Flaggdagin 25. apríl kemur nýggja fløgan við Jóhannes Jakobsen, ið ber heitið Myrkursins gongumenn.
Fáar tjóðir hava ivast um sín egna samleika sum tann føroyska.
Fyri 1000 árum síðani glintaði vápn millum oyggjarnar, tí illsemja var um kósina, ið føroyingar skuldu halda. So kann eisini tykjast nú.
Her hoyrist einki vápnagrísl, her flýtur einki blóð, men tú kann hoyra sangir, ið hava ein boðskap at bera fólkinum. Talan er um eina nýggja tónleikaútgávu hjá Jóannes Jakobsen.
Jóannes Jakobsen er eingin nýspottin nalvaungi, tá tað snýr seg um útgávur.Í 1990 gav hann Hvat Bagir út, og hon seldi sum heitt breyð. Tíanværri mugu vit siga frá, at hon er útseld og ikki er til taks meir. Upplag
2500 eintøk.
Onnur fløgan, Royn tínar veingir, seldi og selur framvegis væl. Fyrsta upplagð á 1500 eintøk varð selt eftir stuttari tíð, men her nýtist einum ikki at falla í fátt. Tað eru framvegis nøkur eintøk eftur av seinna upplagnum, ið ljóðaði uppá 1000 eintøk.
Myrkursins gongumenn, tann triðja í røðini, er mett at verað munandi dygdarbetri enn hinar báðar, og tað verður mett at hon kann koma at gerast ein »bestseller«. Hetta eru metingarnar frá fólkum, ið hava haft møguleika at lurta gjølliga eftir útgávuni. Vert er at nevna, at kápan er sera snotulig. Hon er prýdd við málningum, og upplýsingar eru um hvør spælir hvat, og sjálvandi standa tekstirnir, inni í húsanum.
Við fløguni er søluplakat (A3) og ein plakat, ið keyparin fær við fløguni (A2) uttan meirkostnað.
Nøvn á fløguni: Ronnie Nielsen: Sang/kór - Kim Hansen: Sang/kór - Malan Thomsen: Sang/kór - Jóannes Jakobsen: Sang/kór - Rógvi á Rógvu: Trummir/slagverk - Niclas Johannesen: Guitar/kór - Finnur Hansen: Ikki pláss at skriva øll tól hann spælir - Kolbein Simonsen: Bass - og mong, mong onnur.
Tað er fløguhandilin 3-arin í SMS, ið gevur fløguna út.