Fleiri kend andlit eru at síggja í nýggja filminum hjá Katrin Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird. Millum onnur eru Johan (í Kollafirði) Dalsgaard, Elin K. Mouritsen og danin Peter Hesse Overgaard við í filminum. Johan og Elina kenna vit og mong minnast óivað Peter Hesse Overgaard, ið eisini var við í filminum Barbara. Hann er annars mangan at síggja á sjónvarpsskíggjanum í ymsum donskum filmum.
Kona og maður
Peter Hesse Overgaard og Elin spæla í filminum maður og kona og Elin hevur alt gott at bera viðleikara sínum.
? Stak fittur, fyrikomandi og róligur, sigur Elin um kenda danan, sum í filminum spælir maður hennara. Peter Hesse Overgaard letur væl at og heldur upptøkurnar ganga væl. Hann viðgongur tó, at veðrið er ein trupulleiki, tí tað er so skiftandi. Men møguleiki er at bøta eitt sindur uppá hetta, tá filmurin verður framkallaður ella framleiddur, leggur hann treystliga afturat.
Johan er sjarmørur
Johan í Kollafirði tykist vera væl fyri og at trívast væl í einum av høvuðsleiklutunum sum rullandi sjarmørurin, ið koyrir í sínum heldur »bygdarsliga« bili og fær genturnar í filminum uppí.
Ellisakfarið hjá Johan er við í filminum, men tíverri gjørdust ymsir trupulleikar við bilinum og hann steðgaði upp. Alt skuldi tó farið at lagað seg aftur, so hetta ikki tarnar upptøkunum, sigur Johan, sum um stutta tíð eisini kann skriva seg sum filmstjørna á visitkortið.