Ein amerikonsk søga av tí rætta slagnum

Ein valfundur við John Edwards er sum ein politiskur missiónsfundur. Maðurin, sum stendur á talarastólinum, er ein, sum hevur álit á sær sjálvum og á søk síni, og sum stríðist fyri at lyfta onnur upp úr teimum smáu korunum, sum hann sjálvur kom úr.

Aftan fyri tað stóra sjálvtøkuborðið stóð ein svørt tænastugenta. Hennara uppgáva var at syrgja fyri, at nóg mikið av vellingi, pylsum og øðrum var á borðinum. Hon arbeiddi dúgliga, men gjørdi lítið burtur úr sær.

Hetta var ein sunnudag. Tey høvdu júst verið í kirkju í býnum Camden í statinum South Carolina, og senatorurin John Edwards var komin á vithan. Hann heilsaði monnunum við teirri sonevndu Clinton-heilsanini - tók í høgru hond teirra og legði vinstra arm á vinstra arm teirra. Eins og Clinton tók hann varisliga um kvinnurnar. Ei undur í, at summar av kvinnunum kendu seg í sjeynda himli, eftir at hann hevði fevnt tær. Sutt frammanundan hevði tíðarritið People Magazine kosið Edwards til tann mest tekkiliga amerikanska politikaran.

John Edwards greiddi kirkjufólkinum frá sínum uppvøkstri í einum lítlum býi. Pápi hansara var arbeiðsmaður og arbeiddi á einari klædnaverksmiðju sum so mangir aðrir menn í býnum. Tann ungi Edwards kundi farið somu leið sum pápin, tá hann var liðugur við skúlan. Hann kundi farið á klædnaverksmiðjuna, og so hevði hann arbeitt har enn. Men hann valdi at fáa sær eina útbúgving, og tað eydnaðist honum at gerast ein tann dugnaligasti sakførarin í øllum Suðurstatunum. Hann bleiv eisini ríkur.

Hetta er ein ótrúlig søga, ein amerikonsk søga av tí rætta slagnum. Áhoyrararnir vilja fegnir hoyra hana, og teir elska mannin aftan fyri søguna.

Tænastugentan við sjálvtøkuborðið, sum man vera um miðjan aldur, roynir at lurta eftir honum, meðan hon fæst við at fylla tey tómu føtini. Tað sæst á andliti og kroppi hennara, at hon hevur havt eitt strævið lív. Hvat skal hon halda um ein politikara sum John Edwards, sum sambært sakføraratíðarritinum North Carolina Lawyers Weekly eigur 38 milliónir dollarar? Er hetta ikki bara uppaftur ein av hesum ríku, hvítu monnunum?

Svarið finna vit í ævisøguni hjá senatorinum.

Allir áhoyrararnir, tænastugentan og kirkjufólkið, vita, at lívsleiðin hjá John Edwards hevur ikki verið nakar dansur á rósum. Hann byrjar hvønn einasta valfund við sanginum "I was born in a small town" ("Eg varð føddur í einum lítlum býi") , men har verður eisini sungið um stríð, sorg og sakn.

Í barnaheiminum hjá senatorinum vóru bara trý rúm - ein køkur, ein stova og eitt kamar, og pápin og mannan máttu arbeiða í vaktum á klædnaverksmiðjuni í Utica í South Carolina, so tey kundu gjalda húsaleiguna og læknarokningarnar. Húsini leigaðu tey frá verksmiðjuni.


Gløggur og dugnaligur

Tá tann lítli John Edwards fór í skúla, varnaðust lærararnir skjótt, at hann var sera namur, og hann var skjótur at taka av, tá hann fekk tilboð um at nema sær eina útbúgving. Tað er sagt um hann, at hann var íðin sum fáur, og tá skúlafelagarnir í sekstiárunum lótu hárið veksa og fóru at roykja hasj og tað, ið verri var, gekk John Edwards sína egnu leið. Hann klipti sær javnan, var høviskur og tók ikki lut í teimum nógvu mótmælisgongunum, sum tey lesandi javnan skipaðu fyri. Hann var ein av teimum, sum fingu tey eldru í sekstiárunum at halda, at USA hóast alt hevði eina framtíð. Í lestrarárunum møtti hann gentuni, sum seinni gjørdist kona hansara, og tá hann var liðugur at lesa løgfrøði, fór hann til arbeiðis.

