- Eg eri ov ungur at leggja stilt

FERÐSLUÓHAPP - Tað eru meiri enn 21 ár síðani, eg kom út fyri hesi ógvusligu ferðsluvanlukkuni. Men eg merki til tað hvønn einasta dag, tí eg liggi manga náttina í andvekri av berari pínu, og fái hvørki ligið ella gingið. Tá má eg bara seta meg í sofuna, soleiðis at eg kann sova eitt sindur, greiðir Eilif Jógvansson frá. - Mítt lív varð broytt eftir einum millisekundi henda novemberdagin í 1989. Og eg havi faktist bara innstillað meg uppá, at tað verður ongatíð tað sama aftur.

LESIÐ EISINI GREININA: - EG VAR SIMPELTHEN Í KNÚSI!

Skála: - Eg havi vanliga eitt lætt og positivt sinni, men tað er forbankað hart at skula sita soleiðis og ikki sleppa til arbeiðis.

- Eg meini so við, - eg eri jú bara 50 ára gamal, og havi góða sjónátúr og góðan hug at arbeiða. Men tað er ótrúliga hart at noyðast at staðfesta og síggja, at eg ikki kann tað sama í dag sum eg kundi fyrr, sigur Eilif Jógvansson.

Ta einu løtuna var hann ein virkin útróðrarmaður, sum hevði sín arbeiðsstað í Leirvík. Og ta næstu løtuna gjørdist hann ein sundurknústur maður, sum ímóti mongum forsøgnum hevði yvirlivað eitt sera álvarsamt ferðsluóhapp.

Eilif er útlærdur maskinsmiður og hevur arbeitt sum slíkur á skipasmiðjuni í heimbygdini, eins og hann hevur arbeitt aðrastaðni á sjógvi og landi. Í dag kann bara droyma um at fáa eitt fulltíðarstarv aftur einaferð í framtíðini, hóast hann bæði hevur hugin og viljan í so máta.

- Í dag kann eg tað ikki, og tað má eg so bara bíta í meg. So tú skilir, at eg mangan føli meg totalt óbrúkiligan, tí eg ikki fái gjørt tað sum eg vil. Eg eri alt ov ungur til at leggja stilt.

- Hetta er eisini sera tyngjandi fyri meg og ikki minst fyri familjuna. Eg trúgvi ikki, at tað kann vera serliga stuttligt hjá konuni at hava meg gangandi rundan um seg soleiðis 24 tímar um samdøgrið, sigur hann álvarsamur.

- Hon hevur tíbetur verið ógvuliga tolin, og hevur hildið meg út líka til henda dag. Men tað er púra sikkurt, at sum støðan er í dag tekur man ikki lívið fyri givið.


Hvat er galið?

Eftir ógvusliga ferðsluóhappið í 1989, ið eins væl kundi endað sum ein ferðsluvanlukka við deyðanum sum úrslit, kom Eilif at liggja á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum, har allar hugsandi viðgerðir vórðu settar í verk.

Tað tók sína tíð, áðrenn Eilif kom til sín sjálvs aftur á sjúkrastovuni eftir tær nógvu skurðviðgerðirnar og allan tann pínustillandi heilivágin, soleiðis at hann yvirhøvur kundi eksistera.

- Ja, tú kanst bara ætlað tað stóra skiftið: Eg visti bara, at eg hevði verið á útróðrum og var á veg til hús. Og nú, tá eg klárnaði aftur, vóru so nógv øðrvísi ljóð at hoyra, samstundis sum alt var so stilt og øðrvísi rundan um meg.

- Eg hugsaði við mær sjálvum - hvar í víðu verð ert tú, Eilif? Eg skilti sjálvandi, at eg var ikki umborð á bátinum. Eg sat heldur ikki í bilinum. Og eg var heldur ikki heima við hús. Eg skilti ikki eitt einasta petti av nøkrum, tí eg hevði púra mist orienteringina, greiðir Eilif frá.

Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum vildu ikki beinanvegin siga honum, hvat var hent, hví hann lá í eini sjúkrasong og ikki í síni egnu. Hann visti tó og føldi, at okkurt álvarsamt var hent honum.

Umsíðir gekk tað upp fyri Eilif, at hann lá á einum sjúkrahúsi fullkomiliga í knúsi likamliga, og eisini sálarliga.

- Ein dagin kom konan, Helena á vitjan, og tá mátti eg bara spyrja hana: Hvat er skjett við mær? Hví eri eg her, og hvat er galið? Tá segði hon fyri mær, hvat var hent í Skálafirði, at tað hevði verið ein samanstoytur og at eg var komin sera illa til skaða. Eg skuldi bara vega fegin um at eg var á lívi.

