Myndir: Geir Olsen/NTB/Ritzau Scanpix.

Noreg: Steingja nú 14 træbrýr

Norska Vegvesenet hevur gjørt av at steingja 14 træbrýr, eftir at ein træbrúgv fór í knús mánamorgunin. Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri ferðsluna í økjunum.

 

Myndir: Geir Olsen/NTB/Ritzau Scanpix.

Tað var mánamorgunin í vikuni, at ein træbrúgv í Gudbrandsdalinum í Noregi fór í knús.

 

Nú verður arbeitt við at finna út av, hví brúgvin brotnaði, og Statens Vegvesen hevur gjørt av, at 14 líknandi træbrýr kring landið verða stongdar, meðan kanningararbeiðið fer fram.

 

Tær 14 brúgvarnar verða stongdar, til staðfest er, hví brúgvin í Gudbrandsdalinum brotnaði.

 

Deildarleiðari í einari av fylkiskommununum í økinum, Arne Fredheim, sigur, at stongdu brúgvarnar verða ein stór avbjóðing fyri ferðsluna í økinum.

 

- Vit noyðast at leggja til rættis umkoyringar við brúgvarnar, loysnir við skúlaflutningi og almennari ferðslu annars, sigur hann.

 

Stjórin í Statens Vegvesen, Ingrid Dahl Hovland, harmast um, at brúgvarnar verða stongdar, tí hetta fer at fáa avleiðingar fyri mong, men hon sigur, at soleiðis, sum støðan er í løtuni, hava tey einki val.

 

- Vit vóna, at brúgvarnar kunnu lata upp aftur so skjótt sum gjørligt, leggur hon aftrat.

 

Ráðharrin, sum hevur samferðsluna undir sær í norsku stjórnini, Jon-Ivar Nygård, heldur, at avgerðin hjá Statens Vegvesen er skilagóð. 

 

- Eg haldi, tað er skilagott, at Statens Vegvesen fylgir fyrivarnisregluni og steingir brúgvarnar, sigur ráðharrin í tíðindaskrivi, sum eitt nú norska kringvarpið NRK endurgevur.

 

Jon-Ivar Nygård ásannar, at tað, sum í fyrsta lagi er neyðugt, nú træbrúgvin í Gudbrandsdalinum fór í knús, er at hugsa um trygdina.

 

##med2##

 

 

 

Myndir: Geir Olsen/NTB/Ritzau Scanpix.

Tær 14 brúgvarnar verða stongdar, til staðfest er, hví brúgvin í Gudbrandsdalinum fór í knús.