Sum bæði íslendskir og føroyskir miðlar – bolt.fo – hava skrivað, so skal 07 Vestur hava nýggjan venjara til í seinasta lagið til komandi kappingarár. Hóast eina góða byrjan við átta stigum fyri 11 dystir [...] fo, at felagið leitar eftir nýggjum venjara, tí Heðin Askham heldur ikki fram komandi kappingarár. Sum skilst, so verður í longdini leitað eftir einum fulltíðarvenjara, ið kann flyta 07 Vestur eitt fet
Tað lá illa fyri hjá 07 Vestur, sum í kvøld var við Løkin í Runavík. Teir næstbestu hjá NSÍ vóru vertir, og teir sendu gestirnar vestur aftur við 5-3 tapi eftir 2-0, tá ið tað var hálvleikt. Hetta var [...] undan steðginum økti Jákup Reinert Højgaard um munin til 2-0. Seks minuttir eftir steðgin tóktist tað sum um, at spenningur fór at koma í aftur, tá ið innskifti Ragnar Weihe minkaði um munin til 2-1. Men longu
Tað gongur sum eftir ánni hjá 07 Vestur. Í dag hava vágamenn verið í Streymnesi, og teir eru á veg vestur aftur við trivaligum sigri. Úrslitið var 5-1 til 07. Í steðginum bendi einki á, at 07 Vestur skuldi [...] vágamenn orduliga bart. Jens Erik Rasmussen javnaði fýra minuttir eftir hvíldina, innskifti Jón Nielsen, sum nú aftur spælir í Vágum, eftir at hann hevur roynt seg á Argjum, legði 07 Vestur á odda miðskeiðis [...] Akselsen tvey mál. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú í stigum hevur lagt seg upp á síðuna av VB/Sumba, sum einki fekk við sær av Argjum í dag. 07 Vestur hevur betri málmun enn VB/Sumba, og tí er 07 Vestur ovast
Nú er tað greitt, at tað verða 07 Vestur og AB, sum næsta kappingarár flyta úr 1. deild og upp í Formula deildina. VB/Sumba tapti 2-0 í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tá ið AB samstundis vann [...] nóg mikið hjá EB/Streymi til at varðveita plássið í deildini. EB/Streymur er trý stig aftanfyri NSÍ, sum hevur væl betri málmun enn EB/Streymur. Meiri verður at frætta um dystirnar seinni í dag. 26. umfar
heimliga fótbóltinum seinnapartin. Fýra dystir í 14. umfari eru longu avgreiddir. Einastu feløgini, sum ikki hava spælt meiri enn helmingin av dystunum, eru 07 Vestur og B36. Tey hittast á Dungasandi se
Haraldsen formaður í 07 Vestur. Vit vilja takka Dan fyri samstarvið og ta orku, hann hevur lagt í arbeiðið sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur. Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd, og vit vænta at
ímóti Giza/Hoyvík legði 07 Vestur seg upp á síðuna á EB/Streymi, sum framvegis er topplið. Stóri maðurin í Sørvági var Gunleif Magnusarson, sum skoraði øll málini í 3-0 sigrinum. Fyrsta málið skoraði hann [...] Hansen, sum skoraði hattrikk. Hann hevur mist plássið á besta liðnum, men kanska avrikið í kvøld fær HB venjaran at umhugsa at taka Símin við aftur. Á Sandi endaði tað 1-1 millum B71 og Víking, sum eru niðast [...] málið, og tað seinna skoraði hann, eftir at fyrrverandi 07 Vestur málverjin, Petur Meinhard Magnussen, sum nú verjir málið hjá Giza/Hoyvík, fleiri ferðir og í einum og sama álopi hevði hálvbjargað. Fyri fyrstu
frá í fjør ímóti ÍF, sum spælir í næstbestu deildini. Og klaksvíkskvinnur lótu ongan iva vera um, at tær ætlaðu sær víðari í steypakappingini. Úrslitið gjørdist 12-0 til KÍ, sum var á odda við seks málum
gentufótbóltin í framtíðini. Tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa MB upp í 07 Vestur samstarvið, sum er ein samanlegging av SÍ og SÍF, so talan verður um eitt felag í oynni. Tað verður leisturin á gentusíðuni [...] samstarv um gentufótbóltin frá kappingarárinum 2023, verður skrivað á heimasíðuni hjá 07 Vestur. Tey, sum fylgja við kvinnufótbólti vita, at tað er ein avbjóðing at fáa nóg mikið av gentum at spæla fótbólt
Heimaliðið legði bragdliga fyri, men tað vóru gestirnir av Tvøroyri, sum eftir eitt korter legði seg á odda. Málskjútti var Bárður Dimon, sum var púra leysur undir málinum, eftir at hornaspark varð sent innfyri [...] hornaspark. Málskjútti var Dan Mortensen, sum stýrdi innlegginum í málið. ?Tíggju minuttir undan leikloki minkaði heimaliðið um munin. Málskjútti var Sunnleif J. Midjord, sum eftir innlegg var leysur undir málinum [...] og eisini Óli Hansen hjá NSÍ sá gult. HB er við enn Tað hevur gingið væl hjá næstbesta HB liðnum, sum hevur verið á heiðursmerkjaplássi, og aftur í dag hilnaðist tað væl. HB vitjaði á Argjum, og havnarmenn