- So spurdi eg hana, hví eg einki sá og hví okkurt var lagt fyri eygað á mær, so eg sá einki annað enn svart og myrkur. Tá fekk eg tey sjokkerandi boðini, at høgra eygað hevði hingið uttanfyri andlitið. Tað fór helst at viðføra tað, at eg neyvan fór at fáa sjónina aftur í høgra eyga, greiðir Eilif frá.


Blendaða dunnu

Læknarnir fingu snikkað hann soleiðis saman, at hann kundi sleppa heim ein stuttan túr á jólum hetta árið.

Tað var ein nógv broyttur maður sum slapp heim til sethús síni Úti á Fløtum 22 á Skála, - hesi sethúsini sum tey vóru flutt inn í eitt ár frammanundan:

Í fyrsta lagi var likamið merkt av einum skurði fyri og øðrum eftir. Andlitið var samantvinnað við stáli sum tilsamans var 120 cm langt. Úr lendunum og niðureftir vóru 14 mm tjúkkar og 47 cm langar stengur festar. Og so var hann lætnaður úr 216 pundum og niður í 154 pund eftir bert einum mánaði.

- So tú skilir, at tað var lítið um meg, tá eg við hjálp av teimum portørum kom akandi niðan trappurnar heima við hús, til jólahugnan í okkara heimi, sigur Eilif álvarsamur.

Til henda góða hugnan hoyrdi sjálvandi ein dunna sum jóladøgverði. Hini í húsinum gleddu seg sum vera man til hesa góðu máltíðina jólaaftan. Men Eilif hevði tað øðrvísi.

- Hvussu kundi eg gleða meg til tað? Munnurin hjá mær var jú læstur saman, so eg kundi bara fáa flótandi føði. Og her hevði familjan stríðst fyri at gera tað so hugnaligt heima við hús, og høvdu riggað ein góðan jóladøgurða til okkum øll. Eg merkti angan av dunnuni í ovninum, men hvussu í víðu verð skuldi eg kunna njóta hana?

- Har gjørdist ikki annað hjá konuni enn at gera tað sama sum tey gjørdu á Landssjúkrahúsinum, at blenda henda góða jóladøgverðan - hesa góðu og vælangandi dunnuna - til mín. Men hann gagnaðist mær als ikki, hóast tey í húsinum høvdu stríðst fyri at gera dunnuna so lekra sum gjørligt.

- Tú skilir, - at skula eta ársins jóladøgverða sum blendaðan kost og so enntá gjøgnum eitt súgvirør millum tenninar. Og eg, sum altíð havi dámað so væl góðan mat?, sigur hann álvarsamur.


Til arbeiðis

Eftir drúgva viðgerð og nógv stríð fyri at koma fyri seg aftur, og soleiðis at hann kundi tryggja familju sína fíggjarliga, gjørdist Eilif líðandi so væl fyri, at hann kundi byrja at hugsa um at finna sær eitt arbeiði, 10 ár eftir óhappið.

Hetta var ikki ein ynskistøða, tí tað vísti seg at vera sera trupult at fáa tey innan almannaverkið at skilja støðu hansara, og geva honum ein virðiligan stuðul vegna óarbeiðsførið sítt.

- Eg hugsaði nógv um støðuna tá, og mátti bara taka eina avgerð. Eg kundi ikki fáa eitt einasta oyra frá Almannastovuni tá, og spurningurin var sjálvandi, hvat ger man so. Eg føldi meg sum eina lús ímillum tvær negl, tí tað var ikki annað hjá mær at gera enn at fara til arbeiðis, hóast eg als ikki føldi meg likamliga føran fyri tí.

Eilif var heppin, og fekk arbeiðir ymsastaðni, millum annað á Skála Skipasmiðju, har hann áður hevði lært, í Upernavik í Grønlandi, sum timburmaður í Danmark og hjá Telenor í Noregi. Hetta gekk misjavnt, tí ryggurin vildi líkasum ikki tað sama sum restin av likaminum.

- Eg hevði ofta nógva pínu, og tað var mangan so, at eg eingi følilsi hevði í beinunum, og at tey høvdu huga at sovna, greiðir hann frá.


Deyðadómur

Eilif mátti tí bara gevast at arbeiða, men hugurin at arbeiða og serliga til sjógvin var ikki burtur. Hann var aftur heppin, og slapp við línubátinum Helenu, og í januar mánaði 2009 løgdu teir leiðina á Íslandsryggin.

