filminum Barbara. Hann er annars mangan at síggja á sjónvarpsskíggjanum í ymsum donskum filmum. Kona og maður Peter Hesse Overgaard og Elin spæla í filminum maður og kona og Elin hevur alt gott at bera viðleikara [...] viðleikara sínum. ? Stak fittur, fyrikomandi og róligur, sigur Elin um kenda danan, sum í filminum spælir maður hennara. Peter Hesse Overgaard letur væl at og heldur upptøkurnar ganga væl. Hann viðgongur tó, at [...] hetta ikki tarnar upptøkunum, sigur Johan, sum um stutta tíð eisini kann skriva seg sum filmstjørna á visitkortið.
tá onkur gjørdi seg inn á ein bil, sum stóð undir Pisuvarða. Ein rútur var brotin, men løgreglan veit ikki hvør hevur gjørt ógerðina. Rúsdrekkakoyring á Tvøroyri. Løgreglan á Tvøroyri fekk um vikuskiftið [...] fyri seg. Leygarmorgunin, stutt eftir midnátt var ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Maðurin var tikin við á støðina har blóðroynd var tikin av honum og hann frættir eftir øllum at [...] nakar veit um henda gummibát at siga, so vil løgreglan fegin hava boð. Ringjast kann á støðina í Runavík tlf. 447130 ella á støðina í Havn tlf. 311448. Bilurin hvarv Eisini í høvuðsstaðnum var vikuskiftið
saman á fótbóltsvøllinum. HB var nummar eitt og KÍ nummar tvey, og tey vóru tey einastu ósigraðu liðini eftir í 1. deild. Dysturin byrjaði eisini rættiliga javnt, men tá Andrew av Fløtum fekk høvdið á inni [...] inni í KÍ-teiginum og legði HB á odda, datt botnurin undan KÍ, og HB tók yvir. KÍ-liðið fall meir ella minni í fátt og vísti einki av tí, tað hevur víst fyrr í ár, m.a. í tveimum steypadystum móti HB. Serliga [...] fyrrverandi liðfelagar, tá hann í kontraálopi økti til 3-0. KÍ setti nú Olgar Danielsen inn fyri Heðin á Lakjuni í eini seinastu roynd at fáa okkurt burtur úr dystinum. Klaksvíkingar fingu nú eisini eitt sindur
hálvleiki. Landsliðsmaðurin arbeiddi nógv og var besti maður á vøllinum. Tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk hann eisini hol á málskjótingina í dystinum. Miðvallarin í høgru, Poul Ennigarð [...] er tá frægari enn at fara niður á 2. deild eftir veteraninum Símun Peturi Justinussen. Símun Petur spældi allan dystin og vísti, at hann framvegis kann gera seg galdandi á hægsta stigi. Heimaliðið byrjaðu [...] verri til. Áleyparin Søren Skov Jørgensen fekk reytt kort í Sumba og var leikbannaður, Samson Nesá er á námsferð við skúlanum hjá sær, og álitið seinastu árini, Magni Jarnskor, hevur fingið »rósuna« í knæið
einki yvir at dylja, at fótbóltsstøðan á Tvøroyri er ring í løtuni. Næstseinasta vikuskifti tapti TB 0-7 í Havn móti B36, og leygardagin var aftur galið, tá B68 vann 5-0 á Sevmýri. Eydnan hevur ikki hildið [...] rættiliga »offensivur málmaður«, samstundis sum TB skifti til flata verju, nú aftasti maður var farin heilt aftur á málstrikuna. Hetta var sjálvandi ein stórur smeitur fyri tvørámenn, og tað gingu bert [...] fyrru hálvu. TB skal heilt niður í 4. deild eftir eykamonnum, so tað er lagt upp til strævnar tíðir á Sevmýri. TB hevði annars staðið seg væl móti toftamonnum í fyrra hálvleiki. Men tað var B68, ið fekk
