hinum seinastu 20 kilometrarnar, men hvørja ferð var hann innheintaður. Tó so, við tveimum kilometrum eftir, royndi hann aftur. Og hesuferð gekk tað, eingin megnaði at fylgja honum, og hann helt undan [...] Tá gott 100 kilometrar vóru farnir, fór hann av súkkluni og setti seg á veggyrðingina. Hann lá longu tá 10 minuttir aftanfyri høvuðsbólkin, og ikki sá út til, at hann fór at halda á. Men eftir eina samtalu [...] liðleiðaran, reistist Andrew Talansky, setti seg á súkkluna, og við tárunum trillandi eftir kjálkunum stríddi hann seg seinastu 80 kilometrarnar, og megnaði akkurát at koma á mál innan tíðarfreistina, 37 minuttir
59 milliónir at innrætta og arbeiðið verður so gjørt liðugt hesi bæði næstu árini. Arbeiðið at innrætta bygningin verður boðið út tíðliga í summar og fer at taka 18 mánaðir og hølini verða leigað fyri [...] fundarhøli, prent, matstovu. - Av tí, at verkstøð og goymslur skulu virka í sama bygningi sum matstova og skrivstovur, verður spennið stórt millum rá arbeiðsrúm og tignarlig fundarrúm, sigur nevndarformaðurin [...] eisini frá fyritøkum kring landið og eisini uttanlands. Talan er um alt slag av umsóknum, men húsið skal brúkast til endamál, sum hava við sjóvinnu at gera, sigur hann. Og har eru nógvir møguleikar, tú húsið
ásannar, at talan er um lyklauppgerð, og at tað fyri hann og hansara menn snýr seg um at vinna: -Tað er á heimavølli, at vit skulu vinna sigrarnar. Ímóti AB eydnaðist tað, og vit ætla okkum aftur í kvøld at [...] kvøld, og hann tippar 2-1. -Tølini siga, at vit hava fingið betur fatur í verjupartinum. Trý tey fyrstu umførini vunnu vit einki stig, og málmunurin var 1-10. Síðandi hava vit megnað tvær ferðir 1-1 og tepurt [...] ferðirnar at vísa á, men vit vóna at vinna 2-0, sigur B68 venjarin, sum hevur allar sínar menn tøkar – eisini Mads Rosenberg, ið var leikbannaður ímóti AB og vandamikla álopsspælaran Jonleif Højgaard,
onglendingar og walisar seinasta døgnið hava gift seg, kunnu írar bert hyggja at. Teir kunnu ikki, eins og føroyingar, giftast við einum maka av sama kyni. Seinasta døgnið hevur Ongland og Wales skrivað [...] vígslurnar eru veruleiki, og Ongland og Wales nærum klappar í felag at hesum søguliga bragdinum. Men ein partur av Stóra Bretlandi kann ikki luttaka í brúðarfagnaðinum. Bæði írar og norðurírar kunnu nevniliga [...] einum maka av sama kyni, eins og føroyingar. Tó bendir nógv á, at írska fólkið hevur aðrar ætlanir. Írska fólkið stuðlar Ein spurnarkanning frá februar vísir, at beint undir 20% av veljarunum eru móti samkyndum
skinum. Vit hava fyrireika ætlanini í 2-3 ár og á býráðsfundinum mánakvøldið varð býráðið kunnað um hvussu nýggja ætlanin verður skipað og sett í verk – og í mars fara fyrstu húsarhaldini at skilja lívrunna [...] kommuna arbeitt við miðvíst við orku-, umhvørvis- og renovatiónsspurningum í kommununi við politikki undir heitinum “Vágs kommuna á grønari leið”. -Og nú verða týðandi stig tikin á renovatiónsøkinum, [...] frágreiðing um NÝSKIPAN OG NÝHUGSAN AV RENOVATIÓNSØKINUM – VÁGS KOMMUNA Á GRØNARI LEIÐ. Í grannalondum okkara hevur tað verið púra vanligt í nógv ár, at húsarhald skilja rusk heima við hús, og sjálvandi eiga vit