Hetta var kanska ikki besta árstíð at fara á hesa leiðina, men tað gekk væl hjá Eilifi tann fyrsta túrin, men undir 2. túri byrjaði ryggurin at klaga. Hann var tó treiskur, og vildi bara avstað aftur triðja túrin, tí honum dámdi sjólívið so væl. So langt kom hann kortini ikki.

Pínan var vorðin so ógvuslig, at hann mátti fara til lækna fyrst. Haðani varð hann fyrst sendur í røntguna og seinni í skannaran. Henda seinna kanningin tók bert 45 minuttir, men hon vísti tó púra greitt, at ryggurin hevði tað ikki ov gott: Tveir av diskunum í rygginum lógu so tætt við mergin at teir tóku í hann, og hevði við sær, at hann ikki altíð hevði følilsi í beinunum.

- Men tað sum var uppaftur verri var, at rótkanalirnar í rygginum kundu verða avkvettar orsakað av hesum. Og hendi tað, so kom eg at gerast lammaður í beinunum restina av mínum lívi.

- Læknin segði, at um eg ikki hevði arbeitt so hart og so nógv, var hetta ikki hent. Nú fyrilá dómurin frá skanningini og har var einki at stilla upp. Eg minnist, at hann brúkti orðið “dómur”, men fyri meg var hetta meiri at meta sum ein deyðadómur: Eg hevði so góðan hug at arbeiða og eg hevði so góðan hug til sjógvin. Nú tá eg hevði fingið dómin, var einki annað at gera, enn at søkja um fyritíðarpensjón, og hana livi eg so av í dag, greiðir Eilif frá.


Eitt millisekund

Hóast ta fíggjarligu trygdina, so kann hetta ikki soleiðis uttan víðari koma ístaðin fyri lívsdygdina.

- Man vaknar hvønn morgun og eri væl fyri uppá ein máta. Men so sær man hvussu lívir koyrir rundan um ein, og einki fær man gjørt sjálvur við hondunum.

- Eg síggi alt tað sum onnur skapa í tí dagliga, og hvussu teirra lív formar seg. Og so koma tankarnir til mín um, hvat eg sjálvur kundi havt skapt hvønn einasta dag, um eg var førur fyri tí, vísir Eilif á.

Hann hugsar nógv um síni kæru, serliga um onkur teirra skal út úr húsinum við bili.

- Tá biði eg bara til Gud um, at tey ikki mugu koma út fyri tí sama sum eg, sigur Eilif, og leggur aftrat:

- Hetta ferðsluóhappið í Skálafirði hevur lært meg at liva í nú’inum, tí vit vita ikki hvat kann henda um eitt sekund, eina løtu ella í morgin.

- Eg veit nú, at lívið er eingin sjálvfylgja, men at vit mugu seta prís uppá tað hvørja einastu løtu.


snorri@sosialurin.fo




fyri seg



550 FB-vinir

Hóast Eilif ikki fær gjørt nakað likamligt arbeiði, hevur hann ikki kett seg síðani, hóast nógvu pínuna og tað sálarliga knekkið ikki at kunna arbeiða sum aðrir menn.

Eilifi hevur altíð dámað væl at lesa føroyskar bøkur, serliga bøkur frá stríðsárunum, úr Grønlandi og um fiskivinnu. Men seinastu tveir mánaðirnar hevur hann fingið sær eitt nýtt ítriv - Facebook.

- Eg havi altíð hildið at tað var nakað forferdiligt fjas, at fólk sita frammanfyri eini teldu í tímavís. Alt hetta við internetinum segði mær einki - líka inntil á jólum í fjør, vísir Eilif á.

Versonur hansara úr Hvannasundi, Niklái Nysted er ein av monnunum aftanfyri teldurfyritøkuna Knassar, og ein dagin seinastu jól tóku hann og konan, Kristina snøgt sagt ræðið av Eilifi, og stovnaðu honum ein Facebook-profil. Og hetta hevur hann ikki angrað síðani.

Hann eigur ein hóp av gomlum myndum liggjandi frá Skála Skipasmiðju og av ellisakførum, sum hann hevur lagt út. Hann fær nógvar afturmeldingar frá fólki, sum dáma hetta sera væl og eru glað fyri tað.

- Nú havi eg longu fingið einar 550 vinir. Og so seint sum í morgun stovnaði eg ein nýggjan bólk sum skal savna eldri myndir av Skála.

- Facebook er gott til tað vanliga brúkið. Man hittir nógvar gamlar vinir og menn man hevur verið til skips við. Tað er sera hugnaligt. Og tja, - tað er væl ikki so nógv øðrvísi enn at ganga til bingo, sigur hann við einum brosi.