akið - innsiglingina - tí so var vandi fyri, at onkur annar bátur lá á teirra plássi, tá teir løgdu at landi aftur. Hetta var ikki serliga nøktandi, hvørki fyri fyrireikarar ella bátaeigarar. Tí byrjaðu [...] teir nú av álvara gjørt seg út, og hava útvegað sær ikki færri enn 85 metrar av atløgusíðu aftrat, eins og møguleikarnir at fáa streym og vatn úr landi eru batnaðir almikið. Fyri at betra um tænastuna uppaftur [...] sera eymir um sínar bátar. Og tí eru teir heldur ikki serliga fegnir um, at fólk ganga bát av báti fyri at koma til sín egna bát, slær Rógvi Nielsen fast. Veruleikin er jú hann, at liggur ein uttast í røðini
vóru so bangin fyri at missa arbeiðið, at tá ið tey høvdu verið á løngjaldsstovuni eftir lønini, fóru tey beint í handilin og settu hana inn har, so at tey kundu keypa fyri hana. Glaður fyri vánaligan fiskiskap [...] Reiðararnir og arbeiðsgevararnir vóru yvirhøvur eisini keypmenn og ístaðin fyri at betala fólkinum lønina út, vórðu tey noydd til at keypa fyri hana í handlinum. Sostatt vóru arbeiðsfólk og fiskimenn bundin til [...] fólk, ið høvdu hug at bróta verkfallið. Men tað endaði við, at arbeiðsgevararnir máttu boyggja seg. Fyri at tryggja arbeiðsfólkið, varð løngjaldsstova sett á stovn. Hagar skuldi arbeiðsgevararnir betala
linjumaður og við at leggja telefon inn í so mong hús í sunnaru helvt av Suðuroynni. Pidda hevur verið úti fyri ymiskum merkisverdum hendingum sum ungur. Í 1927 hendi ein vanlukku sum mundi kravt mannalív í Porkeri [...] var sokkið og sjólótust 12 menn, ið vóru staddir har frammi. Afturpartur skipsins fleyt og rak nú fyri vág og vind. Pidda var henda dagin komin umborð á postbátin, sum skuldi til Vágs, men á veg inn fingu [...] verið ein sera fryntligur og hugnaligur maður at hitt. Hóast sín høga aldur má sigast, at hann ber seg ómetaliga væl. Hann er framvegis virkin og er javnan at síggja bæði í bø og haga.
nærumhvørvinum og fekk niðurskrivað fleiri hundrað løg, sum tískil eru varðveitt fyri eftirtíðina. Men hann hevði eisini áhuga fyri siðsøgu, sum hann eisini fekk skrivað nógv av. Christian var ógiftur, men hann [...] loftið at leita. Har rann hon seg fram á upprunahandritið til bókina, sum hevði ligið har meira enn hálva øld. Eg fekk tískil eitt fotokopi av handritinum. Nú vísti tað seg, at bókin var munandi longri [...] latið landsbókasavninum. Louis Helt hevur uppiborið stóra tøkk uppiborið fyri hesa vælvild, og tað sama hevur Dorte Weiss fyri hennara medvirkan. Framúr søga Hjá søgufróðum er hetta ógvuliga áhugavert
Beiti Føroya Løgting játtaði í fjør pening til at gera eina langtíðarætlan fyri samferðsluíløgur í Føroyum. Sambært fíggjarlógini fyri 1998 var endamálið at samskipa samferðsluna betri og gera kostnað-nyttu [...] sigur Finnbogi Arge, at samferðsluætlanin lýsir nýggjar verkætlanir, ið kunnu fáa avgerandi týdning fyri samferðslukervið. Tó eru fleiri verkætlanir eftir, ið ikki eru tiknar við. T.d. eru einstøk vegastrekki [...] fast samband við meginøkið, og Sandoyggin og Suðuroyggin fáa nýggj og betri skip, eru fortreytirnar fyri menning av vinnulívi og trivnaði hjá borgarum munandi batnaðar. ? Samferðsluætlanin skal ikki skiljast
royndir, og at hann tí ikki er førur fyri at taka týðandi avgerðir, sum kunnu umfata amerikanska hermegi uttanlands. Tann spurningin tók Obama upp í morgun. -Sum ovasti fyri hermegini fari eg ikki at drála [...] hevur gildið, men samstundis eisini tann mest ágangandi. Sum væntað var tað kappingarneytin, sum stóð fyri skotum. -John McCain er góður við tað amerikanska fólkið, men hann skilir ikki tann vanliga amerikanaran [...] drála tað minsta, tá tað snýr seg um at verja land okkara, men eg fari ikki at senda hermenn av landinum uttan eina greiða uppgávu og uttan ta neyðugu útgerðina, eins og teir skulu fáa ta røttu móttøkuna, tá
flokkinum fyri at hava tilnevnt seg forsetavalevni, og fagnaðurin frá teimum næstan 85.000 áskoðarunum mundi ongan enda fingið. Í røðu síni bað Obama amerikanararnar endurfinna eitt felags mál fyri tjóðina [...] tjóðina og leggja politikkin hjá Bush-stjórnini aftur um seg. Samstundis fanst hann hvassliga at kappingarneytanum, John McCain, sum sambært Obama ikki skilir tann vanliga amerikanaran og hansara gerandisdag
er at staðfesta, hvussu okkara skúlaverk og næmingar eru fyri samanborið við skúlaverk og næmingar í øðrum londum, og hvat vit eiga at gera fyri alla tíðina at betra um skúlan, sigur Mentamálaráðið. - [...] at vit kunnu samanbera okkum við onnur framkomin lond. PISA-kanningarnar, sum OECD stílar fyri, hava víst seg at verið eitt gott amboð at nýta hjá skúlaverkunum í teimum ymsu londunum, tá ið metast skal [...] næmingunum, sum verða PISA-kannaðir í 56 londum, kring allan heimin í dag. Vit eiga at vita í staðin fyri at gita Hesi eru boðini úr Mentamálaráðnum, nú føroysku skúlabørnini verða PISA-kannað. Og sambært
ikki pláss fyri teimum á skúlunum. - Vit hava avmarkað pláss og tí hava vit ongan møguleika at játta øllum umsøkjarunum, hóast teir eru skikkaðir. Støðan á handilsskúlanum kemur ógvuliga tvørt fyri hjá nógvum [...] kapping við onnur lond og kunnu vit ikki levera fólk við nóg góðum førleika til hægri lestur, klára tey seg sjálvsagt ikki nóg væl og tí hevur tað stóran týdning at hava kappingarførar útbúgvingar. - Og skulu
deyð, men at løgreglan óttaðist fyri, at talið av deyðum fer at vaksa. – Eg dugi ikki at upplýsa nágreiniliga talið av deyðum beint nú, men tað er umleið 60. Vandi er fyri, at talið av deyðum fer at hækka [...] biði djúpastu samkenslu við teimum, sum hava mist familjulimir og biði um, at tey særdu kunnu koma fyri seg skjótast gjørligt, skrivar Droupadi Murmu. Sambært Reuters sigur embætismaðurin Ashish Kumar í Hathras [...] hækka, sigur Manish Chikara, sum er talsmaður fyri løgregluna, við Reuters. ##med2## Yogi Adityanath, sum er ráðharri í statinum, hevur biðið løgregluna um at seta kanningar í verk av vanlukkuni. Forsetin