Skulu vit fáa oyggjaleikirnar til Føroyar aftur einaferð í framtíðini, má tað almenna fyrst vísa í verki, at tey stuðla ætlanini ítøkiliga.
Tað ger Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, púra greitt.
Nú løgtingið er farið at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár, vónar ÍSF, at vit ikki dragna afturúr í oyggjaleikahøpi.
Føroyar bjóðaðu seg fram at hýsa leikunum í 2019, men vit máttu tola ta eyðmýkt at noyðast at taka umsóknina aftur tí at tey kundu ikki veita vissu fyri, at vit kundu útvega ein golfvøll til at kappast á.
ÍSF staðfestir, at Føroyar vóru eitt undangonguland í oyggjaleikahøpi, men nú ávarar felagsskapurin ímóti at vit dragna afturúr.
ÍSF heldur, at nú er neyðugt, at løgtingið setir eina fasta játtan av á hvørjum árið til oyggjaleikirnar. Sjálvi halda tey, at ein upphædd upp á tríggjar milliónir um árið hevði verið hóskandi
Tey halda eisini, at tað hevði verið, at Føroyar søkja um at fáa oyggjaleikirnar aftur eina ferð í framtíðini.
- Men ein fyritreyt er, at politiskur vilji er til staðar og at ein fíggjarlig játtan fyriliggur til endamálið, ger ÍSF greitt.
Ítróttarsambandið upplýsir, at tað kostar einar 20 milliónir at hava leikirnar, men tá er ikki hugsað um íløgur í nýggj ítróttarverkløg og um tær ábøtur, ið krevjast á tey verkløg, vit hava.
ÍSF ger tó greitt, at tey fara neyvan at bjóða seg fram aftur at hýsa leikunum, fyrrenn betri greiða er fingin á, um vit hava tey neyðugu verkløgini, soleiðis at vit kunnu hýsa í minsta lagi 12 ítróttagreinum, sum Oyggjaleikanevndin hevur á skránni.
Men ÍSF heldur, at tað hevði verið ein vinningur fyri føroyskan ítrótt at fingið oyggjaleikirnar hendanvegin aftur.
Ein orsøk er, at tá ið leikirnir eru í einum landi, eggjar tað fleiri fólkum til at íðka ítrótt, tí tey flestu vilja kappast á heimavølli.
Samstundis verða nýggj ítróttarverkløg bygd og ábøtur verða gjørd á tey, sum eru, og alt tað stendur eftir, tá ið leikirnir eru lidnir.
- Sostatt hevði tað verið við til at lyft ítróttaliga støðið, og ikki minst hevði tað bøtt um halla- og vøllaviðurskiftini, sigur ÍSF.