Sølvi skoraði sigusmálið

Tað var í síðstu sekundunum, at Víkingur tryggjaði sær sigurin í góðveðrinum í Fuglafirði

Tað var um reppið, at tað ikki gekk, sim tað plagar, tá ið Víkingur í dýrdarveðrinum í kvøld var á vitjan hjá grannunum í Fuglafirði.

 

Hóast grannauppgerðirnar ikki so sjáldan hava verið spennandi og tættar, so plagar tað at koppa soleiðis, at Víkingur vinnur fulla úrtøku.

 

Soleiðis endaði tað eisini í kvøld, men tað manglaði minni enn ein minuttir í, at tað eydnaðist ÍF at halda tørn um javnleikin.

 

Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat, og stóri pinnur hevði verið meiri enn tvær ferðir runt, tá ið Víkingur skoraði sigursmálið. Tað skoraði landsliðsspælarin og liðformaðurin í kvøld Sølvi Vatnhamar eftir samanspæl við Martin Klein Joensen, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði avloyst Arnbjørn Svensson.

 

Hóast Víkingur í seinna hálvleiki var væl meiri í álopsstøðu, so var tað einki at undrast á, heimamenninir vóru ógvuliga vónbrotnir, tí teir høvdu víst sera góðan hugburð.

 

ÍF miðverjin Jan Ó. Ellingsgaard legði heimaliðið framum í 12. minutti eftir at stríðsmaðurin á miðvøllinum og liðformaðurin Karl Løkin hevði lagt innfyri við deyðbólti.

 

ÍF leiðslan helt, til tað restaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. At vongverjin í vinstru Ólavur Niclasen noyddist skaddur av vøllinum, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, órógvaði ikki frítt. Fimm minuttir undan steðgin var ÍF verjuspælið ikki so sannførandi, tá ið Víkingur javnaði til 1-1. Tá lá tað ikki í kortunum, at tað skuldi eydnast Víkingi at javna. 

 

Málskjútti var Jákup Johansen eftir innlegg úr vinstru frá Bergi Gregersen. Hetta var fimta málið hjá Jákupi Johansen, sum hevur verið millum teir mest eyðsýndu hjá Víkingi higartil í ár.

 

At tað stutt undan steðginum eydnaðist Víkingi at javna, lyfti gestirnar upp, meðan heimamenninir vóru vónbrotnir, tá ið teir fóru at hvíla seg og at leggja ráð um, hvussu teir skuldu fara fram fyri at vinna úrtøku.

 

Sum seinni hálvleikur leið, øktist trýstið á heimamálið. Víkingur tiltuskaði sær fleiri hornaspørk, men tað sá út til, at Martin Danielsen, sum í kvøld vardi ÍF málið fyri síðstu ferð í hesum umfarinum, og liðfelagar hansara fóru at megna at halda tørn um javnleikin.

 

Soleiðis var tað ikki. Sølvi Vatnhamar stútaði sigursmálið, og Víkingur tók seg við sigrinum í kvøld tvey stig nærri toppinum.

 

-Tað koppar bara ikki okkara veg. Vit vóru nógv á bóltinum, og vit spældu okkum til møguleikar. Men at enda varð tað soleiðis, sum tað ofta er. Teir pressaðu okkum støðugt meiri, teir løgdu Sølva Vatnhamar í høgru, og vit vóru ikki nóg dugnaligir at finna loysnina upp á tað, tíverri, staðfestir ÍF venjarin Ólavur Larsen.

 

 

 

ÍF – Víkingur 1-2 (1-1)

 

1-0: Jan Ó. Ellingsgaard 13.

 

1-1: Jákup Johansen 40.

 

1-2: Sølvi Vatnhamar 94.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

ÍF: Martin Danielsen – Elias Lervig, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Ólavur Niclasen (Pól Jákup Lundsbjerg, 30./Emil Weihe Joensen, 59.) – Hans Jákup Lervig, Steinbjørn Olsen, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgaard (Jóhann Højbro, 81.) – Gundur E. Petersen, Filip Djordjevic

 

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Emil Weihe Joensen, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard

 

Venjari: Ólavur Larsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Géza David Turi, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson (Jákup Andrias Thomsen, 81.) – Arnbjørn Svensson (Martin Klein Joensen, 68.), Andreas Lava Olsen

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen