sum er undir trýsti í kappingini um at flyta niður. -Í tí støðuni, sum vit nú eru í, eru øll stig kærkomin, og hugburðurin og avrikið hjá okkara monnum í kvøld ber boð um, at vit eru á rættari leið. Vit [...] vildu hava teir at spæla, og hóast vit fingu óheppið mál ímóti okkum, so reistu vit okkum og javnaðu, og tá ið vit taka samanum, so hevur tað alstóran týdning, at spælararnir fáa eitt sucessupplivilsi, [...] framman, um vit varðveita hugburðin og arbeiðslagið og leggja aftrat næstu ferðirnar, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze. Næstu ferð verður AB mótstøðuliðið hjá NSÍ. Hesi bæði liðini kappast um at renna
Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum fer at leggja uppskot fram um at leggja allar almennar bygningar um til varandi orkuloysnir. - Landið eigur 179 bygningar. Av hesum brúka bara 10% varandi orkuloysnir [...] sostatt er talan um eina góða íløgu - bæði fyri umhvørvið og landskassan. Eftir lutfalsliga stutta tíð er íløgan vunnin inn aftur. Við verandi oljuprísum kostar tað á leið 30-35 mió. kr. um árið at hita almennu [...] - Tað er gott, at fleiri og fleiri privat húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má sópa fyri egnum durum, sigur Ingilín
Nógv av prátinum snýr seg um Cristiano Ronaldo, og um hann er sinnaður at halda fram í felagnum. Á Sosialu miðlunum hevur hann nú svarað aftur upp á nógv av tí, sum er blivið sagt um 37 ára gamla áleyparan [...] at hann um tvær vikur kemur at fortelja alt í eini samrøðu. Hesum heldur fyrrverandi spælarin, Gary Neville, lítið um. Hann er í dag væl kendur sum viðmerkjari og ein tann størsta røddin, um Manchester [...] at hann ikki ynskir at halda fram, tí Manchester United ikki er í Champions League. - Fjølmiðlarnir lúgva. Eg havi skrivað niður og av teimum seinastu hundrað søgunum, so passa bara fimm. Ímyndi tykkum
Vegvesen hevur gjørt av, at 14 líknandi træbrýr kring landið verða stongdar, meðan kanningararbeiðið fer fram. Tær 14 brúgvarnar verða stongdar, til staðfest er, hví brúgvin í Gudbrandsdalinum brotnaði. Deil [...] og almennari ferðslu annars, sigur hann. Stjórin í Statens Vegvesen, Ingrid Dahl Hovland, harmast um, at brúgvarnar verða stongdar, tí hetta fer at fáa avleiðingar fyri mong, men hon sigur, at soleiðis [...] soleiðis, sum støðan er í løtuni, hava tey einki val. - Vit vóna, at brúgvarnar kunnu lata upp aftur so skjótt sum gjørligt, leggur hon aftrat. Ráðharrin, sum hevur samferðsluna undir sær í norsku stjórnini
yndirfigurar sínar - manga, sum hesin japanski stílurin kallast. Pápin, Eisuke, hevur altíð verið so bangin um hana, síðani hann skiltist frá mammuni. Ein dagin hevur pápin skaffað Mami eitt partíðararbeiði [...] telduvørunum hjá fyritøkuni. Hon tekur av og hugsar, at hon við hesum sleppur at halda fram at avbyrgja seg. Men so varnast starvsfelagi hennara, Ryotaro, hvussu evnarík Mami er við tekning. Nú fær hon [...] hevur framleitt. Her síggja vit Miyazaki droyma fram sínar karakterir og søgugongdir, sum endaðu við metsølufilminum, Ponyo on the Cliff by the Sea. Talan er um eitt eksklusivt høvi at sleppa tætt at meistaranum
fólk úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk. Nú verða umleið 10 børn fødd fleiri enn tað eru fólk, sum doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári [...] helvt. Hinvegin hevur nettoflytingin verið nakað hægri enn undanfarnu tíðarskeið, so samanumtikið heldur fólkatalið fram við at vaksa. Annars er gongdin tann, at munurin ímillum tilflyting og fráflyting [...] fólkatalið í Føroyum 698 fólk. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Sostatt veksur fólkatalið ikki so nógv longur, sum tað hevur gjørt, tí hetta seinasta árið vaks fólkatalið 1,3 prosent, men frá á sumri
føroyingar. Hóast viðgerðarmøguleikarnir eru batnaðir, og fleiri blíva frísk, ella liva við krabbasjúku, so doyggja nógv fólk árliga av krabbameini. Í seinasta samgonguskeiði varð bróstkrabbascreeningin sett [...] Umframt raðfestingar í kommunulæknaskipanini og serlæknum v.m. Raðfestingin av heilsuverkinum heldur fram, og spurningurin er tí, hvussu krabbameinsøkið er raðfest. Í apríl í ár varð nýggj Krabbameinsætlan [...] at seta í verk screening fyri tarmkrabba, at broyta screeningina fyri lívmóðirhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann er sinnaður at seta átøk í verk
óroyndu eru í einum B bólki, so tað er møguligt hjá tí nyggja spælaranum, at koma og royna seg, og hava ein møguleika at verða við í dystunum. - Talan er um opna kapping, so ein og hvør kann melda til. [...] á teimum eru fleiri sum saktans kunnu gera seg galdandi í toppinum. So spennandi verður nú, tá serliga tey sum hava verið rundan um landsliðini skuldu verið í toppformi, skrivar Dartsambandið. [...] Nú summarferian endar, so byrja dartkappingarnar aftur. Fyrsta kappingin eftir summarferiuna verður á Skála leygardagin. Hetta er sætta kappingin í ár. Kappingin er soleiðis skipa í ár, at teir bestu spælarnir
tímar fyri at sleppa við. Hetta er ein skipan, sum tosað hevur verið um leingi. Frammanundan ber til at bíleggja sær pláss á siglingini um Skopunarfjørð. [...] ið Smyril kemur aftur í sigling mánadagin tann 3. oktober, er ætlanin at hendan skipanin skal halda fram. Tað merkir, at endmálið er, at tá ið Smyril kemur aftur í sigling, skal tað eisini bera til at bíleggja [...] Smyril. Virkandi stjórin sigur, at nú verður arbeitt við at laga talgildu bíleggingarskipanina til, so at hon eisini skal rigga til Smyril. Hetta verður eitt stórt framstig hjá ferðafólki, tí tað merkir
Síðani kom fram, at sami maður hevði eisini hótt eitt fólk eftir lívinum, og eisini í hesum føri var talan um eitt fólk, sum var til arbeiðis í Ovastevnuni. Og at enda er tað eisini komið fram, at hesin [...] Ovastevna var í Nólsoy um vikuskiftið. Tað var av fagrasta veðri og tað merkti, at tað var so nógv fólk á stevnu sum ongantíð áður. Men hjá einum manni verður hetta ein dýr søga, tí hann er skuldsettur [...] vaktarmaður ein knýttan neva í andlitið, so hann fór á skaðastovuna til kanningar. Harðskapurin hendi, tá ið Ternan skuldi úr Nólsoy ein tann seinasta túrin um náttina. Tað var rættiligur gravgangur eftir