løgdu avstað frá Windsor Castle, tá marathonrenningin byrjaði. Hetta var ein av teimum heitu døgunum við næstan 28 stigum inni í býnum, og fleiri av rennarunum góvust rættiliga skjótt. Teirra millum vóru [...] kilometrar vóru eftir, var hann fýra minuttir framman fyri hinar, og lítil ivi var um, at hann mundi fara við sigrinum. Eingir stórskíggjar Men tann nógvi hitin ávirkaði eisini Heffron, og sum frá leið, misti [...] sótu áskoðararnir og bíðaðu. Tá í tíðini vóru eingir stórskíggjar, sum áskoðararnir kundu fylgja við á, og tí visti eingin inni á leikvøllinum, hvør fór at koma fyrstur inn ígjøgnum portrið. Tey keddu
eitt spennandi ár, og spenningurin helt sær enntá til síðsta leikumfar. KÍ endaði við 24 stigum, meðan VB var í hølinum við 22 stigum. HB hevði 21 stig, og sostatt kunnu vit staðfesta, at tað var sera javnt [...] tað ein lætti hjá KÍ kvinnunum, sum nú bert skuldu halda eini 2-0 leiðslu fyri at fáa meistaraheitið við sær til Klaksvíkar. Nervarnir komu tó aftur á KÍ liðið, tá Ingun Johansen skeyt eitt fríspark beinleiðis [...] Men KÍ noktaði at søpla meistaraheitið burtur, og Rannvá Andreassen fullførdi sítt hat-trick, tá hon við einum langskoti úr umleið 30 mera fjarstøðu smekkaði bóltin upp í málhornið og legði KÍ á odda 3-1
ágangandi, tey hildu vakt um náttina og tá ið tey ikki fingu prát við okkum, skrivaðu tey bara tað tey sjálv hildu. Og tað var als ikki í samsvari við sannleikan. Sóley var ein vøra sum skuldi seljast og tað gjørdust [...] øllum umstøðum fór at fáa annað blóð. Aftaná søgdu læknarnir, at hon bløddi meir enn teir høvdu roknað við. Tað var ikki ein spurningur, um hon skuldi hava blóð ella ikki, men ein spurningur um lív ella deyða [...] tankin, at hon skuldi fáa HIV-smittað blóð spøkti eisini. - Tað plágaði meg og eg vaknaði um náttina við marruni, at nakað ræðuligt fór at henda. Men tá ið vit spurdu um vit kundu sleppa at lata blóð varð
einum handli við millióna upphæddum. Scam Hesin svindul verður úti í heimi kallaður fyri »scam«, og í USA verða fólk árliga snýtt fyri yvir 300 milliónir dollarar, av fólki, sum lokka við at fólk vilja [...] gerast ovurrík við at rinda eina minni upphædd og samstarva, so er skilagott at kanna meylin. Taka vit dømi um National Lottery í Bretlandi, sum seinastu vikuna hevur ríkað undirritaða við 3,6 milliónum [...] ferðir. »Eri eg endiliga vorðin ein vinnari, ha?« Næsta stigið var, at eg skuldi seta meg i samband við ein, sum nevnist William, og hann skuldu gera tað neyðuga, soleiðis at eg kundi fáa pengarnar. Vit
teir elska mannin aftan fyri søguna. Tænastugentan við sjálvtøkuborðið, sum man vera um miðjan aldur, roynir at lurta eftir honum, meðan hon fæst við at fylla tey tómu føtini. Tað sæst á andliti og kroppi [...] mær til góðar, sigur hann við kirkjufólkið og tíðindamenninar. So fer hann yvir ímóti sjálvtøkuborðinum, har tann svarta tænastugentan stendur og stákast. Hann nevnir hana við navni og fevnir hana uttan [...] í statinum South Carolina, og senatorurin John Edwards var komin á vithan. Hann heilsaði monnunum við teirri sonevndu Clinton-heilsanini - tók í høgru hond teirra og legði vinstra arm á vinstra arm teirra
