85.000 lýddu á Obama

Næstan 85.000 fólk vóru á leikvøllinum í Denver í morgun og lýddu á Barrack Obama Barrack Obama takkaði í morgun demokratiska flokkinum fyri at hava tilnevnt seg forsetavalevni, og fagnaðurin frá teimum næstan 85.000 áskoðarunum mundi ongan enda fingið.

Í røðu síni bað Obama amerikanararnar endurfinna eitt felags mál fyri tjóðina og leggja politikkin hjá Bush-stjórnini aftur um seg.

Samstundis fanst hann hvassliga at kappingarneytanum, John McCain, sum sambært Obama ikki skilir tann vanliga amerikanaran og hansara gerandisdag.