- Eg eri stoltur av at vera pápi

- Hetta er einki minni enn tað størsta upplivilsið, sum man kann hava. Og so eg, - eg, sum ikki ætlaði mær at vera inni, tá hon átti, sigur Karl Jakob Ósá Eliasen, sum saman við unnustuni Kristinu í Króki eru foreldur til yngsta barnið í Klaksvík.

Klaksvík: Stova 11 stendur á vegginum beint við hurðina. Úr stovuni hoyrist ikki eitt einasta ljóð, hóast ein nýføðingur liggur har.
Vit banka spakuliga uppá, og frammanfyri okkum situr eitt nýklakt foreldrapar og - í teirra eygum - heimsins elskuligasta barn og svevur trygt í eini vøggu.
Júst 24 tímar frammanundan kom hetta gentubarnið í verðina, og nú sita tvey brosandi foreldur og kunnu snøgt sagt ikki fáa nóg mikið av hesum vidundrinum av einum barni.
Í vøgguni liggur tann fasti ljósareyði seðilin, har øll fakta um barnið standa á: Gentubarn, fødd 26/05-05 kl. 11:48. Longd: 52 cm. Vekt: 4050 gram. Foreldur: Kristina í Króki og Karl Jakob Ósá Eliasen.
Men fyri tey bæði er hetta barnið alt annað enn dato og tøl: Hetta eru heimsins eydnusamastu foreldur, sum nú hava fingið heimsins besta barn.
- Jú, eg eri sera stoltur ídag, sigur 30 ára gamli pápin, Karl Jakob.
Gleðin yvir barnið lýsir eisini út úr eygunum á 28 ára gomlu mammuni, Kristinu. Hon kann eisini fegnast um, at alt gekk væl við sjálvari føðingini - henda føðingin, sum var sama dag sum Fríðrikkur krúnprinsur hevði føðingardag, og sama dag sum ein fastir Karl Jakob fylti 50.
- Vit hava ikki avgjørt nakað navn enn. Men hon verður helst uppkallað eftir onkrum í familjuni, siga tey bæði.

Størsta upplivilsið
Allir pápar munnu hava verið stoltir yvir sítt fyrsta barn.
Men fyri Karl Jakob var tað somuleiðis ein heilt serstøk løta, tá hann hósdagin á fyrsta sinni, og við tárum á kinn, kundi taka sítt egna barn upp í føvningin og siga: - Hetta er mítt barn!
- Hetta kann simpelthen ikki sigast við orðum. Hetta er einki minni enn tað størsta upplivilsið, sum man kann hava.
- Og so eg, - eg, sum ikki ætlaði mær at vera inni, tá hon átti, sigur eydnuríki pápin og ristir við høvdinum at sær sjálvum, samstundis sum hann er eitt stórt smíl um alt andlitið.
Eingin ivi er um, at her inni í stovu 11 er eydnan og gleðin hjá faðir og móður yvir eitt nýføtt barn, tað fyrsta ein møtir, tá ein trýnir innar.

Verkir og fótbóltur
Tað gekk rættiliga skjótt fyri seg, tá hesin - fyribils - yngsti klaksvíkingurin sá dagsins ljós á fyrsta sinni.
Mikukvøldið byrjaði Kristina at merkja teir fyrstu verkirnar. Og nú visti hon, at um ikki so langa tíð fór føðingin at fara í gongd.
- Eg sat og hugdi eftir sjónvarpinum, tá Liverpool og Milan spældu dyst. Ikki tí, eg haldi ikki við nøkrum av liðunum.
- Hetta varð ein spennandi dystur, havi eg seinni skilt, men eg fekk ikki alt við. Mitt undir dystinum byrjaði nevniliga verkirnir, og so mátti eg bara upp at ganga, sigur Kristina.
Hon royndir at fáa ta trý ára gomlu dóttrina til songar, samstundis sum verkirnir byrjaðu at gera alt meiri og meiri um seg, og samstundis sum alt Liverpool stóð á øðrum endanum, tí lið teirra hevði vunnið.
Og tá so nakað av vatninum fór um midnáttarleitið var einki annað at gera enn at fara á Klaksvíkar Sjukrahús.
- Eg varð so kannað, meðan Karl Jakob fór til hús at verða. Eg fekk okkurt at sova av, og eg skal siga tær, at eg svar sum ein steinur alla náttina.
- Ikki fyrrenn klokkan var farin av átta vaknaði eg, og ringdi tá eftir Karl Jakob og eini jarðarmóður. Og síðani varð eg beinanvegin koyrt inn í føðistovuna, greiðir Kristina frá.

