til rudduligt tap, sum ber við sær, at tað sær hættisligt út hjá 07Vestur.
Hýrurin var einki ser-
ligur, tá ið ferðalagið úr Vágum fór umborð á Smyril á Krambatanga í gjár. Í
viðførinum høvdu teir 2-0 tap. Støðutalvan sigur, at nú er 07Vestur næstaftast, og at tað eru seks stig fram til B36, sum er fyrsta liðið at
fáa aftur í omanfyri strikuna.
Í TB leguni var lagið gott. Eftir sigurin í gjár er dagsskráin nú at blanda seg við hini liðini, sum stríðast um plássini, sum bera altjóða luttøku næsta ár við sær.
Tá ið Rúni Gaardbo hevði bríkslað fyri síðstu ferð var lætt at staðfesta, at hóast tølini søgdu 2-0, so var talan um orduliga trivaligan sigur. Heimaliðið hevði tó ein trupulleika. Hann var, at tað gekk striltið at fáa úrtøku burtur úr stóru leikligu yvirvágini. Støðan var leingi 1-0, og tá ið munurin bara er eitt mál, so er so skjótt, at mótstøðuliðið kann svara aftur.
07 Vestur vísti lítla mótstøðu. Ivan Stojkovic millum TB stólparnar varð ongantíð settur á serligar royndir, og í framrættaða spælinum lá væl fyri hjá heimaliðnum, sum tó hevði trupulleikar at finna vegin til meskarnar.
Eyðsýndi Ndende setti hol á longu í 9. minutti eftir eitt tvey samanspæl við Poul Ingason, og tað var nýklækti U-21 landsliðsspælarin Poul Ingason, sum níggju minuttir undan leikloki staðfesti sigurin, tá ið hann hegnisliga við høvdinum stýrdi innleggi frá innskifta Dan Mortensen í meskarnar aftanfyri Andras Gango í 07Vestur málinum:
– Avrikið hjá okkum var ikki gott. Vit vóru ikki nóg nærlagdir í eftiransingunum. Teir vóru støðugt 2-3 metrar frá okkara monnum, og luturin hjá okkum var fyri tað mesta at renna aftaná teimum. Tað kennist strevið. Fyrstu løtuna eftir hvíldina var tað eitt sindur betri hjá okkum. Men so tóku teir yvir aftur, og tá ið teir høvdu økt um leiðsluna, so var einki at gera, hóast teir kanska slakkaðu eitt sindur av, og vit fingu høvi at koma eitt sindur meiri við í spælið, heldur Andras Gango.
Nú sær einki serligt út hjá tykkum?
– Nei. Tað er langur vegur fram til næsta liðið. Tað sær svart út, men vit hava ikki mist vónina um, at tað skal eydnast at bjarga okkum í deildini. Um tað skal eydnast, so er neyðugt hjá okkum at arbeiða meiri, enn vit gjørdu við Stórá. Nú fokusera vit upp á næstu uppgávuna, sum er ímóti gamla felagnum hjá mær, ÍF, á heimavølli næsta sunnudag.
Tvøramenn hava aftur og aftur tikið til, at einasta ferðin higartil í ár, at teir hava kent seg orduliga at hava verið við undirlutan, var, tá ið teir í 2. umfari vóru í Sørvági. Trivaligi heimasigurin í gjár var takk fyri seinast. Bæði støðutalvan, úrslitið í gjár og ikki minst avrikið í gjár vísa, at TB orduliga er á veg burtur frá øllum tosi um niðurflyting. Tað kunnu teir í Vágum ikki siga um støðuna, sum teirra lið er í!