Krabbamein – ein ring sjúka

Krabbamein er álvarsom sjúka, sum á hvørjum ári rakar nógar føroyingar. 

 

Hóast viðgerðarmøguleikarnir eru batnaðir, og fleiri blíva frísk, ella liva við krabbasjúku, so doyggja nógv fólk árliga av krabbameini. 

 

Í seinasta samgonguskeiði varð bróstkrabbascreeningin sett í verk, fyrsti onkologur varð settur í starv, og HPV koppseting bleiv sett í verk fyri dreingir. Umframt raðfestingar í kommunulæknaskipanini og serlæknum v.m.  Raðfestingin av heilsuverkinum heldur fram, og spurningurin er tí, hvussu krabbameinsøkið er raðfest. 

 

Í apríl í ár varð nýggj Krabbameinsætlan handað. 

 

Í Krabbameinsætlanini eru 69 átøk, sum tilmælt eru at seta í verk komandi tíðina. Í ætlanini er m.a. tilmælt at seta í verk screening fyri tarmkrabba, at broyta screeningina fyri lívmóðirhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina.  

 

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann er sinnaður at seta átøk í verk beinanvegin. 

 

Tí havi eg sett landsstýrismanninum hesar spurningar:

 

– Nær er ætlanin at seta screening fyri tarmkrabba í verk?

 

– Nær er ætlanin at víðka um bróstkrabbascreeningina? 

 

– Eru nøkur átøk í nýggju Krabbameinsætlanini sett í verk?

 

Sirið Stenberg,

 

tingkvinna fyri Tjóðveldi