Súsanna nummar átta

Í dýrdarveðri sunnumorgunin var Súsanna Skylv við til stóru kappingina í hálvum Ironman, sum á fimta sinni var í fúrstadøminum Monaco, har Súsanna taldist millum tilsamans 1.182 íðkarar, ið royndu seg. Albert prinsur av Monaco, sum fyri kortum vitjaði í Føroyum, setti kappingina í gongd á Larvotto-strondini, har lagt var fyri við svimjingini, ið fevndi um ein 1,9 kilometra langan tein.

Súsanna, sum fyrst og fremst vildi vita, hvussu hon lá í mun til tær bestu í heiminum, gjørdist tilsamans nummar átta av Pro-íðkarunum hjá kvinnum, og tað vísti seg, at tað var í svimjingini, at hon stóð seg best. Hon brúkti 29 minuttir og 58 sekund um at svimja teinin, og tá hon kom uppúr, hevði hon fjórðbestu tíðina.

Men tær, sum skuldu vísa seg at enda framman fyri hana, brúktu millum hálvan og ein minutt stytri tíð um at skifta, áðrenn farið var víðari við súkklingini, sum var á einum 90 kilometra longum teini. Her brúkti Súsanna tveir tímar, 59 minuttir og 29 sekund, og hóast hon var millum tær skjótastu at skifta millum súkklingina og renningina, fekk hon kortini ikki vunnið avgerandi inn á hinar.

Renningina, sum fevndi um hálva marathonteinin upp á 21,1 kilometur, avgreiddi Súsanna upp á ein tíma, 31 minuttir og 58 sekund, so samlaða tíðin hjá henni gjørdist fimm tímar, átta minuttir og 38 sekund, ið altso rakk til eitt áttanda pláss. Tilsamans var hon góðar 21 minuttir eftir vinnaran og smáar 17 minuttir frá øðrum plássi.

Tá avtornaði, vóru tað tríggjar franskar, ið tóku trý tey fremstu plássini hjá Pro-kvinnunum, og hjá Pro-monnunum vóru tað ávikavist ein belgiari, ein eysturríkari og ein frá Bermuda, ið komu upp á sigurspallin. Og av teimum tilsamans 1.182, ið byrjaðu kappingina í teimum ymsu bólkunum, fullførdu ikki færri enn 1.129 – svarandi til 95,5 prosent, ið er framúr gott.