royndir í, og tað er henda vitan, sum teir nú vilja bjóða føroyingum lut í. -Í tann mun okkara vitan kann vera til nyttu fyri tykkara myndugleikar eru vit sera fúsir til at lata tykkum fáa lut í henni. [...] bretsku stjórnina í sambandi við marknaósemjuna og eisini fyri komandi útviklinginum í øllum økinum. Arbeiðsgevarar hjá honum eru orkumálaráðharrin John Battle og Loydds, sum er ráðharri í uttanríkisráðnum [...] oljukeldur, sum verða funnar í økinum, kunnu koma at vera bæði í føroyskum og bretskum øki, eftir at eitt endaligt mark er ásett. Bretski samráðingarleiðarin hevur enn ikki verið í Føroyum, men eftir mongu
munandi. Samstundis verður ivast í, hvussu tað kann bera til, at leggja skip úr einum ávísum bólki og fáa fiskiloyvi til skip í einum heilt øðrum bólki afturfyri. Endar í tinginum Tað er so stórur ivingur [...] skipabólki sum Miðvingur og Mei vóru í. ? Tvs, at tann nýggi línubáturin hjá vágamonnum verður skrásettur í bólki 4 D, sum eru útróðrarbátar yvir 60 tons og ikki í bólki 3, sum eru stállínuskip yvir 110 tons [...] nýggjan línubát, og hvussu fer tað at ávirka fiskidagatalið hjá teimum línubátum, sum longu eru í flotanum. Í løtuni er tann nýggi línubáturin, sum vágamenn hava keypt frá norðmonnum tað stóra samrøðuevnið
longur. ? Í høvuðsheitinum verða tilboðini nú skipað soleiðis, at tryggingartakarin í stóran mun sjálvur kann velja eina trygging, ið hóskar hansara egna tørvið, sigur Jens Petur Arge, forstjóri í Tryggi [...] vit gjørt, tí at vit meta, at tá tú ert komin niður á 11. stig hevur tú víst, at tú dugir at koyra, siga allir stjórarnir á Tryggingarfelagnum, Jens Petur Arge, Gunnar í Liða og Mortan Poulsen við ein munn [...] alt í A-tryggingini uttan bilsakn og virðisminking. ? Tað ber sostatt til at velja tær tað trygging, ið tú heldur hóskar tær best, sigur Jens Petur Arge. Hann sigur víðari, at allir kundar, sum í dag hava
seinnu árini ráddi um at halda tørn. Við royndunum í hesum yrkinum í viðførinum tók hon við sum starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsustýrinum í mai í fjør. Eitt starv, ið er úrslit av bygnaðarbroytingunum [...] øðrvísi og ikki at býta kynini í tveir bólkar. Hvussu leikluturin hjá kvinnuni í eini familju er og hevur verið velst um, í hvørjum umhvørvi ein er í. Gjøgnum tíðina hevur kvinnan í Føroyum havt uppalingina [...] kemur framat í dag enn vit hava sæð áður, sigur Maria á Dul at enda í viðtali. -------------- Prát við kvinnur í leiðandi størvum Hetta er fimta samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum
kurin í dag ikki barslar okkurt, ið ber brá av nýhugsan og flottum hugburði, er í veruleikanum løgið. Tí nettup í tí flokkinum finst eitt ríkt potensiali, ið treingir til at loysast úr lagdum. Í dag er [...] er javnaðarpolitikkur í dag. Og í veruleikanum er tað ein skandala. Ein flokkur við tí førningi sum javnaðarflokkurin ber, kunnu vit ikki vera fyriuttan í hesum sjáldsama skeiði í okkara søgu. Um ikki annað [...] á ting í fjør, botnar í tí sama. Men meðan Eastwood og Hackman eru serfrøðingar í tí skitna og brutala arbeiðinum, eigur man at kunna krevja av politisku flokkunum, at teir síggja longur fram í tíðina
