Páskamøtir kring alt landið

Páskir eru tann høgtíðin har flest andalig tiltøk eru á skránni. Kring landið verða nógv møtir hildin, samstundis sum ein eisini hevur føstu, vøku, listaframsýning og dans.

Samkomur: Ein skal ikki leita leingi undir tiltøkum í bløðunum, fyrrenn ein fær eyga á tann týdning, sum páskir hava í teimum ymisku kirkjunum og samkomunum kring landið.
Nógvastaðni skipar ein beinleiðis fyri páskastevnum, onkustaðni er missiónsvika á skránni, meðan ein aðrastaðni stillisliga og einfalt savnast til møtir.
Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum hava prestarnir úr at gera slíkar dagar, og tað sama hava eisini trúboðarar og samkomuleiðarar, tí nógv tiltøk standa á skránni hesa komandi vikuna.
Felags fyri øll hesi tiltøkini er kortini tað, at ein hátíðarheldur hesa stóru kristnu hátíðina, tá Jesus fyrst doyði á krossinum, men tríggjar dagar seinni reis upp aftur av deyða.
Hetta verður gjørt við prædikum, talum, lovsangi, listaframsýning, filmi, retreati, vøku, tilbiðjan, føstu og eisini dansi.

Sangur og tala
Í fleiri støðum verða serstakar páskastevnur hildnar. Aðrastaðni í blaðnum er nevnd páskastevnan í Kelduni í Skálafirði, men hetta er kortini ikki einasta páskastevnan við Skálafjørðin.
Í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum skipar Heimamissiónin fyri páskastevnu, sum byrjar skírisdag og varir til 2. páskadag.
Tær fýra samkomurnar hjá Brøðrunum við Skálafjørðin bjóða eisini til páskastevnu. Talan er um samkomurnar Nebo á Toftum, Nerija á Skála, Berøa í Saltangará og Elim í Søldarfirði.
Byrjað verður við møtum í Nerija á Skála skírisdag og langafríggjadag, men síðani verða møtini flutt í ítróttarhøllina í Runavík alt fram at 2. páskadegi.
Millum aðrar páskastevnur kann nevnast ein í Skálanum í Klaksvík, ein í Missiónshúsinum í Porkeri og eina missiónsviku, sum veðrur hildin í Dali.
Frelsunarherurin í Vági fær serstaka vitjan um páskirnar, har norðmaðurin og majorurin Niels Bernhar Toppland talar. Hann var leiðari fyri Frelsunarherin í Vági í 1987 og vitjar nú aftur við talu og sangi sínum.