Mikudagin í farnu viku var av allar ringasta veðri kring alt landið.
Streymurin var hinvegin sera góður, men við teirri vindferðini ið var, hevði tað verið óðamannaverk at lagt frá landi við einum útróðrarbáti.
Hósmorgunin var veðrið munandi frægari, - so frægt, at útróðrarmenn kring landið byrjaðu at rigga til at fara til útróðrar aftur longu sama kvøld.
Á havnarlagnum heima á Sandi er kortini ikki nógv lív at hóma henda morgunin. Frammanfyri ein av mongu útróðrarbátunum stendur tó ein bilur.
Umborð á eina útróðrarbátinum, Syðraberg SA 300 er Richard Hentze í ferð við at gera onkrar smærri umvælingar við línuspælið.
- Ja, alt slítist, sigur hann við einum brosi, tá umboðini fyri Sosialin fregnast eftir tíðindum.
Uttan hesar línubustirnar verður tað bæði tyngri og óhugaligt hjá fólki í landi at egna stamparnar. Ein rein lína er ikki at forsmáa!
1600 pund
Tað er longu liðin vika síðani at hann var seinast á útróðri – fríggjadagin í vikuni frammanundan.
Henda dagin legði hann frá landi við 12 stampum og tá hann kom aftur at landi hevði hann 1600 pund umborð.
Vanligt er at leggja veiðuna upp á Sandi, men ta ferðina varð hon løgd upp í Miðvági.
Men henda kalda hósmorgunin í farnu viku, var Richard farin oman í bátin sum so mangan áður.
Riggast skuldi til nýggjan túr seinni um kvøldið.
Triði báturin
Syðraberg er ein reyðmálaður AWI Star 35 fót bátur, sum stavar frá sumrinum 2004. Hetta er kortini ikki fyrsti útróðrarbáturin hjá Richardi.
- Hetta er triði báturin hjá mær, sigur hann.
Richard hevði fyrst ein 20 tons útróðrarbát í eini 25 ár, áðrenn hann fekk sær ein annan plastbát, sum bar sama navn sum hesin seinasti.
Hann var so mikið óheppin við honum, at hann fór á land við hesum bátinum. Eftir hetta fekk hann sær henda 35 fót stóra bátin, sum hann nú rør út við.
Fáir dagar – góður prísur
Fyri skjótt trimum árum síðani kom hesi nýggi Syðraberg á Sand.
Fyri Richard er eingin ivi um, at hann hevur verið sera væl nøgdur við henda útróðrarbátin.
- Hetta er ein ótrúliga góður bátur. Ja, hann er sum eitt skip at vera við, sigur Richard, her vit hitta hann inni í stýrihúsinum.
Hann hevði boðað frá góðum veðri um kvøldið, og Richard ætlaði sær á enn ein útróðrartúr.
Tað sum farið er av hesum árinum, hevur roynst væl hjá Richardi. Hann er væl nøgdur við fiskiskapin í januar og februar mánaði.
- OK, tað hava kanska ikki verið so nógvir útróðrardagar í ár. Men hinvegin, so hevur prísurin verið sera góður, sigur Richard.
Ættin avgerð
Síðani ársbyrjan hevur Richard verið einar 14 ferðir til útróðrar, og heldur hann fiskiskapin vera nøktandi.
- Eg havi fingið millum 100 og 150 pund uppá stampin. So tað er ikki so galið, sigur hann.
Prísurin hevur heldur ikki verið so galin. Hann hevur í roynd og veru verið rættiliga góður, - einar 17-18 krónur fyri kilo.
- Og tá hevur verið lítið av toski uppií, staðfestir útróðrarmaðurin heiman av Sandi.
Tá hann fer frá landi er hann bæði eystanfyri og vestanfyri, alt eftir, hvussu ættin er.
Allir egndir
Tá ein er útróðrarmaður og rekur fiskivinnu, slítast amboðini eisini umborð.
Henda morgunin, vit hittu hann umborð, var hann í ferð við onkrar smærri umvælingar umborð.
- Línubustirnar eru vorðnar so slitnar, at her gerst ikki annað enn at skifta tær, sigur Richard.
Í aðrar mátar vóru allir stamparnir egndir, so hann var klárar at leggja frá landi seinni um kvøldið.
Eitt gott lív
Nú veit Richard rættiliga nógv um, hvussu tað er at vera útróðrarmaður.
Hann er altíð einsamallur avstað, tí tað er so trupult at fáa fólk við.
- Tað er eitt gott lív at vera útróðrarmaður, skal eg siga tær.
- Ein avgerð fullkomuliga sjálvur, nær ein fer avstað og nær ein kemur aftur, sigur Richard við einum brosi.
Munur á bátum
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, kennir Richard eisini til trupulleikan at fáa fólk umborð á bátarnar.
- Nei, tað er næstan ógjørligt, sigur hann.
Sambært honum eru menn í øðrum arbeiðum. Haraftrat vísir tað sera trupult at fáa teir ungu menninar við til útróðrar.
- Teir hava tað so gott umborð á teimum stóru skipunum. Har hava teir alt – sauna, internet og annað.
- Tá er munur á einum lítlum útróðrarbáti heima á Sandi, slær Richard fast.
FAKTA
Navn: Syðraberg SA 300
Bygdur: 2004 hjá AWI Boats í Runavík
Maskina: Perkins Sabre
Maskinorka: 195 KW / 265 HK
Longd: 10, 20 metrar
Breidd: 3,44 metrar
Dýpd: 1,39 metrar
BT: 7.10
NT: 2.10