mótspælinum, hann hevur fingið. Dystarmet í HB Mong seta teg helst í samband við fótbólt. Tú ert uppvaksin í HB ? hvussu týðandi er Havnar Bóltfelag fyri teg? ? Eg byrjaði í HB, tá eg var seks ára gamal, men bleiv [...] Niclas Johannesen Tað var í september 1997, at Farex sá dagsins ljós í gamla Saltsølubygninginum í Havn. Tveir ungir mans ? um enn gamlir kenningar í søluvinnuni ? fóru fyri seg sjálvar at keypa fisk frá [...] Og so fór hann jú eisini upp í politikk, kom sum eykamaður á ting fyri Sambandsflokkin, og nú situr hann í býráðnum eisini. Er formaður í mentamála nevndini og næstformaður í sosialu nevnd. Eg eri eg Sølumaður
Fiskavirking í Vestmanna - og har er hon framvegis. Av tilvild Í grundini var tað av tilvild, at Gunn Joensen kom uppí bygdaráðsarbeiði. Hon stillaði upp til valið í 1984, varð ikki vald, men til valið í 1992 [...] kunnu taka hann í nýtslu, sigur Gunn Joensen. Í ár er ein miljón sett av til forarbeiðið og grundøkið er fingið til vega. Kommunan ætlar at fáa í lag samstarv millum skúlan og barnagarðin. Í løtuni eru meiri [...] virðiligt lív, sigur Gunn Joensen at enda í viðtali. --- Prát við kvinnur í leiðandi størvum Hetta er sætta og seinasta samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu
at tað stendur okkum í boðið at taka fult sjálvstýrið - tá vit halda tað vera rætt, sigur Jóannes Eidesgaard. Javnaðarflokkurin vil, at føroyingar skulu hava ríkisborgararætt í ríkinum, men harumfram [...] verður ein heimarættur. ? Her halda vit, at bústaðarkriteriið skal vera avgerandi. Býrt tú í Føroyum og ert ríkisborgari, so hevur tú heimarætt, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur kortini afturat, [...] skulu varðveita heimarættin á sama hátt, sum tey sleppa at velja til løgtingið meðan tey eru burtur í lestrarørindum. Men ein føroyingur, sum flytir til Danmarkar at búgva og virka, hann missir heimarættin
fólk, ið í mentunararbeiði hava havt við Janus at gera og embætisfólk í mentamálastýrinum. Stórvegis hávi var ikki gjørdur burturúr, ein friðaligur kaffimunnur og leyst prát. Bárður Jákupson, limur í tilmælandi [...] ættfaðir Janusar, Grímur Kamban, sum í sínari tíð grundaði alla búðseting í Føroyum. Tað er ikki øllum unt at vera av so gamlari ætt. Men hvussu er og iki, við tínum 85 árum ert tú javngamal við nýggju myndlistina [...] myndlistina, sum gjørdi landnám í Føroyum í 1930 árunum. Hetta var nýygj grein, nýggjur háttur at geva hugi og kenslu listarligan form, sum føroyingar ikki vóru vanir við, segði Bárður Jákupson millum annað
Talan er um eitt rættiliga stórt arbeiði, sum skal í gongd. Hjalti í Jákupsstovu er annars fegin um ta fráboðanarskipan til fiskivinnuna, sum kom í gildi í fjør, soleiðis at skipini til eina og hvørja tíð [...] skjóta seismikk tvs. frá 1994, men hetta er so ikki sett í verk fyrr enn í 98. Til tey, sum hugsað sær at brúkt nýggja kortið (sum er prentað í blaðnum) til at finna fram til, hvørji øki oljufeløgini meta [...] at tølini eru bert fyri eitt ár, meðan tað hevur verið skotin seismikkur í umleið fimm ár tilsamsn. Tvs. at í teigum, har tað í 98 lítið er skotið, kann nógv verða skotið árini frammanundan. Hóast hetta