Sum sakførari legði hann seg eftir málum, ið snúðu seg um endurgjald, og tað vóru serliga tey smáu og veiku, sum gjørdust viðskiftafólk hansara. Í 1985 gjørdist hann víða kendur, tá tað eydnaðist honum at vinna einum fyrrverandi alkoholikara 3,7 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri skeiva viðgerð á einum sjúkrahúsi. Í nítiárunum legði hann seg eftir at virka sum sakførari hjá børnum, sum høvdu fingið heilaskaða, tá tey vórðu fødd. Í 1997 átók hann sær at vera sakførari hjá einari gentu, sum hevði fingið skaða í einum svimjihyli. Felagið, sum átti svimjihylin, beyð sær til at rinda gentuni 17 milliónir dollarar í endurgjaldi. Men tað vildi Edwards ikki góðtaka, og tað endaði eisini við, at gentan fekk 25 milliónir dollarar.

Tey, sum kenna John Edwards, siga, at hetta sakarmálið gevur eina góða mynd av persónsmenskuni hjá manninum. Hann hevur ótrúliga stórt álit á sær sjálvum, og hann veit, nær hann kann vinna eitt sakarmál. Hann er heldur ikki bangin fyri at váða nógv, tí í síðsta enda lítir hann á, at nevningarnir ella veljararnir fara at geva honum rætt.

Hetta er tann almenni parturin av ævisøguni hjá John Edwards. Men søgan hevur eisini er persónligan part.


Sorgin

Men kirkjufólkið og veljararnir vita eisini um ein annan part av ævisøguni hjá John Edwards - tann týdningarmesta partin, sum Edwards sjálvur ongantíð tosar um: Sonin Wade.

Tann 16 ára gamli Wade líktist nógv pápanum, men ein dagin í apríl í 1996 doyði hann í einari ferðsluvanlukku. Vanlukkan mundi tikið beinini undan húskinum. John Edwards gjørdi av at lata sakføraraskrivstovuna aftur, og konan, sum eisini hevði arbeitt sum sakførari, gavst eisini. Tað kendist, sum alt, sum tey høvdu virkað fyri, var farið til geundar. John Edwards kom til ta niðurstøðu, at lívið var annað enn arbeiðið og hansara egna familja. Hann gjørdist trúgvandi og fann sína støðu í tí politiska lívinum. Í 44 ár hevði hann als ongan áhuga havt fyri politikki, og hann hevði mangan sitið við hús, tá amerikanararnir vóru á vali. Sonurin Wade hevði harafturímóti havt stóran áhuga fyri politikki, og hann hevði eisini skrivað eina stuttsøgu um politikk.

John Edwards valdi at fara upp í politikk, og á senatsvalinum í 1998 eydnaðist tað honum at fella ein republikanara, sum hevði sitið í Senatinum í mong ár. Edwards gjørdist ein lýsandi stjørna í tí demokratiska flokkinum. Í 2000 umhugsaði Al Gore at fáa sær hann til varaforsetaevni, og í ár var hann ímillum teirra, sum royndu at gerast forsetavalevni. Tað gjørdist hann ikki, men nú er hann varaforsetaevni hjá John Kerry.


Eitt var eftir

Valfundurin í Camden er liðugur. John Edwards fer yvir ímóti hurðini, og tíðindamenn og myndamenn gera seg til reiðar at seta honum spurningar. Men eitt er eftir.

-Haldið mær til góðar, sigur hann við kirkjufólkið og tíðindamenninar. So fer hann yvir ímóti sjálvtøkuborðinum, har tann svarta tænastugentan stendur og stákast. Hann nevnir hana við navni og fevnir hana uttan at geva sær far um tað dálkaða fyriklæðið. Hann brosar. Tað ger hon eisini. Tað er týðiligt, at hann fevnir ikki tænastugentuna fyri at geva myndamonnunum eina góða mynd. Nei, hetta er tann veruligi John Edwards, maðurin hjá teimum smáu og veiku.

Og hendan lýsingin gevur ta bestu frágreiðingina um, hví John Kerry valdi sær John Edwards til varaforsetaevni.

(Kelda: Berlingske Tidende)