07 Vestur nýtt oddalið

Tað gongur sum eftir ánni hjá 07 Vestur. Í dag hava vágamenn verið í Streymnesi, og teir eru á veg vestur aftur við trivaligum sigri. Úrslitið var 5-1 til 07.

Í steðginum bendi einki á, at 07 Vestur skuldi vinna stórsigur, tí tá ið teir fóru at hvíla seg, var EB/Streymur á odda. Málið skoraði Niels Pauli Danielsen miðskeiðis í 1. hálvleiki.

Men eftir steðgin gjørdu vágamenn orduliga bart. Jens Erik Rasmussen javnaði fýra minuttir eftir hvíldina, innskifti Jón Nielsen, sum nú aftur spælir í Vágum, eftir at hann hevur roynt seg á Argjum, legði 07 Vestur á odda miðskeiðis í 2. hálvleiki. Silva økti um munin til 3-1 fýra minuttir eftir leiðslumálið við stútara eftir fríspark, og síðstu løtuna skoraði Tór-Ingar Akselsen tvey mál.

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú í stigum hevur lagt seg upp á síðuna av VB/Sumba, sum einki fekk við sær av Argjum í dag. 07 Vestur hevur betri málmun enn VB/Sumba, og tí er 07 Vestur ovast á talvuni eftir trettan umfør.