sum dríva verkið og uttan hugsjónir, hava vit onga framtíð sum tjóð. Eg eri vaksin upp í einum fiskimannaheimi, har ongantíð nakar ivi var um, at Føroyar eiga at gerast ein fræls tjóð við ræði yvir øllum [...] Tí er alneyðugt, at umstøðurnar hjá teimum, sum skulu búleikast her, eru so góðar, at fólk støðast, eisini tey ungu. Men fyrsta treytin fyri hesm er, at ferðafólkasambandið er gott, at fólk hevur arbeiði [...] dur, eri av av og á spurdur, um eg ikki var valevni hjá Verkamannafylkingini (VMF) í 1994 og í øðrum lagi; um eg ikki havi verið limur í fylkingini. Svarið til hesar báðar spurningarnar er stutt: Nei!
ólavsøkutingsetuni 1995. Báðar tær seinnu ferðirnar, málið er lagt fram í tinginum, hava undanførslurnar vunnið á valvældini. Í uppskotinum verður mælt til at seta eina nevnd av serkønum at gera uppskot til grundlóg [...] í hesi lýsing, og eru fólk vælkomin at spyrja valevni floksins um ivamál og nærri lýsingar. Tá hesin háttur verður brúktur at bera okkara boðskap út, so er tað tí, at tað knípur við blaðrúmd, nú skotbrái [...] til valstríðið. Bankamálið verður eitt tað fyrsta, sum ein nýggj samgonga fer undir at loysa, og tá ræður um at hava tey røttu fólkini til hesa truplu uppgávu ? og tey hevur Tjóðveldisflokkurin. Ein a
vit at gera. Men tey ungu eiga at hugsa um at javseta aldursbólkarnar - veljið tí tykkara umboð á ting! Tá vit tosa um ungdómspolitikk, so tosa vit eisini um útbúgvingarpolitikk. Á hesum øki hava vit í [...] ungu sleppa framat -ella at tey ungu ikki hava áhuga fyri politikki Í hesum døgum verður so nógv tosað um at javnseta ymsar bólkar. Tað, sum tá serliga verður hugsað um, er at javnseta kvinnu og mann. [...] afturútsigldur -at pensjónsviðurskiftini eru afturútsigld -at innanoyggja samferðslan er í skeljasori -at spurningurin um uttanlandsskuldina er óloystur -at bankaendurgjaldið hongur í leysum lofti -at markna-trætan
eftir valið fer Javnaðarflokkurin at virka fyri øktari pensión til tey, sum bert hava vanliga fólkapensión og samhaldsfasta at liva av. Málið er at hækka hesar báðar pensiónir tilsamans við kr. 1.000,- [...] her og nú, tí tað kann koma at kosta okkum ov dýrt. Men vit fara til Keypmannahavnar fyrst at loysa tað óloysta málið um endurgjald fyri bankagøluna, síðan at samráðast um endurfígging av okkara uttan [...] lagi at fáa gongd á aftur samráðingarnar við bretar um undirgrundarmarkið, sum nú eru steðgaðar upp, eftir øllum at døma. Eftir breiða semju á Føroya løgtingi fara vit til Danmarkar at samráðas um nýggjar
aftan á kenna seg eitt sindur hepnar um at hava vunnið henda javna og spennandi dystin, sum hevði við sær, at B36 nú aftur er á odda í bólki 2 og sær út til at hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini [...] ivaðust ikki í, at nú fekk B36-liðskiparin sín marsjordra, men frísparkið verður givið til B36! Fuglfirðingar vóru í øðini, og Jens Kristian kundi kenna seg sera hepnan um at fáa loyvi til at spæla restina [...] tamarhaldið á dystinum, har ónollurnar vóru um at taka yvirhond. Dómarin eigur rós fyri, at hann megnaði at dempa spælararnar aftur, men tað kostaði serliga fuglfirðingum nógv kort, sum øll vóru gul, hóast okkurt
