HB klintrar uppeftir

Tó at tað leingi gekk javnt á, so vann HB ein tryggan sigur á Skála, og er havnarliðið nú spakuliga farið at klintra upp eftir stigatalvuni

Fótbóltur

HB hevði í grundspælinum eina ta lakastu úrtøkuna, sum tær nakran tíð hava havt í bestu kvinnudeildini. Eitt at kalla nýtt lið skuldi spælast saman, og tá hetta samstundis varð gjørt uttan fleiri av teimum leikarum, sum áður hava verið týdningarmiklir brikkar hjá liðnum, var tað sjálvsagt, at hetta kostaði nakað.
Í endaspælinum hevur tó gingið nakað frægari, og útisigurin á Skála staðfesti helst, at HB nú spakuliga er um at koma fyri seg. Nakað gullmerki verður tað valla til í ár, men kunnu tær bara vera við í stríðnum um okkurt slag av heiðurskrónum, so hava tær longu rokkið væl longri, enn roknað varð við frammanundan.

Leingi javnt
Tó at tað var HB, sum størsta partin av dystinum var við yvirlutan, so skuldi ganga rúm tíð, áðrenn tær fingu hol á.
Leikararnir hjá báðum pørtum vóru so smátt farnar at hugsa um hálvleikin, tá tað brádliga eydnaðist Eyðfríð Kristiansen at skora, eftir at hon varð leikt leys nakað inni á Skála-hálvuni.
Málið gav sum vera man HB liðnum eitt sálarligt skump rætta vegin, og í seinna hálvleiki var lítil ivi um, hvat av liðunum var hitt betra.
Eyðfríð Kristiansen var aftur tann, sum skoraði til 2-0, tá eitt innlegg frá henni slapp at ferðast beina leið í meskarnar, og Eyðfríð var so eisini leikarin, sum legði upp til triðja málið, tá ein sending frá henni fann fram til Vivian Unadóttir, sum ikki hevði stórveis trupulleikar av at beina bóltin í málið.
Seinasta málið hjá HB skeyt Ása úr Dímun, tá hon var kvikast at reagera, eftir at Malan á Dunga hevði roynt seg við skoti.
Við sigrinum, hevur HB nú vunnið seg upp á triðja plássið í landskappingini, og einki er at ivast í, at tað er ein hampuliga hugalig støða hjá bæði leikarum og venjara, soleiðis at vera við í heiðursmerkjastríðnum, hóast liðið enn er í eini uppbyggingarfasu.