07 Vestur longri frá uppflytingini

1.DEILD: Við greiðum heimasigri syrgdu teir næstbestu hjá NSÍ fyri, at møguleikin viknaði hjá 07 Vestur at flyta upp

Tað lá illa fyri hjá 07 Vestur, sum í kvøld var við Løkin í Runavík.

Teir næstbestu hjá NSÍ vóru vertir, og teir sendu gestirnar vestur aftur við 5-3 tapi eftir 2-0, tá ið tað var hálvleikt.

Hetta var triðja tapið hjá 07 Vestur á rað. Liðið hevur síðstu vikurnar tapt ímóti HB (0-1), ímóti B68 (2-3) og so 5-3 tap í Runavík í kvøld.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er næstfremst við 43 stigum – eitt stig aftanfyri Víking – og at 07 Vestur er á fjórða plássi við 38 stigum. KÍ er á triðja plássi við 38 stigum, men klaksvíkingar hava spælt tveir dystir færri enn 07 Vestur.

Treytin fyri at flyta upp er, at liðið endar millum trý tey fremstu.

Andri Benjaminsen setti hol á longu í fjórða minutti, og dygst undan steðginum økti Jákup Reinert Højgaard um munin til 2-0.

Seks minuttir eftir steðgin tóktist tað sum um, at spenningur fór at koma í aftur, tá ið innskifti Ragnar Weihe minkaði um munin til 2-1. Men longu tríggjar minuttir seinni økti Mórits Heini Mortensen um munin til 3-1 við brotssparki, og so gekk skjótt hjá NSÍ. Fýra minuttir seinni økti Aron Knudsen um munin til 4-1, og tað gingu bara seks minuttir aftrat, so var superveteranurin Christian Høgni Jacobsen uppá spæl. Tveir minuttir eftir, at hann varð skiftur inn, skoraði hann og so var 5-1.

Fram ímóti dystarenda syrgdi 07 Vestur við at skjóta tvey mál fyri at úrslitið ikki varð heilt so ljótt. Málini skoraðu Ragnar Weihe og Jákup Sveinbjørn Olsen.