framhaldandi skuldu fylgja við hinum báðum oddaliðunum, StÍF og VÍF. Teir tríggir dystirnir, sum liðini higartil høvdu leikt í landskappingini hetta kappingarárið, vóru allir endaðir við neistasigri, um enn onkrir [...] bólturin ongantíð varð spældur inn um verjuna. Við tað at verjupartinum hjá Kyndli eydnaðist somikið væl, hendi tað seg eisini meira enn tí einu ferðina, at teir við fúkandi ferð kundu fara í kontra álop, og [...] onkrir teirra vóru sera teprir. Hinvegin vann Kyndil steypakappingina við sigri á júst Neistanum, so lagt var av sonnum um til ein sera spennandi dyst. Kyndil sat á øllum Fyrstu løtuna var tó ikki nógv
fekst ongan veg. Onkur sum kom fram við helt fyri, at »hasin bilurin hevur neyvan verið úti síðan asfalt kom á vegirnar«. Tíbetur kom ein jeepur framvið, og við sleipi frá honum fekst Boblan á rull [...] hon hevur luftkøldan 4-sylindara boksaramotor við 1200 kubikkum og 34 DIN hestum. Eitt sermerki er, at setrini á hesum Jeans-modellinum eru polstrað við cowboy-toyi. Hetta var nakað illa falmað av ljósi [...] árið – frá innast til uttast. Lítið var av rusti, bara skermkantar og trinbrettið. Men hurðarnar máttu skiftast. Boblan var lakkerað bæði uttan og innan –hon bleiv at kalla sum spildurnýggj. Trý tey fyrstu
sum eru til taks í sambandi við nógv umstrídda skrivstovumálið í Tinganesi, sum løgmaður sigur, var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, so at hann segði samgonguna við Tjóðveldið upp. Í uppritinum [...] uttaríkisráðnum “í sambandi við, at uttanríkisráðið hevur brotið seg inn í skrivstovuna hjá Peturi Petersen og sett Bjørn Kunoy í hesa skrivstovu”. Marjun Hanusardóttir fór at tosa við aðalstjóran, “tí henda [...] i, fór eg yvir at spyrja, um løgmaður ikki hevði tosað við HH. Jú, løgmaður hevði sent sms, men HH (Herluf Sigvaldsson, blm.) var ikki samdur við løgmann, segði hann. HS og eg fóru út á gongina, har BK
sosialistiskan politikk inn við móðurmjólkini. Og heiman ífrá varð eg lærd, at tað var ein skylda at taka lut í fakfelagspolitikki.Tí kendi eg tað eisini sum eina skyldu at vera við á fundum. Men at eg beinleiðis [...] ímóti henni. ? Eg varð eisini meiri enn einaferð beinleiðis hótt, enntá við lívinum. Men hon sigur, at hesar hóttanirnar rinu ikki við. ? Eg eri ískakøld fyri slíkum. Eg havi ongantíð funni meg í hóttanum [...] seta tað eftirlønarskipan í verk, sum vit nú hava arbeitt við í fleiri ár. ? Tað byrjaði longu, tá ið Samhaldsfasti kom. Vit tóku fult undir við Samhaldsfasta, tí hetta var ein skipan, sum ikki gjørdi mun
gjøgnum, tá teir skifta til felag í øðrum landi. Í samband við at Bogi Reinert Petersen í feburar 2013 skifti til ÍF, verður gjørdur sáttmáli við U21 landsliðsmiðvallaran, sum flytir til Føroyar úr Danmark [...] Áleið 5.000 krónur. Tað er bótin frá altjóða fótbóltssamgonguni, sum ÍF hevur fingið, tí sáttmálin við Boga Reinert Petersen manglaði eina undirskift. Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF, umsitur [...] Misskiljingin Stutt seinni takkar Ólavur Larsen fyri seg sum formaður hjá ÍF og Magnus Jørmundsson tekur við. Hvørt felag skal hava eitt umboð, ið tekur sær av TMS skipani. Viðkomandi skal hava tikið eitt TMS