Eitt stórt framstig fyri øll sum ferðast við Smyrli

Tá ið Smyril kemur aftur í dokk fyrst í oktober, er ætlanin at gera tað nógv lættari hjá ferðafólkinum

Leygardagin fer Herjólfur trý at røkja siglingina ímillum Suðuroynna og Havnina fyri Smyril, sum fer til Danmarkar í dokk.  Í hesum sambandi hevur Strandferðslan gjørt eina skipan, har tað ber til at bíleggja ferðaseðil á internetinum til ferðafólk, persónbilar, og lítlar vørubilar. Tey, sum stovna sær ein vanga hjá Strandferðsluni, fáa 15 prosent í avsláttri av ferðaseðlinum.

 

Men Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tá ið Smyril kemur aftur í sigling mánadagin tann 3. oktober, er ætlanin at hendan skipanin skal halda fram. Tað merkir, at endmálið er, at tá ið Smyril kemur aftur í sigling, skal tað eisini bera til at bíleggja ferðaseðil á internetinum til Smyril. Virkandi stjórin sigur, at nú verður arbeitt við at laga talgildu bíleggingarskipanina til, so at hon eisini skal rigga til Smyril.

 

Hetta verður eitt stórt framstig hjá ferðafólki, tí tað merkir, at fólk tryggja sær pláss umborð frammanundan, og sostatt sleppa fólk eisini undan at standa á ferjuleguni í hálvar og heilar tímar fyri at sleppa við. Hetta er ein skipan, sum tosað hevur verið um leingi. Frammanundan ber til at bíleggja sær pláss á siglingini um Skopunarfjørð.