17 fólk vilja avloysa Dia Midjord

Um tríggjar vikur verður nýggi kringvarpsstjórin kunngjørdur

Í gjár var freistin at søkja starvið sum Kringvarpsstjóri úti. Tá vóru 17 umsóknir komnar til starvið, veit Kringvarpið at siga.

Dia Midjord, sum hevur verið stjóri í Kringvarpi Føroya seinastu fimm árini, boðaði herfyri frá, at hann gevst í starvinum frá 1. august at rokna. Stjórar í Kringvarpinum eru áramálssettir, og tí skuldi søkjast eftir stjóra av nýggjum.

Nú skal setanarbólkur viðgera innkomnu umsóknirnar og hava samtalur við fólk. Sambært Kringvarpinum verður nýggjur stjóri kunngjørdur um einar tríggjar vikur.