Hetta seinasta árið øktust fólkatalið í Føroyum 698 fólk. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Sostatt veksur fólkatalið ikki so nógv longur, sum tað hevur gjørt, tí hetta seinasta árið vaks fólkatalið 1,3 prosent, men frá á sumri 2020 til á sumri í fjør, vaks fólkatalið 1,5 prosent. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,5 prosent. Alt hetta merkir, at nú er fólkatalið í Føroyum farið upp um 54.000 fólk, tí nú bugva akkurát 54.072 fólk í landinum.
Vøksturin kemur av burðaravlopi upp á 163 fólk og nettoflyting upp á 535. Men Hagstovan staðfestir, at burðaravlopið hevur verið serstakliga lágt fyrra hálvár í ár. Lutfalsliga nógv eru eru deyð, samstundis sum færri børn eru fødd enn frammanundan og sostatt er burðaravlopið minkað eina helvt. Hinvegin hevur nettoflytingin verið nakað hægri enn undanfarnu tíðarskeið, so samanumtikið heldur fólkatalið fram við at vaksa.
Annars er gongdin tann, at munurin ímillum tilflyting og fráflyting økist. Nú flyta á leið 50 fleiri fólk til Føroya enn tað flyta fólk úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk.
Nú verða umleið 10 børn fødd fleiri enn tað eru fólk, sum doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.