bjóða kundum sínum at gera eina bústaðarlýsing. Henda bústaðarlýsing verður gjørd á tann hátt, at ein byggikønur maður kannar ognina úr enda í annan. Aftaná skrivar hann eina frágreiðing, sum verður løgd [...] treytirnar um 2% kostnaðin aftur galdandi. Eisini á bygd Nýggja sethúsasølan byrjar sum longu greitt frá í Havn, men ætlar sær við tíðini at fara út á bygd eisini. Tá Sparikassin eigur felagið, so er sjálvsagt [...] partafelagið er fíggjarliga sera væl fyri. Partapeningurin er uppá 1,2 mió. krónur og í nevndini sita Eyðun á Rógvi, sparikassastjóri, Marner Jacobsen, varastjóri og Wilhelm Petersen, kredittleiðari í Sparikassanum
kann veita fjøltáttaða tænastu. Michael er útbúgvin løgfrøðingur, og hevði í nógv ár løgfrøðingarstovu á Hawai. Umframt tað er hann bókmentafrøðingur. Tað kemur honum til góðar, nú hann hevur fastan tátt í [...] fólk ringja og hava hugskot um eitthvørt, sum eg kundi tikið upp í sendingunum. Herfyri ringdi ein maður í Skotlandi. Hann er frímerkjasamlari og samlaði føroysk frímerkju. Skotin vildi bert siga mær, at [...] Tey eiga tilsamans fimm tilkomin børn, sum búgva víða um í heiminum. Michael hevði sakføraravirki á Hawai í nógv ár, og kona hansara Lynn, sum hevur universitetsprógv í altjóða leiðslu og stýring, starvaðist
Í dag klokkan 15.00 trínur VB inn á altjóða fótbóltspallin fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Og samstundis trínur Hvalba inn á henda sama pallin, eisini fyri fyrstu ferð nakrantíð. Góða endastøðan hjá [...] um fýra ferðir, og Kulio hevur tvær ferðir roynt seg á jugoslaviska U18-landsliðnum. Hinir hava ikki spælt í altjóða fótbólti fyrr. Óhepnasti maður í Vági í hesum døgum man uttan iva vera Eyðun Kjærbo [...] ljós frá UEFA um, at dysturin kann spælast á grasvøllinum í Hvalba, og tað var ein stórur bati fyri vágbingar, sum uttan iva kenna seg meira heima í Hvalba enn á Toftum. Einasta treyt, UEFA setti, var at
ígjøgnum í vinstru, legði upp á tvørs til miðvallaran Tomek, sum smekkaði til, málverjin hjá Roy hálvbjargaði, og so var Kristian Eliasen fyrstur á returinum. Sami maður økti til 2-0 á hálva tímanum. Hann fekk [...] deild, at um teir vunnu á grasvøllinum móti LÍF sunnudagin, so vórðu teir fremstir. Men Royn tapti. Leygardagin kunnu teir fáa trý stig, tá teir fara í Vágarnar, men alt bendir á, at teir í hvussu so er [...] til eftir summarsteðgin fyri at fáa møguleika at vinna oddasessin. Leirvíkingar, sum høvdu vant á grasinum á Svangaskarði hóskvøldið, fóru við øllum stigunum, og nú hava teir rættuliga lagt seg út í kappingina
aðrar loysnir longri frammi á vøllinum, og hesar síðstu ferðirnar hevur tað verið luturin hjá miðvallaranum á landsliðnum, Sámali Joensen, at manna álopið saman við vongverjanum á landsliðnum, Henningi Jarnskor [...] betur tak á honum, enn hann hevði fyri einum ári síðani. B36 hevði onkran møguleika at leggja seg á odda. Ronnie Samuelsen sendi í 1. hálvleiki flatt millum vinir og fíggindar, og bólturin endaði á stólpanum [...] frægast at blanda kortini, hann hevur á hondini. Danin Søren Skov Jørgensen kom úr Danmark, tí hann skuldi loysa álopstrupulleikarnar hjá GÍ. Nú er hann endaður á meiri verjukendum miðvallarplássi, og