18 føroysk ítróttafólk til ársins størstu kapping

Hesa ferð er amerikanski stórbýurin, Los Angeles, vertur

Nú um dagarnar fara 18 føroysk ítróttarfólk til Los Angeles í USA at vera við í Special Olympics World Summer Games. Leikirnir, sum eru fjórðahvørt ár, verða settir 25.juli og halda fram til 2. august.

 

Í døgnunum frá 21. - 24. juli, verða luttakaralondini gestir í ymsum býum í rundan um Los Angeles, og føroyski hópurin verður gestur í Santa Clarita.

 

- Tá fáa luttakararnir høvi til at læra eitt sindur um vertslandið og at laga seg til tíðarmunin, sum darvar ógvuliga nógvum á so langari ferð, sigur ÍSB.

 

- Tey fáa eisini høvi til at venja ítrótt, og til at venja seg við veðurlagið, sum er heilt øðrvísi enn tað er her hjá okkum.

 

Special Olympics World Summer Games er størsta ítróttatiltak í heiminum í ár. Heili 7.000 ítróttafólk verða við, umframt  3.000 venjarar og leiðarar. Ítróttarfólkini eru úr 177 londum, og tey fara at kappast í 25 ítróttagreinum. Harumframt verða eini 30.000 sjálvboðin úr ymsum londum, sum hjálpa til.

 

ÍSB sigur, at væntandi verða eini 500.000 áskoðarar, av teimum eru nógvir familjulimir, og tað er eisini løgd ein serlig skrá fyri familjurnar hjá ítróttarfólkunum.

 

- Special Olympics er felagsskapur, ið hevur til endamáls gjøgnum ítrótt at virka fyri ”inklusión, aksept og meðviti” fyri fólki við menningartarni, sigur ÍSB.

 

Felagsskapurin er heimsumfatandi við yvir fimm milliónum íðkandi í 180 londum, og hetta sæst eisini aftur í luttakaratalinum í leikunum.

 

ÍSB sigur, at føroyski hópurin er tann størsti nakrantíð við heili 18 ítróttafólkum og orsøkin til tað er, at fyri fyrstu ferð eru vit við í fótbólti. Í tí sambandi hevur Fótbóltssambandið gjørt av at stuðla einum liði á hesum leikunum.

 

Hinar ítróttagreinarnar, vit eru við í, eru svimjing, frælsur ítróttur, bocce og borðtennis.

 

Allar kappingar eru skipaðar soleiðis, fyrst verða ítróttarfólkini bólkað eftir styrki og førleika og síðani eru øll í einum finaluumfari í sínum styrkisbólki. Allar ítróttagreinirnar ganga eftir somu reglum og reglugerðum, sum annars eru galdandi fyri avvarandi ítróttagrein, við heilt fáum undantøkum.

 

Í Special Olympics høpi verður gjørt nógv fyri at fáa familjurnar hjá teimum íðkandi við í felagsskapin, og nógvir av áskoðarunum eru eisini familja hjá ítróttafólkunum.

 

- Úr Føroyum verða fleiri foreldur og systkin við, og tey fara at heppa á okkara fólk, og at vera við í øðrum tiltøkum, sum verða fyriskipað til familjurnar, sigur ÍSB.