René Hansen og Marta vóru sum vant ein dagin í haganum í Nólsoy eftir seyði, men brádliga var Marta horvin.
René og familja hansara leitaðu íðin eftir Martu í fleiri dagar, men tá einki spurdist burtur úr leitingini, slógu tey seg syrgin til tols við, at hon helst var dottin oman av fjallinum og ikki fór at koma aftur til familju sína.
Tveir mánaðir seinni fór ein maður á fleyg eftir lunda. Tá hann var komin hálva leið, kemur ein hundur aftanífrá og snoddar hann á hondina. Maðurin helt fram og fór á fleyg uttan at hugsa stórvegis um hundin. Men tá maðurin var á veg heimaftur, stóð hundurin sama stað og bíðaði. Hundurin var rak og sera illa fyri, men fylgdist tó trúliga allan vegin heim aftur í bygdina við manninum. Maðurin valdi tískil at spyrja í bygdini, um nakar kendist við hundin. Ein kona mældi honum til at ringja til René Hansen, tí hann átti fleiri seyðahundar. Maðurin so gjørdi. Tað fyrsta, René svaraði, var: Nei, eg veit ikki um nakrar hund, men tá maðurin so greiddi honum frá, at hundurin var sera rak og illa fyri, kom Marta honum aftur til hugs, og René kvikaði sær avstað at hyggja eftir hundinum. So skjótt René var í nánd, kom hundurin, alt hann var mentur rennandi fegin ímóti honum. Tá vísti tað seg, at tað var Marta:
- Tá gjørdist eg sera, sera glaður. Marta er ein frálíka væl vandur seyðahundur, og tað hevur verið ein stórur missur hjá okkum, nú hon hevur verið burtur í heilar tveir mánaðir, sigur René og skoytir uppí, at Marta var sera illa í holdum, tá hon endiliga koma afturíaftur:
- Hon hevur helst einki serligt etið í langa tíð, men nú gongur framá, sigur ein sera fegin René Hansen at enda.