Glaður og stoltur
Karl Jakob var sum vera man eisini sera spentur uppá alt tað sum henda skuldi, men hetta varð helst í so nógv fyri hann.
Tey sendu so boð eftir einari vinkonu, sum var hjá Kristinu allan fyrapartin, meðan Karl Jakob sjálvur gekk óróligur og spentur úti á gongini.
- Eg hoyrdi út á gongina, hvussu hon gav seg og hvussu ilt hon mundi hava tað við verkjunum. Tað var gott, at onkur var hjá henni, sigur hann.
Tá klokkan var farin at líða til 11:30 var føðingin komin so langt, at skuldi hann síggja sítt barn koma í verðina, so mátti hann inn í føðistovuna.
- Síðani gekk alt so skjótt fyri seg, at tá klokkan var 12 minuttir í 12, - tá var dótturin fødd, sigur nýggi pápin í Klaksvík.
- Hetta kann ikki sigast við orðum. Og eg er tí sera glaður fyri at eg var við til tað. Ja, eg eri faktiskt stoltur av tí.
Og sum myndirnar vísa, so hevur hann eisini alla orsøk at vera bæði fegin og stoltur av dóttrini!

Egin hús
Hetta at verða vorðin pápi er stórt, men setur eisini nøkur krøv til gerandisdagin hjá foreldrunum.
Hetta vit tey bæði, Karl Jakob og Kristina, og tí hava tey beint nú - dagin fyri at barnið kom í verðina - yvirtikið eini hús við Stoksoyrarvegin í Klaksvík.
- Vit sleppa tó ikki inn í tey beinanvegin, tí okkurt skal gerast við tey fyrst. Men um einar tveir til tríggjar mánaðir, so flyta vit inn í tey.
- Tað verður ordiliga gott, sigur Karl Jakob.
Í løtuni er helst óvist, um Karl Jakob sjálvur verðir við til innflytingina. Hann er fast við Skálaberg, men var heima henda túrin, nú hann skuldi gerast pápi á fyrsta sinni.
Sleppur hann at vera heima allan túrin, so skal hann ikki avstað aftur fyrrenn einaferð í juli, men verður tað bara til ein hálvan túr, er ikki óhugsandi, at hann longu skal avstað um miðjan juni.

Svav og svav
Tá vit vitjaðu nýggju foreldrini fríggjadagin - dagin eftir føðingina - stóð væl til.
Fyri okkum sum umboð fyri tíðindatænastuna var bert eitt at kæra okkara neyð um: Lítla dótturin svav og svav alla tíðina undir vitjanini.
Hóast nógv arbeiði og larm í samband við myndatøkuna, so eydnaðist okkum ikki at fáa eitt einasta brá av vøkru barnaeygunum á hesum fitta nýføðinginum.
Hon lat myndamann vera myndamann og tíðindamann vera tíðindamann. Eingin skuldi órógva hana í hennara væl uppiborna svøvni.
Vit gera okkum til at fara víðari, - hesaferð til tann elsta borgaran í Klaksvík, tann skjótt 100 ára gamla Eliesar Sørensen.
- Er hon ikki ótrúliga fitt?, sigur Karl Jakob brádliga, beint sum vit eru komnir í jakkarnar og eru á veg út í gongina.
Tað, eru tað ikki fleiri meiningar um!