innbúgv og annars gera alt tað, sum krevst til eini hús at búgva í. ##med2# Pørini fáa 300.000 krónur í part at gera húsini fyri og sostatt krevst, at tey eru sparin og royna at endurnýta ymiskt. Og tað krevst [...] sendirøðin verður send og tað plaga at vera eini 600.000 fólk, sum hyggja. Í hesi fyrstu sendingini skulu Sunnvá og Martin gera sovikamarið í húsunum, men tað gongur ikki akkurát sum ætlað og nógv stendur á, [...] Í kvøld sleppa Sunnva Dahl Rasmussen av Argjum og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn, at royna síni evni sum handverkarar í sendirøðini, Nybyggerne, á TV2. Sendingin verður eisini sent í KvF. Hetta er fyrsti
odda 16-14, og eitt skiftið var Neistin á odda 30-25, men so gjørdi Team Klaksvík ein ótrúligan endaspurt og knógvaði ein sigur heim. Team Klaksvík hevur nú bæði vunnið á Neistanum, KÍF og H71 og skal takast [...] n 33-32 (14-16) Toppskjúttar Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 12 og Vuk Stevanovic 7. Toppskjúttar Neistin: Rasmus Søby 8 og Julian J. Kragesteen 7. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: [...] greiðir frá, at botnstøði hjá hansara monnum er ikki so gott, og tí hevur liðið tapt móti niðaru liðunum. Hinvegin er toppstøðið rættiliga gott, og tað hevur givið tríggjar góðar sigrar higartil. 4) Hoyr samrøðuna
elveitingarlógini. Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Og tað sigur hann, nú Umhvørvisstovan hevur givið Vindrøkt og Effo loyvi til at seta vindmyllur upp við Gellingarkletti. Men Sev hevur [...] streyminum frá myllunum. Kortini hevur Sev skyldu til at taka ímóti øllum streyminum og sostatt er inntøkan hjá Vindrøkt og Effo, tryggjað undir øllum umstøðum, hóast stórur partur av streyminum fer fyri skeyti [...] ður í orkumálum, nú greiða Løgtinginum frá hvørjar heilmildir, og hvørjar førleikar, Umhvørvisstovan hevur at taka eina slíka avgerð. Og landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá um tað kann vera rætt
kostar einar 15-20 milliónir. Men hann sigur, at tað er eisini greitt, at hetta eri ikki ein verkætlan, Tofta Kommuna lyftir einsamøll og tí er ætlanin, at bæði landsmyndugleikarnir, og Fótbóltssambandið [...] r vóru í Føroyum í 1989, gjørdu tey rennibreyt og vøll til frælsan ítrótt, og tá ið vit komu upp í altjóða kappingar í fótbólti, gjørdu tey grasvøll. Og hann heldur, at verður Svangaskarð innilokað, hevði [...] Vit eru klár og ganga bara og bíða til onnur eisini eru klár. Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Toftum. Í meiri enn trý ár hevur hann havt eina verkætlan liggjandi í skuffuni um eina marghøll
“Úlvur Úlvur”, og teir teljast millum størstu rapparar í Íslandi í løtuni. In.fo hevur fingið orðið á teir, og teir eru klárir til at vísa Føroyum, hvat íslendskt rapp er. Arnar Freyr Frostason og Helgi Sæmundur [...] manager, og tá royndi eg at kontakta G! Festivalin, men tey svaraðu ongantíð. So hetta er sum ein dreymur, sum er blivin til veruleika, sigur Arnar Freyr. Íslendskt og føroyskt mál er rættiliga líkt, og summir [...] hot fire og explosive energy ” til konsertina í kvøld. - Eg gleði meg ekstremt til showið í kvøld. Festivalurin er nógv størri, enn eg helt. Eg hevði onga hóming av, hvussu stórt hetta var, og eg visti