Hvør sigur sætt, Innlendismálaráðið ella virkini??

Tað hevur nú í longri tíð verið sagt frá fiskavirkjum og øðrum virkjum, at tørvurin á arbeiðsfólki er ovurhonds stórur. Hesar røddir fara skjótt eisini at tagna, tí tað nyttar onki, tað hendir onki, tá talan er um at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið

Ein fær varhugan av, tá Innlendismálaráðið onkuntíð kemur til orðana, at tað eru teir donsku mynduleikarnir, sum seinka viðgerðini, og tí hendir so lítið ella rættari onki á hesum øki.

Men er hettar allur sannleikin???

Eg siti her við 2 brøvum, einum frá Innlendismálaráðnum dagfest 16/-07, har teir svara Udlendingeservice í København, uppá eina umsøkn frá 17/8-06, altso næstan eitt ár seinri.

"Innlendismálaráðið kan ikke anbefalle, at (NN) får opholds- og arbejdstilladelse som arbejder hos Sp/f (NN) idet Innlendismálaráðið vurderer, at der generelt set er tilstrækkelig arbejdskraft på Færøerne, som på kvalificeret vis vil kunne varetage arbejdet." Orðarætt avskrivað undantikið nøvnini, undirstrikað av mær.

Hitt brævið er ljósprent av brævið sum umsøkjarin hevur fingið umvegis ambasadu. Brævið er dagfest so seint sum 6/8-07. Har stendur:

"Please be informed that the Directorate of Immigration in Denmark requests for your comment on the information that the Faroe Home Rule declared that it cannot support the application as there is readily available work force on the Faroe Islands for the type of job you are applying for.

If we do not receive an answere from you within 1 month from today, the Immigration will make a decision in the present case."- Orðarætt avskrivað, undirstrikað av mær.

Báðar umsókninar eru í samband við arbeið á flakavirki.

Einasta grundgevingin frá Innanlendismálaráðnum er: "Tað er nokk av tøkum fólki til flakavinnuna."

Hvar eru tey??

Virkið, sum her er talan um, hevur tørv á 16-20 fólkum fyri at verða rikið optimalt. Hevur søkt í bløðum, Útvarpi og Als, men uttan úrslit. Virkið framleiðir tí við hálvari megi og strongdum meðarbeiðarum, sum als ikki er nøktandi.

Kann Innlendismálaráðið gera flakavirkjunum tann beina at senda ein lista yvir hesa tøku arbeiðsmegi sum tit siga vera til??

Als kann ikki geva ein nøktandi lista, bløð og útvarp kunnu ikki finna hesi tøku til virkini.

Ikki er tað sømuligt at skylda upp á danir, um feilurin liggur í Havn.