hevur stóran týdning fyri okkum at fáa ein sáttmála, sum hendan,vit fingu í dag, sigur Frithleif Olsen á FJM í Runavík - Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at fáa ein sáttmála sum hendan. Frithleif Olsen [...] higartil. - Hetta er eitt fínt høvi at hitta viðskiftafólk og vit so harafturat fáa ein hampiliga stóran sáttmála, er ein eykavinningur, sum ikki kunnu annað enn fegnast um. [...] Olsen, leiðari á FJM í Runavík, kann ikki vera annað enn væl nøgdur við Fish Fair stevnuna. FJM er ein av teimum fyritøkunum, sum tað hevur eydnast at fáa ítøkiligan sáttmála undir land á stevnuni. Tað hendi
leygarkvøldið. Ein er í upptøkuhølunum og spælir og veit kanska ikki hvussu tað verður móttikið, ið ein ger. Nú veit ein, at ein kanska fær okkurt. Hetta við planetunum og heiðranini er ein gularót, metir [...] Hetta er ein viðurkenning og er jú positivt í sær sjálvum. Tónleikarar hava ikki verið so viðurkendir áður, men hetta er eitt herðaklapp, sigur Kim Hansen í viðmerking til heiðurin, ið hann fekk sum ársins [...] at tað er gott, at fólk, sum arbeiða innan tónleik, fáa eina viðurkenning. Tað er eisini gott, at ein verður vigaður, heldur Kim. Tað eru altíð byrjanartrupulleikar, tá slík tiltøk skulu stáplast á beinini
meir enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein sum fer inn í ein handil og keypir sær ein drakt, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið [...] árini. Eisini hevur verið pyntað við ljósperum og ballónum hvørt ár. Sigast kann, at hetta er vorðin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni , men nógv eru [...] vágafólki at koma til tiltakið. Og mong av teimun sum koma hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Ein hevur týðuliga sæð, at nógv av teimun hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær eina drakt.
Hetlandi. Ein stásiligur og sera reinur býur í miðaldarstíli. Fyrst tók nýkomna ferðalagið tað stillisliga. Foreldrini, ið vóru við, gjørdu eina góða máltíð á sera góða vallaraheiminum. Ein kann gerast [...] hugsanin kemur til ein, um ikki hetta eisini ber til í Føroyum í sama mun. Konsert Leygardag var konsert saman við ungdóms bigbandinum í Lerwick. Eitt vælspælandi band og teirra sangarinna var ein nýggj Norah [...] Ein savnan av tónleikanæmingum í allari Suðuroynni hevur fingið heitið Suðuroy Concert Band. Hesin bólkur vitjaði í døgunum 8. til 12. februar í Lerwick í Hetlandi. Eftir 12 tímar við Norrønu, náddu øll
almenna í Føroyum. Heimurin er vorðin ein arbeiðsmarknaður, og heimurin liggur opin fyri teimum, sum hava áræði og eina góða fakliga og ástøðiliga útbúgving. Hetta er ein tann mest sjónliga avleiðingin av [...] føroyskum, donskum ella altjóða lærustovnum lata sær ikki lynda bert at koma á ein ella annan almennan lønarlista. Tey seta í dag, eins og somu sosialu bólkar í útheiminum, stór krøv til sjálvt starvið og st [...] Hetta snýr seg ikki bert um ein starvsbólk. Hetta snýr seg um almennan starvsfólkapolitikk sum heild og hetta snýr seg um almennan hugburð mótvegis almennum stovnum og almennari fyrisiting. Hetta snýr
mangan hevur verið baldrut, tá stendur hon fyri mær, sum ein kvinna, sum varð vakt av Harranum sum ung og livdi í vekingini alt lívið. Ein vegleiðari - ein fyrimynd er farin. Eg fari tí at enda við hesum orðum: [...] hvussu nógv okkara land, okkara fólk og kirkjan hevur mist, nú Maja er farin. Hon var ein bønarhetja burturav, ein andans stríðsmaður, altíð á varðhaldi líka til tað seinasta, nú hon varð tikin heim, 89 [...] Frelsunarherinum. Nógvar kvinnur luttóku, men eg legði beinanvegin merki til hesa kvinnuna, sum hevði ein serligan myndugleika. Aftaná fekk eg at vita, at hetta var Maja Dalsgarð. Seinni fekk eg tann frammíhjárætt
fingu Una Matras og Johan Simonsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 9. september fingu Valborg og Fróði Josephsen, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4600 gr [...] Sunniva Nielsen og Birgir Andreasen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 5300 gr. 11. september fingu Sólgerð og Signar á Reynatrøð, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3000 gr [...] Hon var 51 cm. long og vigaði 3175 gr. 9. september fingu Ásbjørn og Beinta Berthelsen, Strendur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3930 gr. 9. september fingu Ann-Mari og Jákup av Skarði, Nólsoy
Samkomur: Ein skal ikki leita leingi undir tiltøkum í bløðunum, fyrrenn ein fær eyga á tann týdning, sum páskir hava í teimum ymisku kirkjunum og samkomunum kring landið. Nógvastaðni skipar ein beinleiðis [...] ítróttarhøllina í Runavík alt fram at 2. páskadegi. Millum aðrar páskastevnur kann nevnast ein í Skálanum í Klaksvík, ein í Missiónshúsinum í Porkeri og eina missiónsviku, sum veðrur hildin í Dali. Frelsunarherurin [...] beinleiðis fyri páskastevnum, onkustaðni er missiónsvika á skránni, meðan ein aðrastaðni stillisliga og einfalt savnast til møtir. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum hava prestarnir úr at gera slíkar dagar, og tað
formanninum í Tjóðveldisflokkinum. Ein stórur lætti Høgni Hoydal fór úr 2640 atkvøðum í 2001 og upp í 2799 atkvøður hesaferð. Framgongd, sigur og ein lætti. ? Ja, tað kendist sum ein stórur lætti, at valið varð [...] Høgni Hoydal hevur meira enn einaferð síðstu mánaðirnar verið trongdur upp í ein krók. Innanhýsis stríðið við Torbjørn Jacobsen hevur verið slítandi fyri hann og flokkin, og tí var stórur spenningur um [...] hvussu Tjóðveldisflokkurin og serliga formaðurin fór at klára fólkatingsvalið hesaferð. Úrslitið var ein álitisváttan til Høgna Hoydal, sum fekk enn fleiri atkvøður enn á tí frálíka valinum fyri trimum árum
ikki fór at koma aftur til familju sína. Tveir mánaðir seinni fór ein maður á fleyg eftir lunda. Tá hann var komin hálva leið, kemur ein hundur aftanífrá og snoddar hann á hondina. Maðurin helt fram og [...] tað seg, at tað var Marta: - Tá gjørdist eg sera, sera glaður. Marta er ein frálíka væl vandur seyðahundur, og tað hevur verið ein stórur missur hjá okkum, nú hon hevur verið burtur í heilar tveir mánaðir [...] René Hansen og Marta vóru sum vant ein dagin í haganum í Nólsoy eftir seyði, men brádliga var Marta horvin. René og familja hansara leitaðu íðin eftir Martu í fleiri dagar, men tá einki spurdist burtur