av Boga, sigur Elin at enda, sum vónaði til tað síðsta, at Bogi fór at skora í steypafinaluni. - Eg hopaði, at Bogi fór at skora aftur í dag. Men so má tað vera næstu ferð. [...] halda við ÍF. Hon hevur nevniliga tveir beiggjar, sum spæla við. Haraftrat hevur pápi hennara fyrr verið venjari hjá ÍF. - Karl og Bogi spæla við ÍF. Eg eri tí altíð og hyggi, tá ÍF spælir. Steffan, lítlibeiggi [...] lítlibeiggi mín, og eg eru til hvønn dyst og hyggja eftir Boga og Karl. Bogi Løkin hevur síðstu árini verið fastur maður á føroyska landsliðnum eins og pápi hansara, Abraham Løkin, var í 80unum. Síðsti dysturin
hugin og viljan í so máta. - Í dag kann eg tað ikki, og tað má eg so bara bíta í meg. So tú skilir, at eg mangan føli meg totalt óbrúkiligan, tí eg ikki fái gjørt tað sum eg vil. Eg eri alt ov ungur til at [...] Men Eilif hevði tað øðrvísi. - Hvussu kundi eg gleða meg til tað? Munnurin hjá mær var jú læstur saman, so eg kundi bara fáa flótandi føði. Og her hevði familjan stríðst fyri at gera tað so hugnaligt heima [...] Man hittir nógvar gamlar vinir og menn man hevur verið til skips við. Tað er sera hugnaligt. Og tja, - tað er væl ikki so nógv øðrvísi enn at ganga til bingo, sigur hann við einum brosi.
beinleiðis útvarpi. - Tað hevur verið eitt sera spenanndi starv at verið landsstýrismaður, og eg eri fegin um, at tað hevur eydnast okkum at venda búskapargongdini í landinum, meðan eg havi verið í fíggjarmálaráðnum [...] telefonin hjá Bárði Nielsen ringdi mánakvøldið 23. apríl, var tað ikki ein misnøgdur veljari, sum var í telefonini hjá landsstýrismanninum. Tað var hinvegin vinnulívsmaðurin Jákup á Dul, sum svimur millum [...] politiska arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugskoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, sigur Bárður Nielsen. - Hinvegin
her hava verið uppí 19 kvinnur, tá tær vóru flestar. Bindikafé’in hevur havt stóra undirtøku millum kvinnur í Sandoynni, og fult hús hevur verið hvørja ferð. Men, hvussu hevur so undirtøkan verið, síðan [...] nøgd. Eg ætlaði, at hetta skuldi vera eitt “hyggeprojekt”, men soleiðis er tað slett ikki meira, og tað kann eg bara fegnast um. Tað tók eina tíð, áðrenn fólk funnu út av, at tógvhandil er í Skopun, og enn [...] og serliga seinastu 10 árini hevur hon hugsað nógv um hetta. - Í Sandoynni hevur verið tógvhandil í fleiri ár, men tá tað fyrst í hesum árinum frættist, at handilin fór at lata aftur, hugsaði eg, at sandoyingar
- Eg havi tað heilt fantastiskt. Tá eg hyggi aftur á lívið, so má eg bara ásanna, at tað hevur gingið skjótt. Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fyrrverandi landsstýrismaður og fyrrverandi formaður [...] ringdi fyri at ynskja honum tillukku við degnum, gleddist hann yvir eitt eydnuríkt lív. - Eg havi verið ríkiliga signaður, bæði andaliga og tímiliga. Eg havi eina góða konu, seks børn, fimtan abbabørn og [...] samgongan situr alt skeiðið, so verði er 68 ár til næsta løgtingsval. Pensjónsaldurin er 67 ár, so tað sigur seg sjálvt, at eg má umhugsa støðuna væl og virðiliga tá, sigur Kári P. Højgaard. Kári P. Højgaard
skuldu samlast inn áðrenn klokkan 18.46 í dag, 17. apríl. Megnaði hann ikki tað, so fall allur innsamlaði peningurin burtur. Tað hevur gingið striltið hjá honum at fáa peningin inn - fyri viku síðani restaðu [...] undan deadline, er Mike Day farin um tær kravdu 300.000 krónurnar. - Eg havi verið optimistiskur allatíðina, og vónaði, at tað fór at bera til. Nú fegnast vit um, at hesin peningurin er komin og eftirviðgerðin [...] takksamur og eymjúkur um stuðulin, sum øll hava sýnt í sambandi við fíggingini av hesum filminum - tað er tykkum at takka, at filmurin verður veruleiki, sigur Mike Day. Skotski filmsframleiðarin hevur síðani
Nólsoyarfjørð og Tangafjørð. Tað sigur Jens Mortan Rasmussen á Strondum. Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020? - Hvør størsta hending hjá mær í 2020 hevur verið, er torført at siga, tí [...] føroyameistaraheiti í súkkling, men eg kundi avgjørt nevnt fleiri aðrar hendingar í árinum. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Keðiligasta hending er heilt sikkurt, at eg sleit liðbondini til østbeinið í [...] Knappliga leypir eitt lamb upp úr veitini, og har lá eg. So, nú skyldi eg bara upp á økslina, um tað er okkurt, eg ikki klári, sigur Jens Mortan Rasmussen brosandi. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? -
14 ára gamal. Karstin hevur ikki lagt tað soleiðis, at hann vildi vera heima á Summarfestivalinum. - Tað var meira av tilvild, at eg sleppi á Summarfestival. Tað er deiligt at kunna vera her. - Sjálvur [...] Evi, hevði tað verið óført, sigur Karstin. Tá Karstin varð spurdur, um hann hevði nakað, sum hann hevði hug at leggja aftrat, segði hann. - Til allar genturnar har úti, eg eri single, so tað er bara at [...] at ringja, læt tað skemtandi úr Karstin.
skelkað yvir tað, ið Edvard Heen segði í gjárkvøldið. Eg skilji slett ikki, at hansara stjórar góðtaka slíkan atburð. Vit tosa um eina landsstýriskvinnu hjá Javnaðarflokkinum, ið ikki hevur verið úti og viðmerkt [...] Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, er komi undir trýst, eftir at hann í gjárkvøldið segði, at tað kann fáa persónligar avleiðingar fyri pedagogar, um tey lata fólk liggja hjálparleys við vanda fyri [...] viðmerkt, at ein almennur stjóri hóttir starvsfólk á handan hátt. Tað er so øgiliga skelkandi í mínari verð. Eg haldi aldrin vit hava upplivað líknandi fyrr, sigur Óluva í Gong. Felagið Føroyskir Sjúkr
familjuni, siga tey bæði. Størsta upplivilsið Allir pápar munnu hava verið stoltir yvir sítt fyrsta barn. Men fyri Karl Jakob var tað somuleiðis ein heilt serstøk løta, tá hann hósdagin á fyrsta sinni, [...] stovu 11 er eydnan og gleðin hjá faðir og móður yvir eitt nýføtt barn, tað fyrsta ein møtir, tá ein trýnir innar. Verkir og fótbóltur Tað gekk rættiliga skjótt fyri seg, tá hesin - fyribils - yngsti klaks [...] úti á gongini. - Eg hoyrdi út á gongina, hvussu hon gav seg og hvussu ilt hon mundi hava tað við verkjunum. Tað var gott, at onkur var hjá henni, sigur hann. Tá klokkan var farin at líða til 11:30 var