- Vit vilja verða við til at veita Ukraina trygdarváttan saman við øðrum londum, sum vilja tað sama.
Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, í einari samrøðu við svenska útvarpið.
Sambært forsætisráðharranum kann Svøríki eitt nú hjálpa til við eftirlitinum í luftini og ansing av havøkjum.
Trygdarváttan frá vesturheiminum er eitt av týdningarmestu krøvunum hjá Ukraina fyri at gera eina avtalu við Russland.