178 hotellkømur afturat

Gist & Vist byggir út í stórum. Hotel Føroyar skal hava 99 kømur fleiri enn tey 129, tey hava í dag, og Hotel Tórshavn skal hava 79 hotellkømur afturat teimum 43, ið eru í dag. Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fylla øll hotellkømrini um summarið. Avbjóðingin er vetrarmánaðirnir

– Eg giti, at sum gongdin er í ferðavinnuni í løtuni, so verður tað eingin trupulleiki hjá nøkrum av hotellunum í Føroyum at fáa bæði verandi og øll tey kømrini, ið koma afturat við útbyggingum, bíløgd summarhálvuna. Men tað verður helst óvanliga tómt um veturin, og tað verður tungt at koma gjøgnum vetrarmánaðirnar, sigur Johannes Jensen, stjóri og eigari í Gist & Vist.

Stórar útbyggingar

Gist & Vist er í gongd við fleiri stórar útbyggingar.

Verkætlanin at umbyggja Kerjalon frá einum vallaraheimi við 98 soviplássum til 23 dupultkømur er liðug. Við hesum fór Hotel Føroyar frá 106 kømrum, sum tað hevur havt frá byrjan av, upp til 129 kømur.

Í løtuni verður stór útbygging gjørd av Hotel Føroyar Vestur. Við útbyggingini koma 71 hotellkømur afturat. Hendan útbyggingin verður liðug komandi summar.
Hotel Føroyar Eystur skal eisini útbyggjast, og har koma 28 kømur afturat. Tann útbyggingin verður væntandi liðug á sumri 2021.

Tá ið allar hesar útbyggingarnar eru lidnar, fer Hotel Føroyar at hava tilsamans 228 kømur.

Hóast útbyggingin ikki er liðug enn, so eru longu fleiri hotellkømur, sum ikki eru bygd enn, seld komandi summar á Hotel Føroyum.

##med2##

Hotel Tórshavn útbyggjast

Gist & Vist arbeiðir eisini við stórum útbyggingum av Hotel Tórshavn. Tað vóru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, ið vunnu arkitektakappingina at útbyggja Hotel Tórshavn.

– Vit eru nú saman við Ósbjørn Jacobsen Arkitektum í gongd við at gera eitt neyvari skitsuprojekt, har fleiri staklutir eru við, sum til dømis hvar inngongd og innkoyring til hotellið skal vera, parkeringsviðurskifti, vørumóttøka, hædd og annað. Hetta eru ymiskir spurningar, ið kommunan vil hava greiðu á, sigur Johannes Jensen.

Skitsuprojektið verður eftir ætlan latið inn í heyst.

Johannes Jensen vónar at fáa endaligt loyvi upp á pláss skjótt, so at teir kunnu fara í gongd at byggja. Hann væntar, at hotellið kann vera liðugt útbygt á sumri 2023. Tá fer Hotel Tórshavn tilsamans at hava 122 hotellkømur.

Við øllum útbyggingunum fara Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn at hava 350 hotellkømur tilsamans.

Leingja um háárstíðina

Sjálvt um Gist & Vist soleiðis fáa 350 kømur at ráða yvir í høvuðsstaðnum um nøkur ár, so væntar hoteleigarin ikki, at tað verður trupult at fylla upp um summarið. Tann stóra avbjóðingin er hinvegin restina av árinum

– Allir partar, sum eru við í ferðavinnuni, arbeiða við at leingja um háárstíðina, og at fáa fleiri fólk at koma til Føroya aðrar tíðir á árinum. Tað gongur betur, og summartíðin er longd við tveimum mánaðum, so at hon nú er frá mai til september. Tað eru tveir mánaðir longur, enn tað var fyri 15 árum síðani, tá ið háárstíðin bara var frá juni til august. Men tað er langt eftir á mál, sigur Johannes Jensen.  

Hann vísir á, at strategiin og marknaðarføringin í ferðavinnuni er serliga at arbeiða við tíðarskeiðnum um várið og heystið, tá ið gistingarpláss eisini eru á hotellunum.

– Vit arbeiða serliga við at fáa fleiri ferðafólk í oktober og november og í mars og apríl. Vit arbeiða við marknaðarføringini og luttaka á ráðstevnum og royna á ymiskan hátt at leingja háárstíðina. Tað sær jaligt út, sigur Johannes Jensen.

##med3##

Avbjóðingin er um veturin

Stóra avbjóðingin hjá hotellvinnuni er veturin.

– Frá november til februar er næstan deytt. Tað er tann stóra avbjóðingin. Høvdu bíleggingarnar verið javnari um alt árið, so høvdu inntøkurnar eisini verið meir støðugar, og tað hevði ikki verið so tungt at rikið. Vit síggja ikki enn tey stóru úrslitini, at fleiri ferðafólk koma um veturin, sigur Johannes Jensen.

Men skulu vit veruliga vænta, at ferðafólk fara at koma allar 12 mánaðirnar um árið til Føroya?

– Hyggja við eftir býum uttan um okkum, so síggja vit, at ferðavinnan hevur ment seg sera nógv. Reykjavík hevur til dømis ment seg nógv síðstu 20 árini. Har eru bíleggingarnar av hotellkømrum í miðal fyri alt árið omanfyri 75 prosent. Eg veit ikki rættiliga, hvussu nógvar bíleggingar eru í Føroyum, tá ið øll hotellini verða tikin við, men eg meti varisliga, at hann liggur um 55-60 prosent fyri alt árið. Og tá skulu vit minnast til, at hann um summarið er næstan 100 prosent, meðan hann um veturin er rættiliga lágur, sigur Johannes Jensen.

Kapping frá airbnb

Hann vísir á, at tað serliga eru tvær kappingarfortreytir, ið eru týdningarmiklar fyri hotellvinnuna í Føroyum. Onnur er, hvussu nógv ferðavinan fer at vaksa, meðan hin er, um kundarnir velja airbnb fram um hotellkømur.

– Vit mugu staðfesta, at um airbnb ikki hevði verið, so høvdu vit ikki havt tann vøkstur í ferðavinnuni, sum vit hava havt síðstu árini. Airbnb hevur verið ein góður ventilur, tá ið hotellini ikki høvdu fleiri hotellkømur at bjóða fram, sigur hotellstjórin.

Sjálvur dámar honum væl kapping, men hann ynskir, at fortreytirnar eru tær somu.

– Eg vóni, at tað vera meiri skipað viðurskifti í framtíðini, tá ið talan er um airbnb, millum annað at hagtøl verða latin inn. So leingi reglur verða fylgdar viðvíkjandi trygd og rindan av skatti, so er tað í lagi við kapping, sigur Johannes Jensen.

Men kappingin er eisini millum hotellini, og har setir hann spurningin, um hon er rættvís.

– Tá ið Løgtingið stendur aftanfyri eitt felag, ið byggir nýtt hotell, so blandar tað almenna seg í vinnulívið. Er tað rættvíst, spyr Johannes Jensen.