07 Vestur og B36 eru illa sperd

Seinnapartin er uppgávan hjá vertunum at renna undan botninum, og hjá gestunum verður uppgávan at renna eftir møguleikanum at spæla í Europa

Tað verður friðarligt í heimliga fótbóltinum seinnapartin. Fýra dystir í 14. umfari eru longu avgreiddir. Einastu feløgini, sum ikki hava spælt meiri enn helmingin av dystunum, eru 07 Vestur og B36. Tey hittast á Dungasandi seinnapartin.

 

Støðutalvan sigur, at nú er tað bara eitt stig frá 07 Vestur og aftur til B68, ið er á niðurflytingarplássi, og støðutalvan sigur, at nú er B36 á fimta plássi – eitt stig aftanfyri EB/Streym.

 

Hjá 07 Vestur eru Hákun Edmundsson, Ári Arge og Dann Fróðason skaddir, og tað er ivasamt, um Sølvi Egilsson, Dánjal Pauli Lervig og Janus Svabo Samuelsen eru førir fyri at spæla.

 

Hjá B36 er Magnus Holm Jacobsen tøkur aftur eftir leikbann, og Hannes Agnarsson er við aftur, eftir at hann í vár hevur spælt við HIK í Danmark. Andrass Johansen, Benjamin Heinesen og Andrias H. Eriksen eru skaddir. Tað er ivasamt, um Bjarki C. Nielsen er førur fyri at spæla.

 

07 Vestur – B36: Dagfinn Forná kl. 15.00