árini, boðaði herfyri frá, at hann gevst í starvinum frá 1. august at rokna. Stjórar í Kringvarpinum eru áramálssettir, og tí skuldi søkjast eftir stjóra av nýggjum. Nú skal setanarbólkur viðgera innkomnu [...] Í gjár var freistin at søkja starvið sum Kringvarpsstjóri úti. Tá vóru 17 umsóknir komnar til starvið, veit Kringvarpið at siga. Dia Midjord, sum hevur verið stjóri í Kringvarpi Føroya seinastu fimm árini
hevur útvegað á Middagsvarða í Sørvági, vórðu handað kommununi í seinnu hálvu av juli mánaði í ár. Tað var Sp/f KJO, sum stóð fyri arbeiðnum, ið byrjaði fyri einum ári síðan. Í fyrstu syftu var ætlanin ikki [...] Sørvágs kommuna útstykkjaði seinast, og tí kann hugsast, at tað eru fleiri, sum nú bíða eftir at sleppa í gongd. Tað eru fleiri, sum seinastu tíðina hava vent sær til kommununa um grundstykki. Umframt tey 17 [...] Middagsvarða, hevur Sørvágs kommuna eisini møguleikan at grava út fyri nøkrum grundstykkjum aftrat. Í næstum fer kommunan at bjóða fólki, sum hava skrivað seg á ein lista við ynski um grundstykki, til fundar
har hinir ikki væntast at tippa. Hann tippar javnleik bæði í Fuglafirði og í Gøtu, sjálvt um gestirnir í báðum førunum eru favorittar. Tipping 17. umfar: Leivur Frederiksen: B36-TB 1 ÍF-NSÍ X AB-Skála [...] Tippingin, sum vanliga er í Sosialinum, har Jákup Ósá, Leivur Frederiksen eru gestir, verður hesa ferð á In.fo. Leivur Frederiksen er afturúr í tippingini, og tí skal hann eisini finna onkur stig, har [...] deildin 17. umfar: Hósdagin 6. august: B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1 ÍF-NSÍ (18.00) Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1 EB/Streymur-KÍ (19.00) Fríggjadagin 7. august: AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1
sum Føroya Egg so avgjørt er kappingarført í, er góðskan. Talan er í fyrsta lagi um nývorpin og fesk egg, og teir siga tí í pakninginum frá, at tey halda í 28 dagar. Men hyggur ein eftir teimum útlendsku [...] hann. Arbeitt verður nú við at fyrireika næstu slakting, sum væntandi verður einaferð í mai mánaði. Teir hava í øllum førum prógvað, at hønurnar av Velbastað kunnu seljast, tær kunnu etast og brúkast, og [...] framleiðsluna av hønunum, og gongst sum ætlað so verða tær næstu føroysku hønurnar á marknaðinum í mai mánaði. Hesaferð náddu teir bert út til ein part av landinum við hønunum. Næstu ferð er ætlanin at allar
við nakra útstykking í Gásadali. Í juni mánaði í fjør varð enn ein umsókn send kommununi, her Gásadalur er partur av. Og hesaferð bar betur til! Á bygdaráðsfundi í september mánaði í fjør fekk umsókn hennara [...] hugsa um at búseta seg í Gásadal, mugu vit leita eini 25 ár aftur í tíðina. Um hetta mundið byrjaði hon at vitja regluliga í einum húsum í bygdini. Her var talan um eini vøkur hús í sunnari síðu. - Síðani [...] beint fyri jól í fjør. Hetta gav boð um, at myndugleikarnir greitt ynsktu at hava lív í hesi bygdini, sum í síni tíð bert lá 1700 metrar frá framtíðini. Ymiskar ætlanir hava verið frammi í bygdini, bæði
sama: Í januar mánaði 2004 vóru 16 fólk skrásett í bygdini. Í januar í fjør og januar í ár var talið 14. Ikki latin upp enn Karl hevur búð so leingi í Gásadali at hann hevur kunnað eygleitt gongdina í málinum [...] Havn í hinum endanum. Henda kvinnan hevur verið og vitjað systur sína í Gásadali í nakrar dagar og ætlar sær nú heimaftur. Bilurin hjá Sosialinum - SNAR - er lítil, men hann skínur kortini upp í landslagnum [...] upplivingarnar eftir. Long ferð Húsini hjá Karli her í Gásadali eru rættiliga eyðsýnd. Í fyrsta lagi standa tey ovast í bygdini - ella rættari: vestast, og í øðrum lagi eru tey reyðmálað. Her er tí lætt at
Higartil í ár eru seldir 1144 nýggir personbilar í mun til 935 fyrra hálvár í fjør. Tað er ein munur upp á 209 bilar ella 22,35 prosent. Í juni mánaði í ár eru seld 316 nýggj akfør tilsamans í mun til 343 [...] 343 fyrra hálvár í fjør. Tað er ein minking upp á 27 akfør. Hóast bilasølan í junimánaði hevur verið lakari enn í fjør, so samlaða sølan av nýggjum akførum fyrra hálvár í ár økt við góðum 12 prosentum
Hon byrjaði 1. november í fjør og endar 1. mars í ár. Tað er ikki óvanligt at menn fáa hemarar millum 100 og 200 kilo í havøkinum kring Føroyar. Fyriskipari er Magni Blástein í Vestmanna. [...] Atlantic 2006” hevur víst seg at hava alstóran áhuga millum menn. Síðani kappingin byrjaði í november mánaði í fjør, hava fleiri verið á heimaraveiðu, og tað skilst at menn eru sera spentir eftir endaliga [...] fyrstaplássið, 10.000 kr. fyri næsta og 5.000 kr. fyri triðja plássið. Kappingin byrjaði í november og varir fram til 1. mars í ár. Tað vísir seg, at støddin og vektin á teimum veiddu hemarunum økist alsamt. Tveir
– Eg giti, at sum gongdin er í ferðavinnuni í løtuni, so verður tað eingin trupulleiki hjá nøkrum av hotellunum í Føroyum at fáa bæði verandi og øll tey kømrini, ið koma afturat við útbyggingum, bíløgd [...] tungt at koma gjøgnum vetrarmánaðirnar, sigur Johannes Jensen, stjóri og eigari í Gist & Vist. Stórar útbyggingar Gist & Vist er í gongd við fleiri stórar útbyggingar. Verkætlanin at umbyggja Kerjalon frá einum [...] Jensen. Skitsuprojektið verður eftir ætlan latið inn í heyst. Johannes Jensen vónar at fáa endaligt loyvi upp á pláss skjótt, so at teir kunnu fara í gongd at byggja. Hann væntar, at hotellið kann vera
ítróttarfólk til Los Angeles í USA at vera við í Special Olympics World Summer Games. Leikirnir, sum eru fjórðahvørt ár, verða settir 25.juli og halda fram til 2. august. Í døgnunum frá 21. - 24. juli, [...] verða luttakaralondini gestir í ymsum býum í rundan um Los Angeles, og føroyski hópurin verður gestur í Santa Clarita. - Tá fáa luttakararnir høvi til at læra eitt sindur um vertslandið og at laga seg [...] Games er størsta ítróttatiltak í heiminum í ár. Heili 7.000 ítróttafólk verða við, umframt 3.000 venjarar og leiðarar. Ítróttarfólkini eru úr 177 londum, og tey fara at kappast í 25 ítróttagreinum. Harumframt