tryggleika, at tú veitst, at tað er títt. Hvør veit, hvussu stóra eydnu ein bóltur kann gera, kanska onkur fær eitt lív, eitt innihald og sleppur burtur úr neyðini við at læra at spæla bólt. At savna leikur [...] Elina, kom tað fram, at hon hevur skrivað eina yrking um júst henda tilburðin og vit hava yvirtalað hana til at lata yrkingina prenta á síðuni. ? Áðrenn eg fór í gongd vildi eg hava ein góðkendan hjálp [...] lættir um neyðina hjá onkrum at fáa eina leiku, eina bamsu ella ein bil. Ting kunnu vera ein erstatningur hjá børnum, sum ikki fáa kærleika, tíverri. Tað er lættari at gráta við ein bamsu inn at sær, tað
enn hinar báðar, og tað verður mett at hon kann koma at gerast ein »bestseller«. Hetta eru metingarnar frá fólkum, ið hava haft møguleika at lurta gjølliga eftir útgávuni. Vert er at nevna, at kápan er [...] kann hoyra sangir, ið hava ein boðskap at bera fólkinum. Talan er um eina nýggja tónleikaútgávu hjá Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen er eingin nýspottin nalvaungi, tá tað snýr seg um útgávur.Í 1990 gav [...] heitið Myrkursins gongumenn. Fáar tjóðir hava ivast um sín egna samleika sum tann føroyska. Fyri 1000 árum síðani glintaði vápn millum oyggjarnar, tí illsemja var um kósina, ið føroyingar skuldu halda. So
enn hinar báðar, og tað verður mett at hon kann koma at gerast ein »bestseller«. Hetta eru metingarnar frá fólkum, ið hava haft møguleika at lurta gjølliga eftir útgávuni. Vert er at nevna, at kápan er [...] kann hoyra sangir, ið hava ein boðskap at bera fólkinum. Talan er um eina nýggja tónleikaútgávu hjá Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen er eingin nýspottin nalvaungi, tá tað snýr seg um útgávur.Í 1990 gav [...] heitið Myrkursins gongumenn. Fáar tjóðir hava ivast um sín egna samleika sum tann føroyska. Fyri 1000 árum síðani glintaði vápn millum oyggjarnar, tí illsemja var um kósina, ið føroyingar skuldu halda. So
kveikja eitt ljós enn at grenja um myrkrið. Vit eiga at halda uppat við at grenja um, at vit ongan mentunarpolitikk hava, og heldur royna at brúka mentunarálitið til at orða ein mentunarpolitikk, ið kann loysa [...] eru vit ósamd um øgiliga nógv viðurskifti, um átrúnað, politikk, og um hvussu vit skulu skipa okkum í okkara landi. Men við tað, at vit hava ein føroyskan samleika, merkir tað, at vit hava nøkur ting vit [...] ræðandi, men vit hava onga grund til at ræðast, um vit hava ein góðan mentunarpolitikk. Føroyingar hava góð evnir til at fylgja við broytingum, men vit mugu ansa væl eftir og tað er lætt at missa tamarhaldið
gini, so er tað kortini ein veruleiki, at ein lítil vón er kveikt hjá Toda Jónsson og hinum í FCK. Vónina hava teir fingið, eftir at teir síðani hóskvøldið hava vunnið seks stig í tveimum torførum uppgávum [...] bíðaði leingi við at leypa út, og tá Todi um brotssparksblettin royndi at fara framvið honum, gjørdist dragingin ov long, og so spurdist ikki meiri burturúr. Silkeborg, sum FCK kappast við um næstfremsta plássið [...] í Parkini. Skulu vit hava nakran møguleika at røkka DM heitinum, so skulu vit sjálvsagt vinna ta uppgerðina. Gera vit tað, so eru fýra stig á muni, og tey skulu vit draga inn við at vinna hvørja ferð,