- Eg eri ordiliga stolt av Boga

Sum vera man vóru ÍF fjepparar skuffaðir eftir dystin. Elin Løkin var við Djúpumýru og stuðlaði sínum liði.

 

- Hatta var ordiliga keðiligt. ÍF eru nógv best, so teir burdu vunnið, sigur Elin.

 

Elin hevur eina heilt serstaka orsøk at halda við ÍF. Hon hevur nevniliga tveir beiggjar, sum spæla við. Haraftrat hevur pápi hennara fyrr verið venjari hjá ÍF.

 

- Karl og Bogi spæla við ÍF. Eg eri tí altíð og hyggi, tá ÍF spælir. Steffan, lítlibeiggi mín, og eg eru til hvønn dyst og hyggja eftir Boga og Karl.

 

Bogi Løkin hevur síðstu árini verið fastur maður á føroyska landsliðnum eins og pápi hansara, Abraham Løkin, var í 80unum. Síðsti dysturin millum Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli var nakað heilt serstakt fyri Elina.

 

- Bogi skoraði. Eg hugdi eftir dystinum, og eg bleiv so glað, tá hann fekk mál. Eg eri so stolt av Boga, sigur Elin at enda, sum vónaði til tað síðsta, at Bogi fór at skora í steypafinaluni.

 

- Eg hopaði, at Bogi fór at skora aftur í dag. Men so má tað vera næstu ferð.