Karstin Biskopstø úr Klaksvík siglir úti, men beint nú er hann heima.
- Eg havi 36 tímar á landi. Vit komu inn gjárkvøldið og fara avstað aftur í nátt, sigur Karstin, sum siglir við garnabáti.
- Fiskiskapurin síðsta túr var ikki nakað serligt. Gørnini høvdu staðið ov longi úti, so nógvur fiskur var vorðin ov gamal, letur úr Karstin, sum hevur siglt úti, síðan hann var 14 ára gamal.
Karstin hevur ikki lagt tað soleiðis, at hann vildi vera heima á Summarfestivalinum.
- Tað var meira av tilvild, at eg sleppi á Summarfestival. Tað er deiligt at kunna vera her.
- Sjálvur eri eg mest til gammeldagstónleik, m.a. country, so um eg hevði kunnað hoyrt Evi, hevði tað verið óført, sigur Karstin.
Tá Karstin varð spurdur, um hann hevði nakað, sum hann hevði hug at leggja aftrat, segði hann.
- Til allar genturnar har úti, eg eri single, so tað er bara at ringja, læt tað skemtandi úr Karstin.