Oddagrein· Ein trupulleiki hjá samfelagnum

Blaðið hjá felagnum Føroyskum sjúkarøktarfrøðingum, Vøka, finst í oddagrein harðliga at viðurskiftunum hjá sjúkarøktarfrøðingum á Landssjúkrahúsinum. Víst verður á dýra vikarnýtslu og víst verður á stórt starvsfólkatrot innan røktarøkið. Vit hava áður her víst á, at spurningurin um sjúkrarøkt og eldrarøkt á høgum dygdarstigi fer at gerast ein av teimum stóru samfelagsspurningunum í framtíðini. Vit hava framvegis hesa áskoðan, og vit sóknast framvegis eftir einum víðskygdum politikki á økinum. Tá tað eru dupult so nógv leys størv, sum talið av júst lidnum bachelorum innan hetta týðandi røktarøkið, so er tað okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt.

Hetta snýr seg ikki bert um ein starvsbólk. Hetta snýr seg um almennan starvsfólkapolitikk sum heild og hetta snýr seg um almennan hugburð mótvegis almennum stovnum og almennari fyrisiting. Hetta snýr seg harnæst um útbúgvingarpolitikk, sum vit venda aftur til í eini komandi oddagrein. Sum heimurin sær út í dag, er tað ikki longur givið, at ungir føroyingar, sum fáa sær útbúgving, av sær sjálvum søkja starv innan tað almenna í Føroyum. Heimurin er vorðin ein arbeiðsmarknaður, og heimurin liggur opin fyri teimum, sum hava áræði og eina góða fakliga og ástøðiliga útbúgving. Hetta er ein tann mest sjónliga avleiðingin av altjóðagerðini. Tilvitandi, upplýst ungfólk, nýklakt frá føroyskum, donskum ella altjóða lærustovnum lata sær ikki lynda bert at koma á ein ella annan almennan lønarlista. Tey seta í dag, eins og somu sosialu bólkar í útheiminum, stór krøv til sjálvt starvið og starvsinnihaldið.

 

Hesi krøv snúgva seg ikki bert um eina góða løn. Tey snúgva seg eins nógv um avbjóðingar, um virðing, um menningarmøguleikar, um ávirkan á egnar arbeiðsuppgávur. Hetta snýr seg um liðiligar arbeiðstíðir, um mentanartilboð, frítíðarmøguleikar, um fysiska og mentala arbeiðsumhvørvið. Hetta snýr seg um útlit fyri eini góðari og spennandi yrkisleið og møguleikar fyri framflutningi. So kann verða spurt, hvussu tær almennu Føroyar eru fyrireikaðar til at taka ímóti hesum fólkum. Vit hava ein varhuga av, at tað stendur ikki ov væl til her. Tað má vera nakað galið, tá so lítil áhugi er fyri almennum størvum og fólk ikki støðast. Í áravís hava politikkarar og toppembætismenn skrivað og talað um almennan starvsfólkapolitikk. Alt bendir á, at enn er langt á mál, og tí má onkur nú taka ábyrgd av hesum máli, tí kemur ikki broyting í gerast vit øll taparar – ikki bert sjúklingar og gomul, men borgarin og vinnulívið sum heild.

 

Sosialurin