Tað var einki at rafla um, tá ið oddaliðið í næstbestu fótbóltsdeildini, 07 Vestur, seinnapartin leygardagin vitjaði botnliðið, B68 á Svangaskarði. 07 Vestur vann heili 7-1, og harvið eru vágamenn framvegis oddalið og harvið besta boðið upp á uppflyting. B68 helt tørn í ein hálvan tíma, men so gekk skjótt, tí 07 Vestur skoraði trý mál í átta minuttir. Málskjúttar vóru Jovan Panic, Holgar Djurhuus og Henning Joensen. Eitt lítið korter eftir hvíldina skoraði 07 Vestur aftur, og níggju minuttir seinni var støðan 7-0! Málskjúttar hjá 07 Vestur í 2. hálvleiki vóru Jovan Panic, Jens Erik Rasmussen, Holgar Djurhuus og Henning Joensen. ?Tá ið tað restaðu tólv minuttir pyntaði Andrias Højgaard um fyri B68 so úrslitið gjørdist 7-1 til 07 Vestur.
TB vann á FC Hoyvík
TB er framvegis á uppflytingarkós. Leygardagin vann aldursforsetin í føroyskum fótbólti 2-1 á FC Hoyvík á niðara vølli í Gundadali. Hálvleiksstøðan var 1-0 til TB. Heimaliðið legði bragdliga fyri, men tað vóru gestirnir av Tvøroyri, sum eftir eitt korter legði seg á odda. Málskjútti var Bárður Dimon, sum var púra leysur undir málinum, eftir at hornaspark varð sent innfyri. Tíggju minuttir eftir hvíldina økti TB um leiðsluna, og aftur hesa ferð var tað eftir hornaspark. Málskjútti var Dan Mortensen, sum stýrdi innlegginum í málið. ?Tíggju minuttir undan leikloki minkaði heimaliðið um munin. Málskjútti var Sunnleif J. Midjord, sum eftir innlegg var leysur undir málinum. Síðstu løtuna trýsti heimaliðið nógv fyri at vinna í hvussu so er eitt stig, men tað eydnaðist ikki at skora, og harvið vann TB 2-1. ?
KÍ aftur á slóðina
Tað var akkurát fyri og ikki nógv meiri enn tað, tá ið KÍ seinnapartin vitjaði við Løkin í Runavík. KÍ vann 2-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0. Miðverjin Sørmund Kallsø stútaði eftir hornaspark fyrra málið í 1. hálvleiki, og tá ið tað restaði ein lítil løta staðfesti álopsspælarin Bárður Heinesen sigurin við rimmar langskoti. Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið hug at leggja trýst á. Teir gulu høvdu fleiri hornaspørk, uttan at tað stóðust rættuliga vandamiklar støður burturúr. Rættiligt kortrok var í góðveðrinum við Løkin. Per Langgaard hjá heimaliðnum sá reytt í 88. minutti, eftir at hann innanfyri ein minutt tvær ferðir hevði sæð gula kortið. Seks klaksvíkingar vórðu skrivaðir upp í bókina hjá dómaranum, og eisini Óli Hansen hjá NSÍ sá gult.
HB er við enn
Tað hevur gingið væl hjá næstbesta HB liðnum, sum hevur verið á heiðursmerkjaplássi, og aftur í dag hilnaðist tað væl. HB vitjaði á Argjum, og havnarmenn fóru heim um aftur ánna við fullari úrtøku. Málini vórðu skorað eftir tíggju minuttum seint í fyrra hálvleiki. ?Málskjúttar vóru Bárður Mortansson í 28. minutti og Johan Ejvind Mouritsen í 39. minutti. Teir næstbestu hjá EB/Streymi vunnu 2-1 á Víkingi á útivølli. Øll málini fullu í fyrra hálvleiki. Jan Poulsen legði Víking á odda, men Teitur Joensen syrgdi við tveimum málum fyri, at EB/Streymur fekk øll tey trý stigini.